Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-05, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. september 2008síða 2

‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 170 - 5. september 2008 Fríggjamorgunin skip­ aðu Dagstovnurin á Argjum, Dagstovn­ urin Løkjatún og Dagstovnurin á Ham­ rinum fyri fe­lags ítróttarde­gi á AB vølli­ num. Skipað varð fyri upphiting, kappre­nn­ ing og undirhaldi frá klovninum »Atjú« Børn og Heilsa Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Við íblástri frá heilsuvikuni valdu dagstovnarnir á Argj­ um at skipa fyri einum felags ítróttardegi fyri børn, starvsfólk og leiðarar á fót­ bóltsvøllinum á Argjum. ­ Vit hava tosað leingi um at samskipa okkurt millum dagstovnarnar á Argjum, men ofta vísir tað seg at verða ringt at koma frá tosi til handling. Tá so heilsuvik­ an nú er hesa vikuna, fingu vit hugskotið til at skipa fyri felags ítróttardegi, so tað má sigast at hetta hevur ikki verið fyrireika leingi, sigur Majbritt Jacobsen, sum er varaleiðari á dag­ stovninum Løkjatún Góð undirtøka Henda verkætlanin hevur ikki verið fyriskipa leingi, men tað vísti seg skjótt at tað var stórur uppbakningur rundanum hetta. ­ Bæði børnini og starvs­ fólkini eru ordiliga við uppá tað, og tey eru sera spent eisini. Vit eru so hepp­ in, at vit hava tvær fimleika­ gentur, sum arbeiða hjá okk­ um, og so fingu vit tær at standa fyri upphitingini. Afturat tí hava vit so fingið klovnin »Atjú« at gera tað meira stuttligt, greiðir Maj­ britt Jacobsen frá. Umleið 160 børn vóru komin saman á vøllinum á Argjum, og tað var eyðsýnt at tey vóru glað og spent uppá henda ítróttadagin, og við teimum vóru umleið 30 leiðarar og starvsfólk. Góð heilsa og samanhald Umframt at hetta er eitt heilsuátak fyri børnini, er hetta samstundis ein góður møguleiki hjá starvsfólku­ num at koma út at røra seg. Eisini er hetta eitt átak, sum bæði skal skipa fyri innan­ hýsis samanhaldi í stovnun­ um, og so eisini millum stovnarnar. ­ Aftaná upphitingina verður kapprenning millum stovnarnar. Og tað eru ikki bara børnini, sum skulu ren­ na kapp, men starvsfólkini skulu eisini verða við í hes­ um. So eru vit so heppin, at vit hava fingið eina avtalu í lag við Angelu og Hannibal, soleiðs at tey eru vinningur­ in. Ætlanin er so at tann stovnurin, sum vinnur kapp­ renningina, fær Angelu og Hannibal á vitjan. Hetta er ætlað fyri at skapa saman­ hald í stovnunum, soleiðs at tey føla at tey eru ein stovn­ ur, men eisini fyri at skapa samanhald millum dag­ stovnarnar á Argjum sum heild, vísir Majbritt Jacob­ sen á. Tað merktist á børnunum, at tey vóru sera spent uppá tiltakið og at tey eisini vóru við uppá tað. Har var sera góður stemningur, og børn­ ini smíltu uppum bæði oyru tá tey fóru í gongd við at hita upp. Soleiðs hava dagstovnar­ nir skipa fyri einum heilsuá­ taki, sum bæði skapar glað og sunn børn og starvsfólk, men eisini skapar gott samanhald millum stovnar­ nar. Glað og sunn børn Lagið var gott og pulsurin høgur, tá børnini á Argjum hugnaðu sær við leiki og ítrótti á vøllinum Mynd: Jens Kristian Vang