fríggjadagur 5. september 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 170 - 5. september 2008
Í Arbeiðarafeløgun
um staðfesta tey, at
summir útlendingar,
ið eru komnir til
Føroyar at arbeiða,
eru uttanfyri allan lóg
og rætt
Útlendsk
arbeiðsmegi
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Summir av teimum útlend
ingunum, ið eru komnir til
Føroya at arbeiða, eru uttan
fyri allan lóg og rætt.
Tað staðfestir Ingeborg
Vinther, forkvinna í Føroya
Arbeiðarafelag.
Tað eru nú tveir mánaðir
síðani, at nýggja útlendinga
lógin kom í gildi sum ger
tað munandi lættari at fáa
ES borgarar til Føroyar at
arbeiða.
Í Sosialinum í gjár vistu
vit at siga, at higartil hava
20 føroyskir arbeiðsgevarar
søkt donsku útlendingatæn
astuna um alment loyvi at
fáa útlendska arbeiðsmegi
úr ES londunum til Føroyar
at arbeiða.
Higartil eru 14 umsóknir
avgreiddar og hinar seks er
undir viðger.
Hendan
góðkenningin
gevur
arbeiðsgevarunum
rætt at fáa útlendingar higar
at arbeiða, uttan at søkja
um nýtt loyvi í hvørjum ein
støkum føri. Men treytin er
kortini, at arbeiðsgevararnir
skulu í hvørjum einstøkum
føri boða útlendingatænast
uni frá, hvørjir útlendingar
teir taka í arbeiði og, hvussu
leingi teir skulu vera her.
Samstundis
skulu
teir
binda seg til at tryggja útlend
ingunum 30 tíma arbeiðsviku
og teir skulu eisini arbeiða
eftir føroyskum sáttmálum.
Hetta sigur sostatt onki
um, hvussu nógvir útlend
ingar eru komnir higar at
arbeiða higartil.
Uttanfyri lóg og rætt
Vit hava spurt fakfelagsleið
arar, hvørjar royndir teir
hava at støðuni, nú útlend
ingalógin hevur virkað í
tveir mánaðir.
Bæði Ingeborg Vinther,
forkvinna í Føroya Arbeiðara
felag, Hans Joensen, for
maður í Havnar Arbeiðs
mannafelag
og
Vígdis
Johannesen,
forkvinna
í
Havnar Arbeiðskvinnufelag,
eru samd um, at higartil hava
tey ikki merkt so nógv til
nýggju útlendingalógina.
Men tey eru eisini samd
um, orsøkin til at so lítið
hevur verið at frætt um støð
una, er, at hægsta feriutíð
hevur verið og at virksemið
tí eisini verið avmarkað.
Men
IngeborgVinther
staðfestir kortini, at í Føroya
Arbeiðarafelag
hava
tey
fingið at vita, at summir
arbeiðsgevarar í fáa útlend
ingar hendavegin, geva teim
um ikki somu rættindi, sum
teir føroyingar hava, sum
eru limir í fakfeløgunum.
Summir av útlendingun
um eru ikki skipaðir í nøkr
um fakfelag, tí tað vil
arbeiðsgevarin
ikki
og
sostatt eru teir uttanfyri alla
lóg og allan rætt, sigur hon.
Hon sigur eisini, at tey
hava dømi um, at útlendingar
verða bidnir framum føroy
ingar, tí arbeiðsgevarin hevur
skyldu at tryggja útlending
inum 30 tíma arbeiðsviku.
Tað ger, at útlendingarnir
verða bidnir til arbeiðis
fyrst, tí kravið er, at teir
skulu hava minst 30 tímar,
men hvat viðvíkur føroying
um er onki slíkt krav og tí
koma føroyingarnir at sita
heima, sigur forkvinnan í
Føroya Arbeiðarafelag.
Hetta
sama
staðfestir
Hans Joensen, formaður í
Havnar Arbeiðsmannafelag.
Hesar báðar fyrstu mán
aðirnar, útlendingalógin hev
ur verið í gildið, hevur trup
ulleikin ikki verið so stórur.
Men hann kennir eisini
til tað, at arbeiðsgevarar
ikki vilja hava, at arbeiðs
fólkið eru limir í fakfelag,
og hetta rakar í serligan
mun útlendingar.
Tey, sum ikki eru limir í
fakfeløg, fáa heldur ikki
eftirløn og tey fáa heldur ikki
trygging útgoldnað í sam
bandi við álvarsliga sjúku og
tað eru slakar 80.000 krónur,
sum talan er um. Tey avvarð
andi fáa ikki lívstrygging við
deyða og har er talan um
einar 300.000 krónur. Somu
leiðis eru eisini børnini hjá
limunum eisini tryggað.
