Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-04, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. september 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 5. september 2008 Filmir í hópatali • Barnasendingar • Dokumentar • Náttúra • Tí›indi alt samdøgri› VARPIÐ Dr1 • Sunnudag 7. kl. 19.00 »Fra Thailand til Thy« Í Norðurjyllandi búgva 575 teilendskar kvinnur. Tær flestu búgva í Thy og eru giftar sjómonnum og bóndum. Ofta kenna genturnar ikki mennirnar, sum tær gifta seg við. Filmurin greiðir frá teilendsku kvinnunum í Danmark og fylgir eini teilendskari gentu, sum júst er komin til Thy. Dr1 • Mánadag 8. kl. 19.00 »Attenborough – koldblodigt eventyr« - 4:5 Fyri 95 milliónum árum síðan høvdu forfedrarnir til slangurnar bein. Men hesi bein vóru í vegin, tá ið ein fongur skuldi fáast til vega. So niður gjøgnum ættarliðini gjørdust beinini minni og minni, inntil tey so heilt hvurvu. Dr2 • Fríggjadag 5. kl. 22.20 »Dresden« - 1:2 Romantiska stuttrøðin »Dresden« er hin dýrasta týska sjónvarpsframleiðslan nakrantíð. Og hyggjaratølini vóru hareftir. Felicitas Woll er týska sjúkrasystirin Anna og John Light hin bretski flogskiparin Robert.