týsdagur 14. august 2001síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 154 - 14. august 2001
Nr. 154 - 14. august 2001
7
Bubbi segði søgur og
sang sangir frá síni
langu tónleikakarri-
eru, tá hann var á pall-
inum í Altantis
fríggjakvøldið.
Krúnurakaði og
tatoveraði tónleikarin
spældi bæði eymar
balladur og rock-
kendar vísur
BUBBI
Eyðun Klakstein
Fríggjakvøldið kom íslend-
ingurin, Bubbi Mortens,
aftur til Klaksvíkar. Mið-
skeiðis í sjeytiárunum búði
hann eitt skifti í Klaksvík,
og hann hevði ongantíð
verið aftur í Klaksvík síð-
ani. Ikki fyrr enn nú Lista-
stevna Føroya dróg hann til
landið.
Bubbi Mortens hevði
konsert í fullsettum sali í
mentanarhúsinum, Atlantis,
og konsertin gjørdist eitt
frálíkt tónleikaligt upp-
livilsi. Bubbi var væl fyri,
prátaði
væl
upplagdur
millum sangirnar, argaði
danir, og spældi eisini eitt
breitt
úrval
av
sínum
mongu sangum.
Vísumenn úr Klaksvík
løgdu fyri á konsertini.
Jógvan
Hansen,
Hans
Hjalti Skaale og Sjúrður
Ravnsfjall spældu í einar
25
minuttir,
áðrenn
íslendska
høvuðsnavnið
kom á pallin. Vísumenn
spæla
fólkatónleik,
og
framførsla teirra var ein
góð byrjan á kvøldinum.
Ikki minst sanguirn um tær
sjey drykkjunæturnar rigg-
aði væl.
Vísumenn høvdu eisini
týtt ein av kendastu sang-
unum hjá Bubba til før-
oyskt, og teir framførdu
sína egnu útgávu av sang-
inum, Tað er gott at elska.
Hendan
sangin
spældi
Bubbi ikki á konsertini.
Harður og eymur
Bubbi var væl fyri, tá hann
kom á pallin. Hann er
herðabreiður, krúnurakaður
og hevur fleiri tatoveringar
á kroppinum. Hann líkist
einum meira einum útblak-
ara enn einum vísutón-
leikara, men soleiðis ber til
at fara skeivur, um tú skoð-
ar hundin á hárinum.
Bubbi spældi sangir frá
ymsum tíðarskeiðum í síni
drúgvu tónleikakarrieru, og
hann greiddi frá ymsum
upplivingum, sum hann
hevði havt gjøgnum sítt
stundum harða lív. Fleiri av
teimum kendu sangunum
hjá honum vórðu ikki
spældir, men hann fyri tað
hevði ovmikið av góðum
sangum at bera temum
stívliga 100 áhoyrarunum.
Bubbi greiddi eitt sindur
frá síni tíð í Klaksvík, men
hann helt speiskliga fyri, at
hann mintist so lítið frá hesi
tíð, tí hann gekk fyri tað
mesta í eini rústoku. Men
hann helt, at tað var stuttligt
at verða aftur í Klaksvík og
sleppa
at
spæla
fyri
klaksvíkingum.
Bubbi greiddi frá teimum
sangunum, sum hann fór at
spæla. Áhoyrarnir fingu
nógvar áhugaverdar søgur,
og hann spardi ikki danir.
Hann helt, at danska málið
var so komiskt, at eingin
kann taka danir í álvara.
Hann segði, at tá hann var í
ringum lag, so plagdi hann
at lurta eftir donskum rock-
tónleiki, tí so flenti hann í
kíki. Danskur rockur var
best í 20’unum og 30’un-
um, helt hann speiskliga
fyri.
Góður sangari
Tíðliga á konsertini spældi
Bubbi eitt av sínum vakr-
astu løgum – tann yndisliga
Sem aldrei fyrr – og í tí
sanginum varð munnharp-
an eisini tikin við í spælið.
Bubbi spældi eisini Havi
staðið við gluggan, sum
Kári P. so meistarliga hevur
týtt til føroyskt, og millum
aðrar stillar sangir var eis-
ini ein vøgguvísa til kvota-
greivar, sum snýr sum tey
fólkini, sum eiga stóra part
av fiskinum í havinum
kring Ísland.
Men Bubbi var ikki bara
friðarligur, hann setti eisini
ferð á við góðum gittar-
spæli og eini rødd, sum eis-
ini kláraði at syngja við
stórari orku. Trúir tú á
engla var ein frálíkur sang-
ur, har Bubbi vísti, at hann
er frálíkur sangari.
