Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-08-14, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. august 2001síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 154 - 14. august 2001 Nr. 154 - 14. august 2001 5 Ráðið fyri Ferðslu- trygd fer nú at leggja á annan bógv. Hereftir skulu vit gera meiri burturúr at vísa á, hvar vit eiga at bøta um trygdina, sigur Jón Kragesteen FERÐSLUTRYGD Áki Bertholdsen Ráðið fyri ferðslutrygd skal vera nógv sjónligari í fram- tíðini, enn tað hevur verið. Jón Kragesteen, leiðari á Ráðnum fyri Ferðslutrygd, sigur, at ráðið fer nú at leggja á annan bógv. Higartil hevur politikkur- in hjá Ráðnum verið ikki at gera nógv um seg í sam- bandi við vanlukkur og óhapp. – Higartil hava vit bert lagt okkum eftir at arbeiða fyri tí, sum øll eru samd um, t.d. um at fáa øll at nýta endurskin, trygdarhjálm, trygdarseðlar o.s.fr. – Við øðrum orðum hava vit bara borið vitan víðari, sum ongir trupulleikar kunnu standast av. Hinvegin hava vit ikki gjørt nógv burturúr at bera vitan og ráðgeva um mál, har vit kunnu koma upp á tvørs av stovnum og mynd- ugleikum. Tað hava vit ikki gjørt, tí vit hava lagt stóran dent á samstarv við stovnar og myndugleikar. – Av tí sama hava vit ikki gjørt nógv við at ráðgeva myndugleikar um, hvørjar ábøtur, vit halda eiga at vera gjørdar á vegastrekk- um ymsastaðni kring land- ið. Men Jón Kragesteen sig- ur, at Ráðið fyri Ferðslu- trygd fer nú at broyta poli- tikk á hesum øki. – Hereftir skulu vit virka meiri sum eitt brúkafelag og vera ein mótpólur til myndugleikarnar, tá ið tað um ferðslutrygd um ræður, tí slíkan mótpol hava myn- dugleikarnir ikki í løtuni og tað er tað saknur í. – Frameftir fara vit í nógv størri mun at vera geva myndugleikunum eitt mótspæl, tá ið ferðslutrygd umræður. Hann sigur at hereftir fer Ráðið fyri Ferðslutrygd í størri mun virkar um ein andstøða til myndugleik- arnar og fer at gera meiri vart við seg við at vísa á pláss, har vit halda, at tað tað er neyðugt at gera ábøt- ur og broytingar fyri at bøta um trygdina. – Har vit kunnu vísa á, at umstøðurnar hava gjørt avleiðingarnar av einumn óhappi verri, enn neyðugt, eiga vit at bøta um trygdina Hann heldur, at Ráðið fyri Ferðslutrygd saktans kann samstarva við stovnar og myndugleikar, hóast tað ikki er samt við hesar somu stovnar og myndugleikar. Jón Kragesteen sigur, at, at tá ið eitt óhapp, ella ein vanlukka er hend, er tað neyðugt at kanna umstøð- urnar at broyta tað, sum er neyðugt, fyri at bøta um trygdina, soleiðis at avleið- ingarnar av teimum mistøk- um, sum henda, verða av- markaðir. Boðskapurin hjá okkum er púra greiður: SEV-tornið í Øravík má flytast, ella má bilaverja setast eftir vegjaðaranum, sigur Jón Kragesteen á Ráðnum fyri Ferðslutrygd, nú aftur ein bilur hevur rent á tað umstrídda tornið FERÐSLUTRYGD Áki Bertholdsen – Nú má okkurt gerast við vegin í Øravík. Tað heldur Jón Krage- steen, leiðari á Ráðnum fyri Ferðslutrygd. Nú ein bilur einaferð enn rendi á umstrídda SEV- tornið, sum stendur beint við vegin í Øravík, er kjak- ið aftur tikið seg upp um ferðslutrygdina á hesum vegastrekkinum kyknað uppaftur. Seinastu 14-15 árini eru fimm tilburðir