hósdagur 4. september 2008síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 169 - 4. september 2008
ka ikki meiri enn 30 minut
tir. Men her var í øllum
lagdur spírin til okkurt,
kann eg so bara staðfesta í
dag, sigur Mamy og brosar
yvir ímóti Hákuni.
Hann smílist undrandi aft
ur: Tað er ótrúligt, sum tú
minnist væl til. Eg minnist
bara, at hon var sera fitt at
tosa við!
Samtalan teirra millum
fekk kortini ein bráðan
enda: Mamy skuldi á ein
fund klokkan átta hetta
kvøldið, og dagin eftir var
Hákun flogin av landinum,
tí hann skuldi møta umborð
á skipi sínum í Reyða Hav
inum.
Kærleikin spyr kortini
ikki um mørk og fjarstøðu,
og Hákun hevði veruliga
fingið eyguni upp fyri hesi
megnarkvinnuni av Viðar
eiði.
Eg sá mangan myndir
av Mamy í bløðunum. Tað
gleddist eg um. Jú, hon er
sera virkin, sigur Hákun.
Amors Pile
Skuldi ein ganga eftir hes
um umstøðum, so var ikki
nógv sum bendi á, at her
fór at spyrjast nakað burtur
úr: Hann fór til skips, og
Mamy gjørdist læraravikar
ur í Kalsoynni.
Men Amors Pile vildu
tað øðrvísi: Eitt kvøldið
fyri tveimum árum síðani
hittust tey av tilvild aftur,
hesaferð á eini kaffistovu í
høvuðsstaðnum:
Hákun var farin higar við
einum vinmanni, og Mamy
var farin á sama stað við
eini vinkonu.
Tíverri – ella tíbetur, kun
nu vit kanska siga – var
nógv fólk inni, og tí var ein
ki pláss við nakað av borð
unum.
Men vit eitt av borðunum
sótu tveir mans og prátaðu.
Og her var pláss til tvey
fólk – tvey konufólk – aftr
at. Ger so væl, og setið tykk
um niður!
Mamy gekk yvir ímóti
borðinum, fekk eygu á hen
da vestmannadrongin aftur,
og mín sann um tey ikki fin
gu møguleika til at heilsa
uppá hvørt annað og fáa
eina samtalu í lag.
Eg kendi hana aftur
beinanvegin. Hon var fitt at
práta við seinast vit hittust,
og hon var framvegis tann
sama og líka løtt at tosa við.
Eg minnist, at hon smíltist
so pent uppá meg, sigur
tann komandi brúðgómur
in.
Ein eldri maður
Tíð var ikki at práta so nógv
saman
hesaferð.
Mamy
hevði nevniliga aftur skund,
tí hann øtlaði veðrið við
kavaroki. Hon ætlaði sær til
hús aftur á Viðareiði um
kvøldið, nú koyrandi var
undir Leirvíksfjørð.
Nú kom rættilig ferð á
sambandið teirra millum.
Nakað eftir hetta var Hákun
farin ein biltúr norðureftir
við móður síni. Hann hugs
aði helst sum so: Hví ikki
koyra heilt til Viðareiðis, og
vita um eg fái eyga á ta
kvinnuna, sum eg fingið so
stóran áhuga fyri?
Og taðvejden, um tað
ikki eydnaðist! Eg hevði
ikki ánilsi av, hvar hon búði,
men eg koyrdi bara runt í
bygdini og leitaði eftir hen
ni. Og so sá eg hana brádliga
standa har, á eini trappu og
tosa við ein annan mann!!
Eg bleiv bæði spentur
og ørkymlaður í einum: Her
stóð hon og tosaði við ein
annan mann. Eg sansaði
ikki hvør hann var, ella
hvussu hann sá út ella hvus
su gamal hann var. Og eg
tordi heldur ikki at steðga
bilinum, men koyrdi bara
víðari, greiðir Hákun frá.
