hósdagur 4. september 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
tíðindi
Nr. 169 - 4. september 2008
Bókadeildin skipar
nú fyri kapping um
bestu stuttsøgu fyri
ung, har kærleiki er
høvuðsevni í søguni
StuttSøgur
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
1. desember er evstamark
at lata inn stuttsøgu í
norðurlendskari
kapping
um bestu kærleiksstuttsøgu
fyri ung, har møguleiki er
at vinna 12.000 kr.
Hepnu
vinnarasøgurnar
verða givnar út í spildur
nýggjum
stuttsøgusavni,
sum kemur út á heysti í 2009
í øllum Norðurlondum.
Í Føroyum er tað Bóka
deild Føroya Lærarafelags,
sum er partur av norður
lendska forlagssamstarvin
um, ið skipar fyri kappingini
í samstarvi við Eik Banka
Felags átak
Í sambandi við kappingina
vísir Bókadeildin á, at vit
seinastu árini javnan hava
gramt okkum um, at ov lítið
verður skrivað av uppruna
føroyskum
nútíðarligum
tilfari til ung. Hetta er
torførur bólkur at skriva til,
tí alt er so skiftandi og broyt
ist so skjótt í ungdómsár
unum, kanska ongantíð so
skjótt sum nú. Hetta er ikki
bara galdandi í Føroyum,
og tí hava forløg úr øllum
norðurlendsku máløkjunum
í
felag
tikið
stig
til
kappingina og útgávuna.
Endamálið er í fyrstu
syftu at fáa til vega tvær
nýggjar, føroyskar stuttsøg
ur til ung, sum skulu við í
nevnda norðurlendska stutt
søgusavnið til ung. Í savn
inum verða átta norður
lendsk forløg úr átta ymisk
um máløkjum umboðað við
einari ella tveimum stutt
søgum hvørt. Um so er, at
kappingin fær góða undir
tøku, fer Bókadeildin møgu
liga at geva út eitt savn
afturat við bara uppruna
føroyskum tilfari til ung.
Treytir
Fyri at luttkaka í kappingini
skal søgan vera til ung og
fylla í mesta lagi 15.000
tekn.
Harumframt
skal
søgan fara fram í okkara
samtíð og hava kærleika
sum høvuðsevni.
Virðislønir á 12.000 kr
verða latnar einum ella
tveimum
vinnarum.
Eik
Banki letur vinningarnar.
Bókmentaliga nevnd Føroya
Lærarafelags er dómsnevnd
og tilskilar sær rætt til onga
virðisløn at lata, um ikki
verður hildið, at nøkur søga
er virðislønarverd.
Handritini skulu verða
Bókadeild Føroya Lærara
felags í hendi í seinasta lagi
mánamorgunin 1. desember
kl. 9.00. Handritini skulu
latast inn í afturlatnum
brævbjálva, uttan at navn
verður tilskilað. Høvundurin
skrivar navn og bústað sín í
øðrum afturlatnum bræv
bjálva, ið skal fylgja við
handritinum.
Skeið í skriving
Í sambandi við kappingina
er ætlanin at skipa fyri
skeiði í Havn í døgunum
6.til 9. februar 2009, har
allir høvundar, ið verða
tiknir við í útgávuna, skulu
hittast
saman
við
for
leggjarum og fakfólki. Á
skeiðnum fer lærari á rit
høvundaskúla at halda fyri
lestrar um ungdómsskald
skap, og einstøku søgurnar
verða viðgjørdar og betraðar
í bólkum. Hetta verður eitt
gott høvi hjá skrivandi fólki
at hittast og fáa íblástur og
kunning um at skriva.
Bókin
verður
ætlandi
givin út á heysti 2009. Allar
søgurnar verða týddar til
ymsu málini, og hon kemur
út í øllum londunum sam
stundis. Hini forløgini eru:
Milik í Grønlandi, Forlagið
í Íslandi, Phabel í Danmark,
Samlaget í Noregi, Davvij
Girji í Sámalandi, Berghs
Förlag í Svøríki og Tammi í
Finnlandi.