skrásettir, har bilar hava rent á tornið, sum ikki stendur meiri enn ein metur ella tveir frá vegnum, mitt í einum svingi. Men tað er onki loyndar- mál, at tað eru ikki øll óhapp, sum verða fráboðað, so veruliga talið á bilum, sum hava rent á tornið, er nógv størri. Verða so óhappini løgd afturat, sum eru har á leið- ini, men har bilarnir av til- vild ikki hava rakt sjálvt tornið, gerast talið nógv hægri. Tað var eftir syndarligu vanlukkuna í september í 1999, har tríggir ungir dreingir lótu lív, at fólk av álvara fóru at tosað um at tað var neyðugt at gera nak- að við ferðslutrygdina á hesum vegastrekkinum. Men kjakið dovnaði skjótt aftur og síðani hevur lítið og onki verið at hoyrt- heilt til nú, aftur eitt óhapp hendi, har ein bilur fekk heilt stóran skaða og ein maður varð fluttur á sjúkra- húsið við brotnum armi. Okkurt má gerast Men nú kjakið er kyknað uppaftur eftir hetta seinasta óhappið hava vit spurt leiðaran á Ráðnum Fyri ferðslutrygd, um hann hev- ur nakra meining um hetta vegastrekkið. Tað hevur hann og boð- skapurin frá honum er púra greiður: Umstøðurnar á Landsvegum í Øravík mugu gerast betri. – Á einum vegastrekkið, sum hevur kostað so nógv, sum hetta strekkið í Øravík hevur, er tað sjálvsagt, at okkurt má gerast, heldur Jón Kragesteen. Hann sigur, at antin má tornið flytast, ella má veg- urin flytast, ella má bila- verja setast uppp framvið vegnum. – Okkum tørvar ikki fleiri prógv um, hvussu hættisligt hatta vegastrekk- ið er, enn vit longu hava fingið. – Tað kostar ikki nógvar túsund krónur at seta nakrar metrar av bilaverju upp so at tornið er avbyrgt og tað hevði í hvussu so er hjálpt munandi um ferðslutrygd- ina, sigur Jón Kragesteen. – Í øllum førum eigur tað at vera gjørt beinanvegin, sum ein fyribils loysn, til ein verandi og endalig loysn er fingin á vega- strekkinum, sigur leiðarin á Ferðslutrygd. Eitt arbeiðspláss Jón Kragesteen sigur, at vit eiga altíð at gera, tað, vit kunnu, fyri at gera umstøð- urnar so tryggar sum gjør- ligt. – Mistøk henda altíð og tey óhapp, sum henda, eru avleiðingar av mistøkum. Men eg haldi, at tað altíð áliggur okkum at gera um- støðurnar so góðar so gjør- ligt, fyri at avmarkað av- leiðingarnar av teimum óhappum sum henda, so at tery ikki so ofta, sum tey nú gera, føra til deyða, av- lamni og skaða. Hann sigur, at vegirnir eiga at vera mettir sum eitt arbeiðspláss. – Á arbeiðsplássum gera vit tað, vit kunnu, fyri at tryggja maskinur og am- boð, so at mistøk og óansni hjá teimum, sum arbeiða við teimum, ikki skulu føra til skaðar og avlamni. Á arbeiðsplássunum er tað arbeiðsgevarin, sum hevur skyldu til at gera umstøðurnar so góðar sum gjørligt, fyri at avmarka avleiðingarnar av óhapp- um. Sama hugburð eiga vit at hava tá ið tað ræður um ferðslutrygd, sigur Jón Kragesteen. – Og á vegnum í Øravík eiga vit eisini at hugsa um, hvat vit kundu broytt. Og tá ið tornið stendur soleiðis fyri, at tað er lætt at koyra á tað, eigur okkurt at vera gjørt fyri at avmarkað tann vandan Hann sigur, at hetta er ikki ein spurningur um at at taka ábyrgd frá bilførarun- um. Men tá ið eitt lív er mist, lítil uggi í at tosa um ábyrgd. Tað eru slíkum