Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-04, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. september 2008síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 169 - 4. september 2008 27 lýsingar DEKK SENTRIÐ Verkførari søkist Søkt verður eftir verkførara til bilverkstaðið á Frælsinum. Meira fæst at vita um starvið við at ringja á tlf. 216364 ella senda ein teldupost til runi@dekk.fo Innbjóðing Í sambandi við vitjanina frá Dansk Projektledelse v/ Morten Fangel, bjóðar FVL til evnisdag um verkætlanarleiðslu fríggjadagin 12. september á Hotel Hafnia, Høllini. Evnisdagurin er ætlaður bæði almennu um- sitingini og vinnulívinum og vendir sær serliga til fólk við ábyrgd fyri verkætlanum, og annars teimum, ið hava áhuga at menna sín førleika innan verkætlanarleiðslu. Fyrrapartin kl. 9.00 – 12.00 verður fyrilesturin: “Tendenser i Nordisk Projektledelse” við Morten Fangel. Evnini, sum verða viðgjørd eru serliga málrættað tykkum sum eru virkin í stýrisbólkaarbeiði, t.d. • Uppgáva, manning av stýrisbólkum • Teir ymisku leiklutirnir í verkætlanarleiðslu • Samstarvið millum stýrisbólkaformannin og verkætlanarleiðaran • Tilrættalegging av verkætlanarleiðsluni • Verkætlanar- og leiðslumyndlar Tilmelding fer fram við at gjalda luttøkugjaldið á konto felagsins, sum er 9181 1484534. Lut- tøkugjaldið er 300 kr. fyri limir og 500 kr. fyri ikki limir. Íroknað kaffi/te og morgunmatur. Seinnapartin kl. 13.00 – 15.00 verður kunning um IPMA sertifiseringina. Øll ið hava áhuga fyri certificering ella ætla sær at melda seg til certificering, sum skipað verður fyri í vetur, er vælkomin. Tað er ókeypis at luttaka og tilmelding er ikki neyðug.. Morten Fangel Morten Fangel er stjóri hjá Dansk Projektledelse og hevur staðið á odda fyri menningini av altjóða IPMA sertifiseringini. Morten Fangel hevur granskað, skrivað bøkur, ritstjórnað søvnum og tíðarritum um verkætlanarleiðslu. Umframt holla útbúgving og vitan er Morten Fangel eisini kendur fyri síni heilt serstøku evni at bera fram sína vitan um verkætlanarleiðslu, bæði til toppleiðslur, verkætlanarleiðarar og - starvsfólk – bæði sum ráðgevi, fyrilestrarhaldari og sum undirvísari á skeiðum og vísindaligum ráðstevnum. Øll eru vælkomin. BÓKADEILD FØROYA LÆRARAFELAGS í samstarvi við EIK BANKA skrivar við hesum út KAPPING um at skriva STUTTSØGU TIL UNG ENDAMÁLIÐ er stór norðurlendsk bókaútgáva við nýggjum stuttsøgum til ung. Í savninum verða 8 norðurlendsk forløg úr 8 ymiskum máløkjum umboðað við einari ella tveimum stuttsøgum hvørt. SØGAN skal vera til ung. Hon má í mesta lagi vera 15.000 sløg á knappaborðið. Søgan skal fara fram í okkara samtíð og hava kærleika sum høvuðsevni. HANDRITINI skulu verða Bókadeild Føroya Lær- arafelags í hendi í seinasta lagi fríggjamorgunin 28. november kl. 9.00 Handritini skulu latast inn í afturlatnum bræv- bjálva, uttan at navn verður tilskilað. Høvundurin skrivar navn og bústað sín í øðrum afturlatnum brævbjálva, ið skal fylgja við handritinum. VIRÐISLØNIR á 12.000 kr verða latnar einum ella tveimum vinnarum. Eik Banki letur vinningarnar. Bókmentaliga nevnd Føroya Lærarafelags er dómsnevnd og tilskilar sær rætt til onga virðisløn at lata, um ikki verður hildið, at nøkur søga er virðislønarverd. VIKUSKIFTISSKEIÐ verður ætlandi í Tórshavn 6.- 9. februar 2009, har ætlanin er, at allir høvundar, ið verða tiknir við í útgávuna, skulu hittast saman við forleggjarum og fakfólki, har søgurnar verða viðgjørdar og betraðar. Eitt gott høvi hjá skrivandi fólki at hittast og fáa íblástur og kunning um at skriva. BÓKIN verður ætlandi givin út á heysti 2009, og hon kemur út í øllum londunum samstundis. Bókadeild Føroya Lærarafelags Pedda við Stein gøta 9 100 Tórshavn Bókadeild Føroya Lærarafelags er barna- og ungdóms- bókaforlag, ið eisini umsitur Bókaklubban, Skúlablaðið og Strok. Heimasíða okkara er: www.bfl.fo Íbúð ynskist Íbúð ynskist til leigu í Havn frá 1. januar 2009 til eldri mann. Eri friðarligur og fari væl um. Ring á tlf. 211322 Starvsfólk søkist Søkt verður eftir krambafólkið til at arbeiða náttarvaktir í vikuskiftinum og vanligar kvøldvaktir í Kiosk Activ, J. Broncksgøtu at byrja skjótast gjørligt. Eisini sóknast vit eftir vaskifólki. Nærri fæst at vit við at ringja á tlf. 73 37 41 Nú fara vit til NESVÍKAR! Lega fyri øll: Familjur, ung og gomul, børn og vaksin, støk og pør…. Legan verður sett í Nesvík fríggjakvøldið 3. okt. 2008 kl 20.00 (koma frá kl. 19.00), og vit fara til húsar aftur sunnudag 5. okt. aftan á kirkjugongd og døgurða. Á skránni verður ymiskt til gaman og álvara: Vónandi verður góð undirtøka! Tit skulu hava soviposa ella dýnu við, handklæði, tannbust osfr. Kostnaður: Vaksin kr. 200, børn frá 7 til 14 ár kr. 50. Tilmelding hjá: Jóhonnu 421269 ella 227701 Grækaris 421265 ella 212265 Ara 421466 ella 219075 Rannvá 421280 ella 266133 Hans Jákup 421238 Elin-Mariu 421171 ella 503258 www.sosialurin.fo Lesið -so eru tit við!