Seinni fann hann tíbetur
útav, at hetta var ein eldri
maður úr bygdini, og altso
ikki ein sjeikur!
Skrivaði seg
inn í hjartað
At Hákun var til skips og
Mamy var her á landi, hevði
kortini ikki ávirkan á tann
kærleiksneistan,
ið
var
tendraður teirra millum.
Tíverri fyri tey bæði, bar
ikki til at tosa saman í tele
fon ella við Skype, tí sam
bandið var so vánaligt. Hjá
hesum forelskaða parinum
var ikki annað at gera enn
at senda teldupost sínámill
um.
Eg haldi, at hon so við
og við skrivaði seg inn í
hjartað mítt. Tað tóktist so
heitt, at tað nærum smeltaði
ísin rundan um okkum har
uppi við Alaska, sigur tann
forelskaði skiparin úr Vest
manna.
Umvegis
teldupostin
útvekslaðu tey tíðindi úr
hvør sínum heraðshorni:
Mamy kopieraði tíðindi av
Portalinum, meðan Hákun
segði frá tí, sum teir uppliv
du umborð á skipinum allar
hesar túsundtals sjómílirnar
úr Viðareiði. Uttan iva hava
onkur kærleiksorð eisini
verið skrivað.
Sohvørt sum teldupost
urin gekk heitur millum
land og skip, og skip og
land, lærdu tey hvørt annað
betur at kenna. Og tað var
ikki frítt, at tey bæði byrjaðu
at síggja fram til dagin, tá
hann skuldi koma heimaft
ur.
Tjógv og
jóladekorasjón
Sambært ætlanini skuldi
hetta henda 27. oktober,
men ymisk viðurskifti høv
du hinvegin við sær, at Hák
un, sum fór umborð sum
stýrimaður, gjørdist skip
ari.
Tað ringasta í hesum var
kortini tað, at tað samstundis
ljóðaðu syrgnu boðini í
teldupostinum: Eg sleppi
tíverri ikki heimaftur fyrr
enn komið er væl inn í jóla
mánaðin – kanska ikki fyrr
enn 10. desember!
Tá skipið var komið niður
ímóti Panamaveitini bar á
fyrsta sinni til hjá teimum
at tosa saman í fartelefon.
Eingin var fegnari enn
Mamy, tá telefonin hjá hen
ni ringdi.
Ja, hesa samrøðuna
minnist eg sera væl. Hetta
var leygardagin áðrenn 1.
sunnudag í advent, og
ætlaði at fara oman í kirkj
una at gera hana klára til
gudstænastuna dagin eftir,
greiðir Mamy frá. – Bíða
mær líka!
Hon er skjót í skápið eftir
einum álmannakka: Eg
havi skrivað alt niður! Jú,
tað var seinnapartin 2. des
ember 2006! Áh, sum tað
var gott at hoyra málið í
honum.
Tað besta av øllum var, at
hann segði, at hann ynskti
at tey hittust so skjótt sum
gjørligt, tá heimkoman var
veruleiki.
Sum sagt, so gjørt: Hann
hevði ikki verið meiri enn
hálvan tíma heima við hús,
fyrrenn Mamy troppaði upp
á Djúpagilsvegi í Hoyvík: Í
einu hondini hevði hon eitt
skerpitjógv og í hinari eina
jóladekorasjón.
Ja, eg helt, at tað mundi
treingja til at hugna eitt
sindur um í heiminum hjá
einum gomlum dreingi, sig
ur Mamy brosandi.
Eg haldi eisini, at tað bli
vu vit hetta kvøldið!
tíðindi 25
Stutt undan jólum
í 2006 kom Hákun
aftur, og teir næstu
mánaðirnir nýttu
tey til tess at læra
hvørt annað betur
at kenna: Hann
fór kortini burtur
fleiri túrar, meðan
hon var upptikin í
arbeiði sínum í Dagtil
haldinum í Klaksvík
06.09.08
Snorri Brend
Nú var farið at nærkast sum
ri 2007, og ein ávísan dag í
juli mánaði í fjør ringdi
Hákun heim fyri at frætta
tíðindi.