missum, vit mugu forða fyri, sigur Jón Kragesteen. Vit fara nú at gera meiri vart við okkum Nú má okkurt gerast við vegin í Øravík Í farnu viku hendi tað aftur: Ein bilur rendi á umstrídda SEV-tornið, sum stendur beint við vegin í Øravík. Hesuferð kostaði tað ein brotnan arm og ein knústan bil. Ráðið fyri Ferðslutrygd heldur, at tað er neyðugt bøta um ferðslutrygdina – Hereftir skal Ráðið fyri Ferðslutrygd virka meiri sum ein brúkarastovnur, enn vit hava gjørt higartil, sigur Jón Krage- steen, Løgmaður vísir avgjørdur aftur, at hann leypir á frælsið at bera egin sjónar- mið fram og skipa seg, soleiðis sum oddamaður í Hesu- ferð heldur, at løg- maður ger HESUFERÐ Eyðun Klakstein – Tað er púra burturvið at leggja meg undir at leypa á frælsið at skipa seg og at bera egin sjónarmið fram. Hesuferð kann gera og halda tað, tey vilja, men tað er gott at fólk hava fingið at vita, hvussu átakið arbeiðir. Tað sigur Anfinn Kalls- berg, løgmaður, sum fríggjadagin tók eitt óvan- ligt stig, tá hann sendi út eina ávaring ímóti innihald- inum í einum teldubrævi frá átakinum Hesuferð. Í hesum teldubrævi, sum eitt av oddafólkunum í átakinum, Kjartan Hoydal, hevði skrivað, vórðu fólk biðin um at mótmæla sam- ráðingarleiðini hjá løg- manni mótvegis donsku stjórnini. Kjartan Hoydal heldur, at løgmaður leypir á frælsið hjá fólki at skipa seg og bera sjónarmið fram, tá hann almennakunnger teldubrævið og ávarar ímóti innihaldinum. – Hetta teldubrævið kom mær í hendi, og tað, sum eg vildi við at almannagera tað, var at vísa almenning- inum, at vit kunnu vænta eina herferð ímóti samráð- ingarviljanum hjá løg- manni, sigur Anfinn Kalls- berg. Spjaðing er úrslitið Løgmaður heldur lítið um innihaldið í brævinum hjá Kjartani Hoydal. – Tað, sum er kjarnin í hesum máli, er, at Hesuferð sendir eitt bræv út til 52 teldupostadressur og biður um talsmenn fyri eini kam- panju ímóti samráðingar- viljanum hjá løgmanni mótvegis donsku stjórini. Hesuferð roynir við hesum at stríðast í móti einum politikki, sum byggir á eina løgtingssamtykt um sjálvs- stýri og er tann gongda leiðin í sjálvstýrismálinum, sigur løgmaður. – Tað er ómetaliga spell, at slíkt virksemið skal spjaða tann føroyska sjálv- stýrisvongin, og eg eri feg- in um, at hetta teldubrævið kann vísa føroyingum, hvussu tað verður arbeitt. Løgmaður ætlar ikki at taka brævið upp í samgong- uni, men hann sigur seg kenna onkur av sjónarmið- unum aftur frá tingfólki hjá Tjóðveldisflokkinum undir viðgerðini av løgmansrøð- uni. Einki mistak Anfinn Kallsberg heldur ikki, at tað var eitt mistak, at teldubrævið frá Hesuferð var sent teimum ávísu fólk- unum á adressulistanum. – Tað vóru so at siga tær somu teldupostadressurnar, sum fingu eitt líknandi bræv frá Hesuferð í februar mánaði. Tá bað átakið fólk um at mótmæla, at fólkaatkvøðan var avlýst, sigur løgmaður. Ta ferðina var brævið skrivað av øðrum fólki í Hesuferð, men send so at siga somu fólkum, sum hesuferð fingu brævið frá Kjartan Hoydal. Tað heldur løgmaður vísir, at tað var einki mis- tak, at fólk fingu seinastu áheitanina frá Hesuferð. – Tað er ein hóttan ímóti demokratinum, tá hvør ein- stakur ikki sleppur at taka sínar avgerðir