Millum søgurnar, sum
Bubbi segði frá, var ein um
eina unga gentu, sum hann
kendi úr Reykjavík. Hon
hevði búð og vunnið pengar
á gøtuni í íslendska høv-
uðsstaðnum,
men
hon
doyði longu sum 17 ára
gomul. Hesin sangurin,
Láttu sem tú sofir, var
sterkur og inniligur.
Tað vóru nakrar av lívs-
ins
tatoveringum,
sum
Bubbi framførdi á pallinum
í Atlantis fríggjakvøldið, og
hann setti punktum við ein-
um væl svingandi sangi,
sum hevði sín uppruna á
Cuba.
Tað riggaði væl at
hava dupultkonsert
við teimum báðum
Eivør og Teitur, sum
allar Føroyar eru
uppá fornavn við.
Norðurlandahúsið
fyltist fríggjakvøldið,
og framførslan fylti
tey uppmøttu
LISTASTEVNAN
Rúnar Reistrup
Bert aftasta røð í teirri tal-
merktu
stólarúgvuni
í
konserthøllini í Norður-
landahúsinum var tóm, tá
lív kom í trummurnar,
kontrabassin og el-guitar-
an, sum stóðu á pallgólv-
inum.
Bæði Eivør og Teitur,
sum annars eita Pállsdóttir
og Lassen til eftirnavn,
valdu at brúka tann intima
konsertstílin har tónleikar-
arnir standa og sita í
klingru og ikki gera stór-
vegis um seg, meðan teir
spæla.
Bæði høvdu tríggjar tón-
leikarar við sær, og teir
brúktu tey somu trý ljóð-
førini. Men so líktust fram-
førslurnar heldur ikki meir.
Eivør, sum hevði Brand
Jacobsen, Mikael Blak og
Leiv Thomsen við sær á
ávikavist
trummum,
kontrabassi og el-guitara,
sang fyri tað mesta fólkslig
løg av fløguni hjá sær.
Brandur, Mikael og Eivør
hava spælt nógv saman,
meðan Leivur Thomsen er
nýggjur í høpinum. Og
hóast tað onkuntíð hoyrdist,
at Leivur var tann »nýggi« í
bólkinum, so megnaði hann
væl ta nokkso krevjandi
uppgávuna, sum tað er at
koma inn í júst hetta høpið.
Eivør, sum fekk onkran
at gníggja eyguni tá hon
kom fram á pallin í før-
oyskum skjúrti og belti,
men við gjøgnumskygdari
reyðari nylontroyggju og
berføtt, var sum altíð væl
uppløgd. Hon eksperimen-
teraði stundum við røddini,
og skifti millum at bergtaka
og taka á bóli áhoyrararnar.
Framførslan hjá Eiovør
endaði við at Leivur Thom-
sen og Brandur Jacobsen
hvør í sínum lagi sluppu at
folda seg út á ljóðførum
sínum við langum solo-
spæli, har teir góvu nakrar
lekrar bitar frá sær.
Jazzurin livir í Teiti
Eftir ein steðg kom Teitur á
pallin við teimum báðum
donsku
tónleikarunum
Andreas Marcus á bassi og
Mads Andersen á trumm-
um. Við sær hevði hann eis-
ini Leiv Thomsen, sum so-
leiðis var á pallinum alt
kvøldið.
Teitur skemtaði við at
Leivur fyrr hevur verið
hansara guitarlærari, og
áhoyrararnir kundu bara
staðfesta, at okkurt hevði
hann lært. Umframt at vera
góður sangari og sangskriv-
ari er Teitur eisini sera
stinnur á guitarinum. Tað
gevur honum eitt størri
rásarúm at spæla við løgun-
um á konsertframførslum,
og hann brúkti hendan
møguleika til fulnar í
Norðurlandahúsinum
fríggjakvøldið.
Teitur hevur vent sær til
poppin aftur, men tíðin sum
jazztónleikari hevur sett
síni týðiligu spor og bjargar
honum stundum frá at ger-
ast ov sukursøtur í teimum
vøkru romantiksu løgun-
um, ið hann serveraði á
silvurfati á konsertini.
Í konsertini hjá Teiti var
Leivur Thomsen á heima-
vølli og kom nógv betur til
sín rætt. Saman við Teiti
bar hann konsertina við
royndari hond á guitararm-
inum.
Teitur fekk hjálp frá
Eivør til eitt av løgunum,
og saman sungu tey eisini
kenda føroyska lagið »Mær
leingist« sum eykalag og
sendu síðan áhoyrarnar út
úr konserthøllini, hungr-
andi eftir meira.
