Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-05, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. september 2008síða 3

‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 170 - 5. september 2008 3 Stilla upp til eldraráðið Eldraráð skal veljast í Tórshavnar kommunu. Eldraráðið skal geva okkara politikarum góð ráð og syrgja fyri, at atlit altíð verða tikin fyri okkum eldru, tá ið avgerðir verða tiknar. Ert tú 60 ár ella eldri og býrt í Tórshavnar kommunu, átti tú at umhugsað at stillað upp. Kundi tú hugsað tær at stillað upp, skalt tú útfylla eina valevnisfráboðan. Hetta skjalið fæst í Snarskivuni og á torshavn.fo. Frá- boðanin skal latast Snarskivuni aftur í seinasta lagi 9. september kl. 16. Saman við fráboðanini skulu undirskriftir fylgja við frá fimm stillarum, sum eisini lúka treytirnar fyri valrætti til Eldraráðið. Stilla upp… vit hava brúk fyri tær! Eldraráðið ráðgevur býráðnum í eldrapolitiskum spurningum. Eldraráðið er sett fyri eitt valskeið, ið er fýra ár. Eldraráðið hevur fimm limir og fimm varalimir. Fyri at verða stillað upp og atkvøða, skalt tú verða 60 ár ella eldri. Eldraráðið hevur skrivstovu í Tilhaldinum í Tórsgøtu. Tórshavnar Kommuna sansir.fo