sjálvur. Tí eri eg glaður um, at almenn- ingurin hevur fingið innlit í hetta teldubrævið, sigur Anfinn Kallsberg. Løgmaður: Hesuferð spjaðir sjálvstýrisvongin – Tað er ómetaliga spell, at slíkt virksemið skal spjaða tann føroyska sjálvstýrisvongin, og eg eri fegin um, at hetta teldubrævið kann vísa føroyingum, hvussu tað verður arbeitt, sigur løgmaður um teldubrævið hjá Hesuferð Herfyri reisti byráðslimurin Jógvan Arge spurningin um at seta nevnd í kommununi at taka sær av oljuráðlegging í sambandi við eina komandi oljuvinnu. Málið varð fyri á býráðsfundi 4. juli og varð tað beint til viðgerðar í Fíggjarnevndini. OLJURÁÐLEGGING Jan Müller Jógvan Arge sigur seg vóna, at málið fer at fáa góða undirtøku og í hesum sambandi vísir hann á álitið, sum oljuráðlegging- arnevndin hjá landsstýrin- um legði fram fyri fýra árum síðani – tann 10. juli 1997. Tá varð fleiri ferðir nevnt, at í forkanningar- og leitingarstigunum var neyð- ugt at gera útreiðingar av ymsum spurningum, sum tóku seg upp í orðaskift- inum um tilstundandi olju- vinnu í Føroyum. Hesi við- urskifti eru serliga viðgjørd undir yvirskriftini »Andre påvirkninger« á síðunum 380-385 í donsku útgávuni og eisini har frammi í álit- inum á s 51-52 undir samanumtøkum. Vísast kann t.d. á síðu 384, har oljuráðleggingar- nevndin sigur: »Der kan peges på, at der foreligger et righoldigt materiale af samfundsmæssige konse- kvensanalyser m.v. i forbin- delse med olieudvikling i samfund, der har ligheds- punkter med Færøerne. Eksempler vil kunne hentes fra Norge, Skotland, Shet- landsøerne, Orkneyøerne, New Foundland o.s.v. Jógvan Arge sigur, at tað er ein góður botnur fyri víðari viðgerð av málinum at orientera seg í hesum álitinum, sum er av teimum frægu, og tá sæst skjótt, at so at siga ongar av teimum útreiðingum, sum oljuráð- leggingarnevndin sá fyri sær tá, eru gjørdar um møguliga ávirkan av olju- vinnu uppi á landi í Før- oyum. – Sostatt kemur Tórs- havnar Kommuna at ganga á odda at royna at gera sær greitt, hvat fer at henda og hvat verður neyðugt at gera tann dagin, olja verður funnin undir Føroyum og farið verður at fyrireika framleiðslutíðarskeiðið, sum fær nógv ta størstu ávirkanina á samfelagið. Eg haldi tað hevur stóran týdning, at kommunan vísir flaggið, og tað er ikki nóg mikið at lata oljufeløgini eiga meginpartin av kann- ingunum og álitunum. Fyrireikingin til fram- leiðsluna fer at taka nøkur fá ár, eftir at lønandi olju- og/gassfundir eru staðfest- ir, so enn eru ikki allar súð- ir syftar. Vit hava stundir til at venda spurningunum bæði væl og virðiliga sigur Jógvan Arge í einum brævi hann hevur sent formannin- um í Fíggjarnevndini, borg- arstjóranum Jan Christian- sen. Jógvan Arge vísir á, at tað er umráðandi er at gera arbeiðssetningin neyvan, at hava fólk burtur av til at gera tað verkliga arbeiðið eina tíð og at hava eina dugnaliga nevnd ella bólk til at seta út í kortið og taka samanum. Oljuráðlegging í høvuðsstaðnum Jógvan Arge, hevur sum tíðindamaður fylgt væl við í oljumenningini. Her er hann á vitjan á útlendskum boripalli. Nú vil hann sum býráðslimur hava at býráðið setur nevnd at taka sær av oljuráðlegging C M Y K 5 4