Tað hevði verið gott um
Teitur og Eivør kundu
framført eitt sindur meira
saman hetta kvøldið, eftir-
sum at tey nú vóru í sama
húsi um somu tíð, men tað
er skiljandi at tey helst
vildu framføra tað mesta
hvør sær.
Teitur eftir Eivør
Bubbi framførdi lívsins tatoveringar
2001
2001
Bæði Prix Føroyar
vinnararnir, Click-
haze, og stóri grøn-
lendski bólkurin í
løtuni, Chilly Friday,
eru samdir um, at tað
hevur stóran týdning
at varðveita sínar røt-
ur innanfyri tónleik-
in. Bólkarnir báðir
hava so avgjørt okk-
urt til felags, hóast
tað kanska ikki altíð
liggur líka væl fyri at
samanbera
TÓNLEIKUR
Heri á Rógvi
Mynd: Bárður Eklund
Johansen
Á Hotel Føroyum hava vit
sett tveimum tónleikabólk-
um stevnu. Hesir báðir
bólkar eru høgt í metum í
hvør sínum landi. Click-
haze er úr Føroyum og
Chilly Friday er úr Grøn-
landi. Báðir bólkarnir hava
vunnið tónleikakapping í
heimlandi teirra. Í Føroyum
vunnu
Clickhaze
Prix
Føroyar. Chilly Friday vann
eina kapping í Grønlandi,
sum uppá fleiri mátar
minnir um Prix Føroyar,
men kappingin er kortini
ikki heilt tað sama. Henda
leygardagin sita allir fimm
úr Chilly Friday og trý
umboð frá Clickhaze. Tað
skal eisini sigast, at sjónar-
miðini hjá hesum fyrst og
fremst eru teirra egnu
sjónarmið ikki sjónarmiði
hjá øllum bólkinum.
Tá fyrsti spurningurin er
spurdur, kemur beinanveg-
in gongd á prátið, og blað-
maðurin roynir at fylgja, tí
tað er greitt, at hesir báðir
bólkar hava nógv til felags
og nógv at práta um.
Stórir
Tað eru kanska ikki nógv
fólk í Føroyum, ið kenna
Chilly Friday. Støðan í
Grønlandi er tó ein heilt
onnur, tí har eru teir so at
siga tann »størsti« bólkur-
in. Chilly Friday er mannað
við grønlendingum, og tað
er eisini í Grønlandi, at
bólkurin fyrst og fremst
hevur spælt.
Fløgan hjá teimum hevur
selt eini 4000 eintøk, og
hetta er at rokna sum met.
Sovorðin tøl hoyra til tað
ógvuliga sjáldsama - eisini
í Føroyum.
Bólkurin vann eisini eina
tónleikakapping í Grøn-
landi. Henda kapping verð-
ur samanborin við Prix
Føroyar, men kappingarnar
eru tó ikki heilt tær somu.
Sjálvir siga teir í Chilly
Friday, at tað kendist sum
um, at teir ikki luttóku, tí
teir fóru bara á pallin
einaferð, og síðani høvdu
teir vunnið.
Í øllum førum vann bólk-
urin hesa góðu kapping, og
ein partur av vinninginum
var at sleppa uttanlands at
spæla. Í hesum sambandin-
um hava teir lagt leiðina
framvið Føroyum, men teir
hava eisini spælt á so fræg-
um støðum sum í Tivoli.
Sjálvir siga teir tað vera
stuttligt at sleppa út um
teirra egna land við teirra
tónleiki, og tað er so av-
gjørt eisini eitt ynski at sláa
ígjøgnum uttanlands, hóast
hetta ikki er høvuðs enda-
málið.
Chilly Friday spælir eitt
slag av rokktónleiki, sum
minnir
einamest
um
amerikanska rokktónleik.
Henda sambanbering skal
standa fyri egna rokning.
Leygardagin var tað eisini
onkur sum bar fram, at
tónleikurin hjá Chilly Fri-
day hevði nakað serstakt
grønlendskt í sær.
Higartil hevur bólkurin
givið eina fløgu út, men teir
hava ætlanir um at fara í
upptøkuhøli seinni í hesum
árinum.
Manningin telur fimm,
og teir eru: Jan De Vroede,
klaver,
Henrik
Møller
Jensen, bass, A. Larsen,
gittar,
Alex
Andersen,
trummur og Malik Kleist,
sang.
Røturnar
Tá spurt verður um upp-
runa og endamál hjá hesum
báðum bólkunum, so eru
svarini eitt sindur ymisk.
Clickhaze er í stóran mun
sprotið úr øðrum bólkum,
og tað lá eisini meira ella
minni ein hugskot aftanfyri
bólkin. Hetta hugskot var,
at gera teirra egna tónleik.
