hósdagur 4. september 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 169 - 4. september 2008
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Leygardagin 6. september
fyllir Jeanne Jensen (fødd
Rubeksen) undir Svarta
fossi, 80 ár.
Jeanna er fødd í Havn, og
foreldur
hennara
vóru
Samuel Sofus Rubeksen
(vanliga nevndur Sámalí
Smiðjustovu)
og Agnes
Rubeksen (fødd Jacobsen
ættað úr Norðastovu á
Toftum).
Jeanna var gift við Holgar
Jensen, møbilhandlara frá
Broager í Jútlandi, sum
doyði í 1986.
Tey bygd hús undir Svarta
fossi, har foreldrini hjá
Jeannu høvdu bygd, og býr
Jeanna har í dag.
Jeanna og Holgar fingu
tvær døtur, onnur býr í
Svendborg og hin í Tórs
havn.
Jeanna og Holgar høvdu
stóran møbilhandil í Havn,
og vóru tey saman um hetta
til tey stongdu handilin í
áttatiárinum.
Tey hava eisini verið virk
in innan felagslívið í Havn,
og vóru tey m.a. við í GHM
og stovnan av Dansifrøi.
Jeanna er rættuliga aktiv,
tað er ikki dagur at hon ikki
hevur samband við síni
børn, ommu og langommu
børn, eins og familjuna í
Havn.
Føðingardagurin verður
hildin saman við børnunum
á Louisenlund nr. 23 Svend
borg.
HM.
Jeanne Jensen 80 ár
Fríggjadagin 5. september
verður Símun V. Arge, forn
frøðingur, seksti. Símun
kom í starv á Føroya Forn
minnissavni sum savns
vørður í fornfrøði í 1982,
og í 1986 gjørdist hann leið
ari
á
fornfrøðideildini.
Hann hevur tó verið knýttur
at savninum væl longri,
nevniliga síðan 1970, áðr
enn hann fór niður at lesa
fólkalívsfrøði og miðaldar
fornfrøði, og eisini í ferium
í lestrartíðini. Hesa tíðina
var hann eisini við í forn
frøðiligum og antikvariskum
arbeiði í Danmark og Grøn
landi.
Sum fornfrøðiligur deild
arleiðari hevur Símun havt
fyriskipan og eftirlit við
øllum fornfrøðiligum rann
sóknum, ið hava verið í
Føroyum seinastu nógvu
árini. Hann hevur tann ser
liga eginleika, at hann hevur
lætt við at koma í samband
við fólk og dugir at røkja
hesi sambond, og hesum
hevur stovnurin mangan
notið gott av. Hann hevur
skil á, hvat hendir á økinum
í grannalondunum og veit,
hvar hann skal venda sær,
tá ið brúk er fyri útbúnum
fólki
í
fornfrøðiligum
útgrevstrum, tá ið rann
sóknir brádliga stinga seg
upp, tí samfelagsútbygging
in krevur tað. Eisini hevur
hetta lyndið mangan havt
við sær, at gjørligt hevur
verið
at
finna
loysnir,
soleiðis at mentanarminni
ikki eru farin fyri bakka
hóast neyðugu samfelagsút
byggingarnar.
Ein týðandi táttur í hesum
er gransking av fornfrøðilig
um evnum og kunning um
virksemið, bæði í fólks
ligum og vísindaligum rit
gerðum eins og gjøgnum
framsýningar. Serliga nær
hjarta hansara øll árini, og
serliga tey seinastu, hevur
verið gransking av forn
frøðilugum leivdum heima
á Sandi, har heilt serligar
umstøður eru at grava fram
nýggja vitan um fortíð okk
ara. Í samstarvi við viður
kendar útlendskar gransk
arar stendur hann har á
odda fyri forkunnugum vís
indaligum
rannsóknum,
sum veita okkum nýggja vit
an um gerandislív í víkinga
øld og eru við til at seta
luppin á Føroyar sum sera
áhugavert øki í alheims
fornfrøðiligum høpi.
Símun hevur í starvstíð
síni eisini verið góður hjá
landsmyndugleikum
at
heita á, tá ið á hevur staðið.
Í trimum umførum hevur
hann verið settur landsantik
varur, í tilsamans 4 ár. Í hes
um álitisstarvi hevur hann
lagt dent á at fáa fjøltáttaða
stovnin, sum Føroya Forn
minnissavn er, at virka sum
eina
væl
samansjóðaða
eind, har starvsfólk trívast.
Og tað hevur eisini eydn
ast.
Føðingardagurin verður
hildin við móttøku í fram
sýningarhølunum hjá Før
oya
Fornminnissavni
í
Brekkutúni 6, millum kl.
15.30 og 19.00, har øll eru
hjartaliga vælkomin.
Símun V. Arge 60
Í dag fyllir Steinmund
Klakkstein í Klaksvík 70
ár. Steinmund er føddur
og uppvaksin í Klaksvík.
Foreldrini vóru Elsa og
Heine Klakkstein, sum
búðu í Vági í Klaksvík.
Steinmund er elstur av
trimum systkjum.
Steinmund
lærdi
til
blikksmið á Blikksmiðjuni
á Fornagørðum og tók
sveinroyndina í Danmark
í 1959. Hann hevur eisini
arbeitt á vatndeildini hjá
Klaksvíkar
kommunu,
hann arbeiddi í fleiri ár
sum bilmekanikari, og eitt
skifti var hann leiðari fyri
sløkkiliðið í Klaksvík.
Seinnu árini hevur Stein
mund tikist við ymiskt
fyrifallandi arbeiði, og
hann er framvegis lættur á
fótum, røkin og skjótur í
vendingini. Bæði í ár og í
fjør hevur hann gjørt ferð
til Grønlands saman við
øðrum handverkarum at
gera ábøtur á leguhúsini í
Nuuk.
Steinmund giftist í 1963
við Jórun (f. Simonsen) úr
Fuglafirði, og í 1968
fluttu tey í húsini á Stong
unum, har tey framvegis
búgva. Tey eiga fýra synir
– Heini (1964), Esmar
(1968), Eyðun (1972) og
Bárður (1976). Tríggir teir
elstu búgva við familju í
Klaksvík, meðan Bárður í
løtuni er búsitandi við
familju í Esbjerg. Nú eru
abbabørnini blivin 9 í tali.
Føðingardagurin verður
hildin á Skáltavegnum 4.
Steinmund
rundar 70
Andlát og jarðarferðir
Hansa Hansen, Tórs
havn, andaðist á Lands
sjúkrahúsinum leygar
dagin 86 ára gomul. Kist
an fer úr Landssjúkra
húskapellinum hóskvøld
ið kl. 18. Jarðarferðin
verður úr Vesturkirkjuni
fríggjadagin kl. 13. Tey,
ið vilja minnast Hansu,
kunnu lata Frelsunarher
inum eina gávu, konta í
peningastovnunum.
Andlát og jarðarferðir
Dagurin
5. september. Regina, deyð umleið ár 300. Ung róm
versk genta, sum varð tikin av døgum fyri trúar sakir.
Navnið er av latínskum uppruna og merkir drotning.