Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-08-14, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. august 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 154 - 14. august 2001 Nr. 154 - 14. august 2001 3 Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar um salmonellafongda turkiska pastu MATEITRAN Eirikur Lindenskov Í Avstralia hava tey funnið Salmonella DT 104 bakter- iuna í fleiri turkiskum Helva-vørum frá framleið- aranum Gulsan og Ceren. Í Gulsan-vørunum er stað- fest, at talan er um Salmo- nella-bakteriuna, sum heili- vágur ikki rínir við. Ceren- vørurnar verða framvegis kannaðar. Talan er um søta turkiska sesampastu við navninum »Gulsan Kakaolou Helva« (við sjolulátasmakki) og »Ceren Vanilyali Helva« (við vaniljusmakki) eins og »Ceren Kakaolou Helva« (við sjokulátasmakki). Fyribils er frætt um 14 sjúkratilburðir úr Australia, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan í tíðinda- skrivi. Pakkarnir, sum Salmo- nella DT-104 er funnin í, eru hesir: • Gulsan Kakalou. – 800 g. Minst holdbar til 10/2001. Produceret 10/2000. Prod. nr. 18151 • Gulsan kakaolou. – 400 g. Minst holdbar 10/2001. Produceret 10/2000. Prod. nr.: 18151 • Gulsan Sade. – 400 g. Mindst holdbar 10/2001. Produceret: 10/2000. Prod. nr.: 18154 • Gulsan Antep Fistikli. – 800g. Minst holdbar 10/2001. Produceret 10/2000. Prod. nr.: 17164 • Veren Vanilyali – 350 g. Mindst holdbar 10/2001. Produceret 10/2000. Prod nr.: 18283 samt 17353 • Ceren Kakaolou – 350 g. Mindst holdbar 10/2003. Produceret 10/2000. Prod. nr.: 17348. Tá tað ikki kann útilokast, at hesar vørur eru til sølu í Danmark, heitir danska matvørustýrið á brúkarar, sum liggja inni við hesum vørum, at beina fyri teim- um ella bera tær aftur, har tær eru keyptar. Heilsufrøðiliga Starvs- stovan hevur somu áheitan á føroyskar brúkarar. Danska matvørustýrið ger eisini vart við, at á- byrgdin fyri ikki at selja heilsuskaðiligar vørur ligg- ur hjá innflytara og hand- landi. Ferðavinnan í Eysturoy hevur sett nýggjan leiðara á Kunningar- stovuni í Saltangará. Nýggi leiðarin er 30 ára gamla Rannvá Troest. Hon byrjaði í nýggja starvinum miku- dagin 8. august. Í hesum sambandi verður almenn móttøka seinni í mánaðinum. Nú er Týr ikki longur nummar 1 á hitlistanum hjá Útvarpi Føroya, 15 tær bestu. Leygarkvøldið datt Ormurin langi av fremst- a plássinum, tí gospel- rockbólkurin I AM trok- aði seg framum. Týr er tann føroyski bólkurin, sum hevur ver- ið longst nummar 1 á 15 teimum bestu, og tað er bara amerikanski bólk- urin, Bon Jovi, sum hev- ur verið fleiri vikur á fremsta plássinum. Ormurin langi kom beinleiðis inn sum nummar 1 á 15 teimum bestu fyri 10 vikum síð- ani, og sangurin hevur ligið á ovastu rók síðani. Men leygarkvøldið fór vakra balladan hjá I AM, Friðsæla stund, av 2. plássi og upp á 1. pláss. Sangurin hjá I AM er at finna á Prix Føroyar útgávuni hjá Útvarp- inum. Hetta var ein av sangunum, sum I AM framførdi í finaluni í hesi kapping. All that Rain er nummar 5 á 15 teimum bestu í løtuni við teirra Happy when you’re gone/Tribal Jam, meðan Clickhaze reyk út av list- anum leygarkvøldið. Pop.fo Hóast landsstýris- kvinnan lovaði at søkja eftir lækna, so skúlalækni varð sett- ur til skúlaársbyrjan, hevur enn eingin lýs- ing verið at sæð. Hetta vil Jenis av Rana hava greiðu á POLITIKKUR Eirikur Lindenskov Jenis av Rana fer at seta Sámal Peturi í Grund, landsstýrismanni í heilsu- og almannamálum fyri- spurning um, hvør orsøkin er, at tað ikki enn er søkt eftir skúlalækna til suður- streymoyarøkið. Hann vísir á, at landsstýriskvinnan í almanna- og heilsumálum í vár lovaði Føroya Løgtingi, at hetta fór at verða gjørt, so lækni var tøkur til byrj- anina av nýggja skúlaárin- um. Jenis av Rana v il eisini hava landsstýrismannin at greiða løgtinginum frá, hvussu støðan er við- víkjandi skúlalæknum í øðrum økjum í landinum. – Tíðliga í vár svaraði Helena Dam á Neystabø, sum tá umsat hetta máls- økið, fyrispurningi frá mær, at hon við fullari vissu kundi lova, at lýst fór at verða eftir skúlalækna til byrjanina av nýggja skúla- árinum, sigur Jenis av Rana. – Lyfti hennara tykist tíverri brotið, og enn eitt ár byrjar við ongum skúla- lækna í høvuðsstaðarøkin- um, økinum, sum rúmar 2/5 av børnum landsins, og er hetta enn ein kapittul í einari longri søgu um ára- langa vanrøkt av komandi ættarliðinum, sigur tingmaðurin. Jenis av Rana vísir síðani á, at fram til 1994 hevði eingin skúlalækni verið í Suðurstreymi í mong ár. Hóast áhaldan di áheitanir vildu skiftandi landsstýri ikki lýsa eftir slíkum, brúktu m.a sum undan- førslu, at eingin fór at søkja. – Tá tað at enda eydnað- ist mær at fáa býráðið at heita á landsstýrið at søkja, komu tvær umóknir, lækni varð settur og røkti starvið í trý ár. Á vári 97 segði hesin seg úr starvi, og hóast marg- faldar áheitanir hevur ikki eydnast at fáa skiftandi landsstýrismenn at røkja uppgávu sína og skipa so fyri, at børn í høvuðsstaðar- økinum fáa ta fyribyrgjandi røktina, sum samfeløg á okkara støði meta avger- andi neyðuga, sigur Jenis av Rana. Tingmaðurin heldur, at hægsti politiski myndug- leikin má vera sína upp- gávu vaksin og kenna ábyrgd. Skúlalæknaarbeið- ið kann ikki yvirmetast, tað er fremsta fyribyrgingar- tiltak fyri heilsu skúlabarn- anna. Tað hvílir tí ein álvarslig ábyrgd á einum landsstýri, sum ikki røkir og prioriterar hesa uppgáv- una millum tær fremstu, sigur Jenis av Rana. Salmonella funnin í turkiskum sesampasta Børnini í Havn fáa ikki neyðugu fyribyrgjandi røktina Rannvá Troest leiðari So varð Ormur- in langi tikin Jenis av Rana vil hava Sámal Petur í Grund at greiða frá, hví hann ikki lýsir eftir skúlabarna- lækna til Suðurstreym, so sum Helena Dam á Neystabø hevur lovað C M Y K 3 2