Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-05, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. september 2008síða 4

‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 170 - 5. september 2008 tíðindi - Í kjalarvørrinum av Stórutjørn og Miðlendi, fílist nú eisini Gullak Madsen á seinu og umstendi- ligu viðgerðina av byggiumsóknum. – Myllan melur ikki seint, hon melur als ikki, sigur hann BYGGILOYVI Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Fleiri og fleiri melda seg upp í kærukórið um longu viðgerðartíðina, sum byggi­ mál hava í Tórshavnar kommunu. Nú gevur eisini Gullak Madsen ljóð frá sær. ­ Eg kann bara taka undir við Bárði Nielsen (stjóra í Stórutjørn) og Mads A. Winther (stjóra í Miðlendi). Eg havi latið inn eina umsókn um byggiloyvi til ein skrivstovubygning í juni mánaði í fjør, men eg verði bara hildin hen, sigur Gullak Madsen. Gullak Madsen hevur seinastu árini keypt hús og bygningar í Havn. Hann er í løtuni í holt við at byggja ein skrivstovubygning yviri við Strond við tilhoyrandi parkeringskjallara. Teirri verkætlanini líður væl. Hann hevur eina líknandi verkætlan í gongd á Krákusteini, har ætlanin er at ríva tvey gomul sethús niður og í staðin byggja ein skrivstovubygning, sum fellur væl inn í landslagið. ­ Vit hava latið inn eina umsókn um byggiloyvi, sum hundrað prosent fylgir byggisamtyktini, men vit hava hvørki hoyrt orð ella eið, sigur Gullak Madsen. Og nú hevur hann mist tolið. Hann hevur nú sett Anfinn V. Hansen, sak­ førara, á málið. ­ Ja, hetta er alt ov long tíð, so eg havi sent komm­ ununi bræv har eg krevji, at teir svara beinanvegin, ella verður málið sent til Løgtingsins Umboðsmann, sigur Anfinn V. Hansen. Skulu svara Undanførslan hjá komm­ ununi fyri ikki at svara hevur verið, at kommunan í løtuni umhugsar, hvat hon ætlar við økinum. Men Anfinn V. Hansen er púra avgjørdur. ­ Fær kommunan eina umsøkn um byggiloyvi, sum fult og heilt fylgir byggisamtyktini, so skal kommunan svara, sigur hann. Sakførarin sigur seg væl kenna til trupulleikan við drúgvu viðgerðartíðini í sambandi við umsóknir um byggiloyvi í Tórshavnar kommunu. ­ Hetta er langtfrá nakað ókent fyribrigdi, og helst regulin heldur enn undantakið. Hvør so hevur skuldina, politikararnir ella umsitingin, er so upp til hvønn einstakan at døma um, sigur Anfinn V. Hansen. ­ Sjálvur bygningurin er sum nevnt ein skrivstovu­ bygningur í trimum hædd­ um, við parkeringsøki inni hjá okkum sjálvum, sigur Gullak Hansen. Hann undirstrikar, at øll krøv og allar mannagongdir eru fylgdar, og tí skilir hann ikki, at teir einki svar fáa. ­ Mær dámar illa at fílast for harðliga at byráðnum, tí tú vinnur einki við at skapa tær fíggindar har. Men eg haldi tað er komið hartil, at myllan ikki bert melur spakuliga, hon melur slet ikki, sigur Gullak Madsen. Og vinnulívsmaðurin heldur, at fimm ársfjórð­ ingar er í so long tíð at bíða eftir einum svari. Aðrar verkætlanir Gullak Madsen hevur eisini aðrar verkætlanir í gongd, sum eisini krevja viðgerðir í býráðnum. Annað er eitt gamalt og sera torskilt mál um eitt byggiloyvi úti við Marknagilsvegin, sum fór út at flóta, tá kommunan gjørdi Ringvegin. ­ Kommunan fekk ongan­ tíð samtykt nakað endaligt viðvíkjandi til­ og frákoyr­ ing til tey hús, sum framman undan høvdu tilknýti til Marknagilsvegin. Tískil hevur ikki borið til at fingið byggiloyvi til tey grund­ stykki, sum liggja framvið Ringvegnum, sigur Anfinn V. Hansen. Men Gullak Madsen hevur eisini eina aðra verk­ ætlan á pappírinum. Hendan snýr seg um eitt parkerings­ hús við ljóskurvina Niels Finsensgøta­Bøkjarabrekka aftan fyri nú fyrrverandi Hjalmar Jacobsen’s Bókahandil. ­ Eg skal siga beinanvegin, at politikararnir hava alla tíðina verið positivir at tosa við, og í sambandi við parkeringshús verkætlanina hava samráðingarnar gingið sera væl. Men tað málið er heldur ikki so gamalt enn, sigur Gullak Madsen. So kvívíkingurin vónar, at hesin burður verður heldur lættari enn tann á Krákusteini. Myllan melur als ikki Soleiðis fer skrivstovubygningurin á Krákusteini at taka seg út, tá verkætlanin er liðug. Húsini, har verkfrøðingastovan hjá Sofus M. Jakobsen var, og sethúsini hjá Hákun Djurhuus, verða tikin niður, og nýggi bygningurin, sum Palli Gregoriussen hevur teknað, bygdur á bæði grundstykkini. Insetta myndin vísir økið, sum tað sær út í dag Tekning: J. P. Gregoriussen Klokkan gott tvey í gjár hendi eitt ferðsluóhapp, tá ein bilur rendi á fýra parkeraðar bilar. Óhappið hendi beint uttan fyri barnagarðin við Velbastaðvegin, men tíbetur vóru hvørki børn ella foreldur fyri FERÐSLUÓHAPP Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Eitt ferðsluóhapp hendi klokkan gott tvey seinna­ partin millum kirkjugarðin og barnagarðin úti við Velbastaðvegin. Júst hvat var orsøkin til óhappið er ikki heilt greitt, men sambært vakthavandi á løgreglustøðini í Havn hevði bilførarin av einari ella aðrari orsøk tikið feil av speedara og bremsu og rendi harvið á fýra av parkeraðu bilunum inn móti kirkjugarðinum. Ein av bilunum fekk forpartíið skrætt av og ein annar fekk førarahurðina kroysta. Hinir báðir bilarnir fingu bert smærri snuddir. Eingin fólkaskaði stóðst tó av, og tað má sigast at vera sera heppið, tí rundan um barnagarðin er jú nógv ferðsla, bæði av foreldrum og børnum. Nøkur foreldur, sum vóru eftir sínum børnum júst um tað mundið, óhappið hendi, gjørdust ógvuliga skelkað, sum skiljandi er. Eitt líkfylgi var beint framman undan farið inn í kirkjugarðin, men tey vóru komin heilt niðan til grøvina, og vóru tí ikki í nøkrum vanda. Av løgreglustøðini verður upplýst, at rúsdrekka ikki var orsøkin til óhappið. Ferðsluóhapp við barnagarð Hesin fekk rivið forpartíið av og fekk størstan skaða at síggja til Mynd: Álvur Haraldsen Vend koma í Sosialurin hevur tosað við borgarstjóran um tungu og drúgvu manna­ gongdirnar, og hann sigur, at nú skal vend koma í. Vegna plásstrot er tann greinin ikki við í blaðnum í dag, men kemur hon við í blaðið mánadagin. lp