hósdagur 4. september 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 169 - 4. september 2008
Leygardagin verður
aldarinnar vígsla á
Viðareiði og aldar
innar brúdleyp í
Vestmanna. Hetta
hendir, tá Mamy Dahl
Sørensen og Hákun
Egilsnes ganga saman
í hjúnalag. – Hvør
skuldi trúð at so nógv
verður gjørt burtur
úr, og at tað skuldu
koma 700 gestir í okk
ara brúdleyp, sigur
brúðgómurin sum er
ættaður úr Vestman
na
Brúdleyp
Orð&myndir: Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Viðareiði/Vestmanna: - Jú,
tað er nógv at fyrireika til
eitt so stórt brúdleyp. Men
vit hava fingið sera góða
hjálp.
- Tað eru helst somu fyri-
reikingar til eitt brúdleyp
við 200 fólkum sum til tað
hjá okkum. Tað skal sjálvan-
di meiri tilfar til, men fyri-
reikingarnar eru helst ikki
so nógv øðrvísi, sigur tann
komandi brúðurin.
Tað var longu í juli mán-
aði at tíðindini bórust um,
at 44 ára gamla Mamy Dahl
Sørensen av Viðareiði og
46 ára gamli Hákun Egils-
nes skuldu giftast leygar-
dagin 6. september 2008
við eitt vælkomstbrúdleyp í
bygdarhúsinum í Leirvík.
Tað tók ikki langa tíð fyrr-
enn fólk byrjaðu at tekna
seg til brúdleypið. Og ta
einu løtuna vóru 710 fólk á
listanum. Onkur hevur kort-
ini tikið seg av aftur, men
tað tekur einki frá tí, at tal-
an verður um størsta brúd-
leypið nakrantíð, tá teir 670
gestirnir úr øllum landinum
seta seg til borðs leygar-
dagin í ítróttarhøllini í Vest-
manna.
- Vit eru sera, sera, sera
spent uppá dagin, sigur
høgt-upp-um-oyruni-for-
elskaða-parið sum hittust
fyrstu ferð fyri 13 árum síð-
ani.
Nógv er at fyrireika til
ein slíkan dag, men tey
hava kortini tíð til eitt prát
um brúdleypið og fyrireik-
ingarnar við Sosialin.
- Ja, kemur tað brosandi
frá Hákuni. – Hugsa tær til,
at eg verði 96 og tú 94 ár, tá
vit bæði hava gullbrúdleyp!
Brúðurin má so smátt eisi-
ni byrja at venja seg við eitt
lív sum sjómanskona. Lon-
gu 2. oktober fer Hákun aft-
ur til skips.
Fullan bil við køkum
Tað er rættiliga ófýsið á
Viðareiði fyrrapartin í gjár.
Men inni í stovuni hjá
Mamy er bæði heitt og lýtt.
Við eitt køksborð sita
Hákun, vermóðir hansara
Gudrid og Laura, ein bygdar-
kona. Mamy sjálv stákast
við at gera ein drekkamunn
kláran.
- Eg veit ikki rættiliga.
Eg dugi ikki so væl at slap-
pa av. Men fríggjadagin
ætli eg mær einki at gera.
Hesin dagur skal verða mín
frídagur.
- Eg ætli mær at spæla
Gekk – og vinna hann!, sig-
ur hon avgjørd.
Hini við borðið brosa
afturímóti hesi kvinnuni,
sum fer at standa brúður
leygardagin í heimkirkju
sínari á Viðareiði. Hetta
verður dagur í viku fyri
brúðarparið og eisini fyri
teir útivið 700 gestirnar,
sum verða við til veitsluna í
Vestmanna seinni um kvøld-
ið.
Tað er skjótt at kaffikann-
an er komin á borðið, saman
við fýra sløgum av nýbakað-
um smákøkum.
- Eg havi fleiri sløg at
bjóða tær, men kanska tú
noyðist við hesi. Annars
kundi eg lættliga lopið út í
bilin eftir fýra sløgum aftr-
at. Hann stendur í túninum,
fult lessaður við smákøkum
og øðrum sum skal til brúd-
leypið, sigur Mamy.
Allar
tær
túsundtals
køkurnar, ið krevjast til
aldarinnar brúdleyp, eru
komnar frá familju og góð-
um vinfólki. Mamy og Hák-
un hava ferð eftir ferð sann-
að hesar seinastu dagarnar,
at tá ein hevur brúk fyri
familju og góðum vinum at
hjálpa til, ja so eru tey har.
- Smakka nú endiliga hes-
ar vaniljukransarnar. Teir
hevur mamma bakað. Eg
veit ikki, hóast mamma er
farin um tey 75, so dugir
hon líkasum ikki at lata
vera at hjálpa til, nú eg, - ....
eg meini, VIT skulu giftast,
sigur hon og brosar yvir
ímóti Hákuni.
Avgerandi
samtala í 1995
Eins og hjá øllum øðrum
hjúnum er altíð áhugavert
at vita, hvussu tey funnu
hvørt annað. Eingi pør eru
eins og eingin forsøga held-
ur.
- Ahnoy, behøvist tú at
spyrja um tað? Er tað nakað
at skriva um í Sosialinum?,
spyr Mamy.
- Ja, man nakar tíma at
lesa um okkum bæði?, sigur
Hákun.
Hóast tann komandi brúð-
gómurin tykist eitt sindur
meiri afturhildin enn kom-
andi hjúnafelagi sín, er
hann beinanvegin við uppá
at lýsa henda spurningin.
- Jú, sært tú. Vit skulu
faktiskt 13 ár aftur í tíðina.
Heilt aftur til 1995, byrjar
hann frásøgn sína um hesa
minniligu løtuna.
Lítið grunaði nakar teirra
tá, at tey skuldu ganga inn í
hjúnalag nú leygardagin.
Hetta fór fram inni hjá ein-
um systkinabarni hennara,
sum búði í Havn.
Tað sjáldsama var, at Hák-
un var eisini komin á gátt
hetta sama kvøldið. Hóast
løtan var stutt, og onnur
fólk vóru til staðar, so fingu
tey kortini prátað saman
eina løtu um mangt og
hvat.
- Eg minnist hvørt orð frá
samtaluni. Hon vardi kans-
16 tíðindi
Hon skrivaði seg inn í hjartað
”
Kortanei. Eg vil
fegin giftast, men
tað skal í øllum
førum ikki verða
ein fríggjadag
”
Eg bleiv bæði spentur og ørkymlaður í
einum: Her stóð hon og tosaði við ein annan
mann. Eg sansaði ikki hvør hann var,
ella hvussu hann sá út ella hvussu gamal
hann var. Og eg tordi heldur ikki at steðga
bilinum, men koyrdi bara víðari
Hon um hann
Hákun, hann er:
❤ fittur
❤ erligur
❤ til at stóla uppá
❤ roynir altíð at gera
hinum til pass
❤ ordnar øll pappír
Hann um hana
Mamy, hon er:
❤ fitt
❤ erlig
❤ er altíð glað, og
ongantíð
morgunljót
❤ sera virkin
❤ nógvar ætlanir
❤ rólig typa
❤ einki vas
❤ vit passa saman –
tað sum eg tími
minst, tað dugir
hann
13 ár skuldu ganga, frá tí tey sóu hvørt
annað fyrstu ferð, til Mamy Dahl Sørensen
og Hákun Egilsnes skuldu giftast. – Hetta
verður ein spennandi og minnisríkur dagur,
siga tey bæði við ein munn