hósdagur 4. september 2008síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26 tíðindi
Nr. 169 - 4. september 2008
12. august 2008.
skrivaði Sosialurin
um væntandi trygd og
væntandi lógarverk
í Føroyum, tá talan
er um spælipláss.
Síðani er avvarðandi
landsstýriskvinna
skift út, men nýggja
landsstýriskvinnan
lovar, at reglurnar eru
ávegis
SpælipláSS
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Í greinini 12. august stóð
millum annað, at ongar
lógir eru viðvíkjandi trygd
ini hjá børnum á spæli
plássum. Eisini varð nevnt,
at summi spælipláss eru
beinleiðis deyðsfellur, at
spæliplássini í Føroyum
sum heild eru gott handverk,
men onki verður gjørt fyri
at tryggja børnini. Eisini er
væntandi viðlíkahald ein
trupulleiki.
Sosialurin vitjaði tá tvey
lutfalsliga nýggj spælipláss
í Sunda kommunu, og har
var nógv at síggja, sum
ongantíð hevði verið góð
tikið í londunum rundanum
okkum. Heðin Zachariassen,
borgarstjóri, úttalaði seg
eisini um málið, og legði
dent á menningina og frælsi
hjá børnunum.
Størsta ivamálið vóru
føroysku bátarnir á spæli
plássunum, sum vóru lættir
at koma uppá, men á hægstu
støðunum vóru upp í 160
sentimetrar høgir og ongi
trygdartiltøk vóru gjørd í
samband við hetta.
Summi lúka
altjóða treytir
Hóast ongin lóg er í
Føroyum um spælipláss,
eru fólk tilvitaði um trupul
leikan og tí eru nøkur spæli
pláss í Føroyum, ið fylgja
altjóða reglum.
Vit upplýsa kundum
okkara um fyrimunirnar
við góðkendari útgerð til
spælipláss, og tey flestu
velja eisini tað loysnina.
Góðkenningar okkara eru
frá TÜV, sum er ein heims
kendur standardur í Týsk
landi, sigur Finn Johanne
sen, sum selur spælipláss
og undirløg í Føroyum.
Finn Johannesen heldur á
sama
hátt
sum
Einar
Hansen, spæliplássumsjón
armaður í Danmørk, sum
samrøða var við í greinini
12. august, at nógv gott
handverk er at síggja í
Føroyum, og at ikki so nógv
skal til, fyri at fáa góðkend
spælipláss. Sum ein annan
trupulleika
sær
Finn
Johannesen, at ofta væntar
viðlíkahald, og er hetta
næsta stigið, ið burdi verið
tikið, tá flestu spæliplássini
eru trygg sambært altjóða
reglum.
Tað eru fleiri kommunur,
sum eru tilvitaðar um
trupulleikan og tí hava tey
ofta sett seg í samband við
okkum um at útvega trygd
argóðkenda
útgerð.
Tá
hevur talan serliga verið
um fallundirløg, greiðir
Finn Johannesen frá.
Men onki lógarverk er á
økinum, so tað er enn bara
kommunan
sjálv,
sum
avgerð hvat hon ger við
spæliplássini.
Fólk hava ofta spurt
meg um at fara til myndug
leikarnar við trupulleikan
um, men hetta síggi eg ikki
sum mína uppgávu sum
sølumaður. Grundin til at
nógv hava heitt á meg at
gera nakað við hetta, er at
leiðararnir á stovnunum
altíð sita eftir við ábyrgdini,
tá vanlukkur eru, og hesir
leiðarar hava ofta kent seg
øgiliga illa um spæliplássini,
tá óhapp eru hend, ið kundu
verið fyribyrgd, veit Finn
Johannesen at siga frá.
Á nógvum føroyskum
spæliplássum síggjast bátar,
serliga føroyskir bátar, sum
ikki er siglandi við longur.
Ofta stinga hesir sera langt
upp, og tí gerast teir ofta
vandamiklir.
Nemmasta loysnin er
sjálvandi at grava bátarnar
longur niður í jørðina og
leggja ordiligt fallundirlag
kring bátin, hugsar Finn
Johannesen, stjóri í Vilt og
spæliplássveitari.
Ásetingar ávegis
Sosialurin hevur til fánýtis í
langa tíð roynt at fingið
fatur á landsstýriskvinnuni
í mentamálum. Men nú
bragdaði.
Vit eru klár yvir trupul
leikan, og tað er nakað vit
fara at arbeiða við sum
skjótast, sigur Óluva Klett
skarð,
landsstýriskvinna.
Hetta er stutta frágreiðingin,
tí veruleikin er tann, at ein
fulltrúi er settur at byrja 15.
septembur, og ætlanin er, at
hann skal byrja at arbeiða
við málinum. Saman við
kommununum
skal
ein
passandi loysn finnast, tí
vanliga hava kommunurnar
ábyrgdina
av
málinum,
meðan
mentamálaráðið
skal hava eftirlit við tí.
Nýggja landsstýriskvinn
an sigur seg taka málið í
størsta álvara, og ætlar at fáa
skipaði viðurskifti á økinum
í nærmastu framtíð.
Mentamálaráðið ger okkurt
við spæliplássini
Arbeiðsskaðar í heilsuverkinum
Tøl hjá grønlendska arbeiðseftirlitinum vísa, at tað henda rættiliga nógvir arbeiðsskaðar í
heilsuverkinum í Grønlandi. Av teimum 176 arbeiðsskaðatilburðunum, sum eftirlitið hevur fingið boð
um higartil í ár, vóru 48 á sjúkrahúsunum, og tað er tann størsti einstaki bólkurin, sigur kringvarpið
KNR. Á Dronning Ingrids Hospital í Nuuk, sum er størsta sjúkrahús í Grønlandi, siga tey, at tær
nógvu fráboðaninar merkja ikki, at tað er vandamikið at arbeiða í sjúkrahús ella heilsuverkinum.
Sagt verður, at stingur ein sjúkrasystir seg av einari nál, verður tað fráboðað summ arbeiðsskaði, og
soleiðis er eisini, um onkur harðligur sjúklingur ger seg inn á starvsfólk. Tí eru fráboðanartalið
lutfalsliga stórt, verður sagt.
Nýggja landsstýriskvinnan í mentamálum, Óluva Klettskarð,
ætlar at okkurt verður gjørt við málið sum skjótast
Vilt er ein fyritøka, sum selur góðkend spælipláss í Føroyum, og teir kundu væl hugsað sær
onkrar føroyskar ásetingar á økinum