Hetta var 7. juli – altso
giftingardagurin
mikli
07.07.07 – og Mamy skuldi
til brúðarvígslu í Viðareiðis
kirkju. Hon hevði nærum
ikki tíð at práta. Men tað
hevði hann.
Tú, sigur hann brádliga
í telefonini. Nú er tað
07.07.07. Tú, Mamy góða.
Skulu vit ikki bara gifta
okkum 8. august komandi
ár – altso 08.08.08?!
Hóast Mamy fegin vildi
giftast við honum, var svar
hennara noktandi, so løgið
tað enn kann ljóða.
Noy!, svaraði Mamy
aftur. – Kortanei. Eg vil feg
in giftast, men tað skal í
øllum førum ikki verða ein
fríggjadag!
Nú var so spurningurin
borin uppá mál, og avgjørt
var, at um og tá tey skuldu
giftast, so skuldu øll kunna
sleppa í brúdleypið, óansæð
hvar í landinum tey búðu.
Eingin skuldi setast aftur
orsakað av veðri.
Hákun góðtók hesa frá
greiðingina, og dagurin var
ístaðin ásettur til 06.09.08 á
Viðareiði – altso komandi
leygardag. Tann stóri spurn
ingurin var kortini ikki
loystur: Hvussu halda vit
hetta góða brúdleyp?
Eg vildi hava eitt lítið
brúdleyp, men her varð eg
skjótt tikin av ræði. Mamy
kennir so nógv fólk kring
alt landið, og tað var tí vón
leyst bara at hugsa um at
bjóða fólki. Nei, her gjørdist
ikki annað enn at hava væl
komst, greiðir Hákun frá.
Tey spurdu seg fyri í
Bygdarhúsinum í Leirvík,
sum kann rúma 450 fólkum.
Men so nógv fólk teknaðu
seg, at tey í bygdarhúsinum
á fyrsta sinni máttu ásanna,
at teirra stóra og vælútgjør
da bygdarhús gjørdist ov lít
ið til eitt brúdleyp.
Nú øll hesi 670 fólkini
skulu fáa pláss var ikki ann
að at gera enn at biðja um
stórt
høli. Tíbetur
var
ítróttarhøllin í Vestmanna
tøk.
- Mamy, vilt
tú giftast
við mær?
Skráin fyri brúdleypsdagin 6. september 2008:
Áðrenn vígsluna: Myndatøka av familjunum
Umleið kl. 13:40: Meinhard Bjartalíð, prestur spælir
urgutónleik
Klokkan 14: Vígsla í Viðareiðis kirkju. Jógvan Fríðriksson,
bispur vígir parið
Við urguna situr mamma Mamy, Gudrid Sørensen
Eftir vígsluna: Brúðarmyndir í kirkjuni, samstundis sum
fólk verða boðin til ein drekkamunn í gamla bygdarskúla-
num á Viðareiði
17:30: Brúdleyp í ítróttarhøllini í Vestmanna
Forrættur: toskanakki
Høvuðsrættur: couvette-steik
Borðstjóri: Rasmus Magnussen
Spælimansorkestur skipar tónleikin
X-rays spælir til dans
Sunnudagin: Brúðarhús í Hoyvík
Brúdleypsdagurin
- Eg gleddist um at síggja myndir av Mamy í bløðunum, sigur 46 ára gamli vestmenningurin,
Hákun Egilsnes, sum her lesur Sosialin saman við komandi konu sínari, Mamy Dahl Sørensen
- Eg vildi hava eitt lítið brúdleyp, men her varð eg skjótt tikin
av ræði, sigur Hákun Egilsnes
Brúðarparið hevur
eina heimasíðu
www.123hjemmeside.
dk/mamyhakun. Her
verða myndir og frá
vígslu og brúdleypi
lagdar út. Í morgun
høvdu 18.309 vitjað
heimasíðuna.