hósdagur 4. september 2008síða 39
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 169 - 4. september 2008
39
tíðindi
Viking Rør bjóðar sær at gera alt HVS arbeiði, stórt
sum smátt, skjótt og væl – fyri sera kappingarførar
prísir. Við fakfólki á hægri støði er Viking Rør ført fyri
at veita avbera góða tænastu.
Vit átaka okkum alt HVS arbeiði og kunnu tryggja, at
kundin verður nøgdur. Einki rør er ov stórt og einki
ov lítið.
Viking Rør er
samstarvsfelag hjá
Viking Smíð
Alt HVS arbeiði
Ring og fá eitt
óbindandi tilboð
Tórsgøta 13, 100 Tórshavn
tel. 565600 / 565610
KERN.fo
Renault Laguna til sølu
Bilurin er frá desember 1998. Hevur fløgu
spælara og elrútar. Bilurin er enskur, men er
skrásettur í Føroyum og er góður at koyra.
Verður seldur SERA BÍLIGA vegna flyting.
Áhugaði kunnu ringja á tel. 222081
Bíliga
til sølu
Tað sigur Jacob
Brøcher Madsen,
professari. Eitt
søguliga stórt avlop
av bústøðum í størru
donsku býunum og
varnið hjá bankunum
at veita bústaðarlán,
kunnu fáa álvarsligar
avleiðingar fyri
bústaðarmarknaðin,
heldur hann
FÍGGJARKREPPA
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Hann hevur verið frammi
fyrr. Í veruleikanum var
hann ein av teimum fyrstu,
sum blástu í ávaringarlúur
um tað, hann í áravís hevur
nevnt fyri »sterkt yvirmettar
prísir á danska marknaðin
um«.
Jacob Brøcher Madsen,
sum til fyri kortum starvað
ist sum professari í tjóðar
búskapi á Københavns Uni
versitet, men sum nú er pro
fessari i Australien, hevur
longu fingið rætt í døpru
spádómum sínum.
Bústaðarprísirnir
er
longu falnir nakað í og rund
an um høvuðsstaðarøkið
seinnu árini. Men støðan
kann gerast munandi verri,
slær hann fast.
Vit hava eitt søguligt av
lop av bústøðum í Keyp
mannahavn og øðrum størri
býum. Teir eru alt ov dýrir
fyri keyparar og leigarar.
Men øll satsaðu upp á, at tær
ørligu prísøkingarnar fóru at
halda fram í allar ævir. At
man kundi halda fram við at
byggja fyri tvær milliónir og
selja aftur fyri tríggjar, sigur
Jacob Brøchner Madsen og
vísir til, at í fýra teimum
størstu
býunum
standa
35.833 bústaðir tómir – bara
í Keypmannahavn er talið
18.000 tómir bústaðir.
Prísirnir skulu framvegis
minst 20% niður. Hartil
kemur ein eyka ávirking,
nevniliga
fíggjarkreppan,
sum knappliga ger tað mun
andi truplari hjá fólki at fáa
lán. Umframt hetta hava
hækkandi renturnar gjørt
lánini
munandi
dýrari.
Hetta kann fáa marknaðin
til at »yvirreagera«, so prís
irnir falla enn meira enn
tað, sum kann grundast á
fíggjarlig viðurskifti. So
tað verður óhugnaligt, sigur
Jacob Brøncher Madsen
við epn.dk.
30-40% ov dýrt
Hann hevur javnan verið at
sæð í ymsum dagbløðum –
og hvørja ferð við einum
pástandi um, at donsku
bústaðarprísirnir í fleiri ár
hava ligið munandi yvir tí
støði, sum kann verjast av
fíggjarligum skipanum.
Í juli síðsta ár segði hann
við Ritzau:
Prísirnir á danska bústað
armarknaðinum eru sera
nógv yvirmettir. Ein nýggj
búskaparlig skipan vísir, at
prísirnir liggja millum 30
og 40 prosent yvir tað støði,
teir áttu at ligið. Og tað er
bert ein spurningur um tíð,
áðrenn prísirnir falla niður
á teirra náttúrliga støði.
Júst nú fær yvirútboðið
av bústøðum á marknaðinum
prísirnar at falla spakuliga,
men um arbeiðsloysið veks
ur ella renturnar vaksa, fara
teir at rapla niður. Í besta
føri verða teir komnir á eitt
náttúrligt støði eftir tíggju
árum, í ringasta føri um trý,
segði hann tá við Ritzau,
skrivar epn.dk.
Tað verður óhugnaligt
Bara í Keypmannahavn standa 18.000 bústaðir tómir