Tónleikurin skuldi ikki
vera tann vanligi konsert
tónleikurin í Føroyum, og
hann skuldi vera egin og
góður.
Limirnir í Clickhaze vísa
á, at tey eru rættiliga ymisk
tónlistarliga, so tey umboð-
aðu eina rættiliga blanding.
Bólkurin hevur eisini
skift kós eitt sindur við
tíðini, men tað hevur altíð
verið eitt aðalmál at »halda
fast í« í rótunum. Í hesum
sambandi nevna teir eisini
fløguna
hjá
Sepultura
»Roots« sum íblástur.
Tað kemur veruliga glið á
práti, tá íblástur kemur upp
at venda, og tað vísir seg, at
íblásturin, sum bólkarnir
hava fingið, kemur oftani
frá teimum somu bólkun-
um.
Hjá Chilly Friday snýr
tað seg fyrst og fremst um
at gera góðan tónleik, siga
teir. Bólkurin er heldur ikki
so øgiliga gamal. Teir hava
eina spæligleði, sum er
grundleggjandi motivatión-
in aftanfyri bólkin. Teir
kunnu ikki liva av at spæla
tónleik í Grønlandi, hóast
teirra seinasta fløga hevur
kastað eitt sindur av sær.
Báðir
bólkarnir
eru
samdir um, at tað hevði
verið stuttligt og spennandi
at sligið ígjøgnum uttan-
lands, men hetta er ikki
teirra høvuðsmál.
Tankin um at gerast eitt
produkt er ræðandi fyri
bólkarnar báðar.
-Dreymurin er ikki at
koma uppá eina plakat,
men heldur at sleppa at
gera tað, sum man elskar,
sigur Petur Jensen úr Click-
haze.
-Størsti dreymurin er at
liva av tónleikinum onkra-
staðni í verðini, siga teir í
Chilly Friday.
Bólkarnir tykjast á einum
máli um, at tað skal nógv til
at sláa ígjøgnum, men teir
ætla tó ikki at sleppa rót-
unum av hesari orsøk.
Ber ikki til at
samnbera
Tá limirnir í teimum báð-
um bólkunum verða bidnir
um at siga eitt sindur um
tónleikastílin hjá hvørjum
øðrum, eru teir skjótir at
svara.
-Tykkara tónleikur er
ógvuliga tvíbýttur, og tit
hava samstundis tykkara
heilt egna tónleikastíl, sigur
trummusláarin í Chilly
Friday.
-Eg haldi so avgjørt, at tú
kanst hoyra nakað grøn-
lendskt í tykkara tónleiki,
sigur Jón Tyril úr Click-
haze.
Bólkarnir eru eisini rætti-
liga ymiskir. Tað verður
eisini ført fram, at Click-
haze kanska meira arbeiða í
myndum við teirra ljóði
enn Chilly Friday.
Clickhaze syngja so at
siga einans á enskum, með-
an Chilly Friday hevur
onkran grønlendskan tekst.
-Hóast tú kanska ikki
slært ígjøgnum við at hava
grønlendskar tekstir, so er
hetta nakað, sum vit hava
valt at gjørt, siga teir í
Chilly Friday.
Hjá Clickhaze er tað ser-
liga Petur Jensen, sum
stendur
fyri
at
skriva
tekstir. Jón og hini í bólk-
inum hava eisini oftani heitt
á hann um at gera meira við
at skriva føroyskar tekstir.
Jón sigur, at tað kennist eitt
sindur falskt at standa á
pallinum og syngja enskar
sangir.
Tað lagið, sum er vorðið
ein sonn landaplága í Grøn-
landi hjá Chillu Friday er á
grønlendskum. Limirnir í
Clickhaze at fara at gera
meira føroyskar tekstir,
men teir mugu taka í egnan
barm, tá tað skal leitast eftir
orsøkini.
-Eg haldi meg ikki til at
skriva tílíkar tekstir á før-
oyskum. Tað kennist bara
ikki nóg gott, sigur Petur
Jensen um orsøkina til, at
teirra tekstir eru á enskum.
Málið er ein munur á
báðum bólkunum, men
hetta er samstundis heldur
ikki tann einasti. Meðan
prátið gongur uppá tað
besta, og samanberingarnar
gerast betri og betri, so
letur tað frá klaverspælar-
anum hjá Chilly Friday, at
tað í veruleikanum ikki ber
til at samanbera, tí bak-
grundirnar eru so ymiskar.
Tað finst bara entin góður
tónleikur ella vánaligur
tónleikur, sigur hann, og
hinir taka allir undir við
honum, so lata vit tað
standa við hesum.
Varðveita røturnar í tónleikinum
C
M
Y
K
7
6