Kapping um bestu kærleikssøgu
»Alskurin til
Norðurlond« er heitið
á norðurlendsku
bókasavnsvikuni,
sum verður í
november
Bókmentir
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Tólvta árið á rað skipa
www.fnf.se Norrønu feløg
ini og www.bibliotek.org/"
Bókasøvn í Norðurlondum
fyri norðurlendskari bóka
savnsviku. Tiltakið fer fram
í døgunum 10. til 16.
november undir yvirskriftini
”Kärlek till Norden”, ella
"Alskurin til Norðurlond".
Undir
hesum
tema
er
ætlanin gjøgnum bókmentir
at lýsa samband norðbúgva
við lond síni, og Norðurlond
sum stað í heiminum.
Upplestur
Felags fyri Norðurlond eru
myrku vetrarkvøldini, har
tað fyrr í tíðini var vanligt
at savnast og siga søgur.
Hetta hevur eisini givið
íblástur til upplestrardagin,
ið er fastur táttur á norður
lendsku bókasavnsvikuni. Í
ár verður stóri upplestra
dagurin
mánadagin
10.
november, fyri børn kl. 9.00
og fyri tey vaksnu kl.
19.00. Hesar tíðir verður
lisið upp samstundis í øllum
londum, sum eru við.
Høvuðsanavnið fyri tey
vaksnu er í ár Eeva Kilpi úr
Finlandi, sum hevur skrivað
ein nýggjan tekst til tiltakið.
Fyri børnini er tað Guðrún
Helgadóttir úr ìslandi og
bókin
Gandakellingin
Flumbra. Aðrar søgur, sum
verða at hoyra hjá børn
unum, eru eftir høvundarnar
Manu Sareen úr Danmark,
Klaus Hagerup úr Norra,
Virpi Saarinen úr Finlandi,
Yrsa
Sigurðardóttir
úr
Íslandi, AnnHelén Laesta
dius úr Svøríki, Ólavur
Michelsen
úr
Føroyum,
Johanne
Platous
úr
Grønlandi og Risten Sokki
úr Sámalandi.
Norðurlendska
bóka
savnsvikan,
sum
eisini
hevur heitið "Í skýming",
er vorðin ein av heimsins
størstu
tiltøkum
við
upplestri. Í fjør luttóku ikki
færri enn 2.600 stovnar
bókasøvn, skúlar og felags
skapir úr átta londum.
Bókasavnsvika um Norðurlond
Finski rithøvundurin
Eeva Kilpi hevur
skrivað eina nýggja
søgu til norðurlendsku
bókasavnsvikuna í ár
Kærleiki evnið
í nýggjari
norðurlendskari
kapping um at
skriva stuttsøgur
til ung
Einfaldur feilur kostaði 154 mannalív
Tað var ein feilur í veingjunum, sum var skuldin til flogvanlukkuna í Madrid í síðsta mánaði, sum kostaði 154 menniskjum í
Spanairflogfarinum lívið. Flapsini á veingjunum vóru ikki sligin nøktandi út, tá flogfarið læti sær, og tað verður nú hildið, at hetta
var orsøkin til ógvusligu vanlukkuna 20. august. Tað var tann nú deyði flogskiparin, sum átti suldina, sambært tíðindastovuni AP.
Eitt hart ljóð skuldi havt ávarað flogskipararnar um, at flapsini á veingjunum ikki vóru heilt úti, og tí hevði flogfarið ikki nóg nógva
uppdrift at sleppa á flog. Kanningar hava nú staðfest, at tað var skeiva støðan hjá flapsunum ið gjørdi, at flogfarið ikki slapp á flog.
Áður hevur verið talan um, at tað var ein feilur í øðrum av motorunum sum var skul í, at flogfarið datt niður, men kanningar hava
víst, at einki var í vegin við teimum, og at tað sum nevnt vóru flapsini, sum ikki vóru nóg langt úti. 154 fólk mistu lívið, meðan
bert 18 sluppu frá vanlukkuni við lívinum, skrivar tíðindastovan AP.