Alt hetta missa arbeiðs
fólk, sum eru ikki eru limir
í fakfeløgunum fyri at
arbeiðsgevarin kann stinga
tey sosialu gjøldini í sín
egna lumma.
Hansara fatan er kortini,
at fæst eitt gott samskifti við
arbeiðsgevararnar,
fer
í
allarflestu førum at bera til
at fáa viðurskiftini í rættlag.
Higartil hevur sam
gongan ikki hildið
orð, tá ið hon lovaðu
okkum at seta lógir í
gildið, sum tryggjaði
neyvt eftirlit við
teimum útlendingum,
sum koma higar at
arbeiða, sigur Inge
borg Vinther. Vit ætla
avgjørt at seta neyðugt
eftirlit í verk, sigur
landsstýriskvinnan
Útlendsk
arbeiðsmegi
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tá ið útlendingalógin varð
broytt 1. juli, lovaði sam
gongan, at nakrar fylgilógir
skuldi eisini setast í gildi
fyri at tryggja, at útlendsk
arbeiðsmegi, sum kom higar
at arbeiða, ikki verða útnytt
að, men kemur at arbeiða
undir teimum treytum, sum
eru galdandi á føroyska
arbeiðsmarknaðinum.
Tað sigur Ingeborg Vinth
er, forkvinna í Føroya
Arbeiðarafelag.
Men higartil hevur sam
gongan ikki hildið orð,
staðfestir hon.
Samgongan lovaði okk
um, at tað skuldi bera til hjá
fakfeløgum úti um landið
at útvega sær lønarseðlar
hjá arbeiðsfólki fyri at
tryggja, at tey fingu lógar
ásettu lønina og at treytirnar
á føroyska arbeiðsmarknað
inum annars verða hildnar.
Og annars vilja fakfeløgini
hava innlit í, hvørjir fólk
koma til landið og, hvar tey
arbeiða.
Útlendingastovan er í
Havn og hevur ongan møgu
leika at kanna viðurskiftini
kring landið og tí er tað
neyðugt, at fakfeløgini fáa
møguleikan at fylgja við og
tað lovaði samgongan okk
um, sigur Ingeborg Vinther.
Men higartil hevur hon
ikki hildið orð, leggur hon
afturat.
Hans Joensen, formaður í
Havnar Arbeiðsmannafelag,
staðfestir, at tað er vónleyst
at hava eftirlit, tá ið fakfel
øgini ikki vita, hvørjir
arbeiðsgevarar fáa útlendska
arbeiðsmegi til landið.
Tað er ein stórur
trupulleiki, staðfestir hann.
Hava neyvt eftirlit
Helena Dam á Neystabø,
landsstýriskvinna, sigur, at
ætlanin er at hava eftirlit við,
at allar reglar verða hildnar.
Men hon staðfestir eisini,
at nýstovnaða útlendinga
stovan má fáa møguleikan
til at koma á føtur, áðrenn
ov stór arbeiðsbyrða verður
løgd á hana.
Útlendingastovan hevur
ikki meiri enn ein mánað á
baki og starvsfólk eru akk
urát sett, so hon hevur ikki
virkað í meiri enn tvær vikur
kanska. Hon hevur ikki so
frægt sum fingið skrivstovu
enn og tíansheldur hava tey
fingið høvið til at seta seg
inn í øll viðurskiftini.
Men
Helena
Dam
á
Neystabø sigur, at tá ið
útlendingastovan er komin á
føtur, fer hon at taka málið
upp um, hvat eftirlit hon
heldur, krevjast at verða sett
í verk og, hvørji tiltøk eru
neyðug at seta í verk fyri at
tryggja eitt nóg gott eftirlit.
Tað verður eitt tað
fyrsta, hon fer undir, tá ið
hon rættiliga er komin í
gongd, leggur landsstýris
kvinnan afturat.
Hon sigur, at endamálið
við útlendingastovan varð
nettupp at hava eftirlit við
útlendskari arbeiðsmegi og
tá ið hon rættiliga er farin
at virka, fer hon at seta seg
inn í, hvørji tiltøk, tað er
hóskandi at seta í verk.
Helena Dam á Neystabø
staðfestir eisini, at hetta er
eitt arbeiði, sum skal gerast
í samráð við partarnar á
arbeiðsmarknaðinum,
so
teir verða eisini tiknir við í
myndina
Hon vónar at hetta arbeið
ið kann fáast frá hondini í
ár.
Samgongan hevur ikki hildið orð
Til Føroyar at arbeiða uttan
fyri lóg og rætt
Útlendingar, sum koma
hendavegin at arbeiða, fáa
ikki altíð tey rættindi, sum
føroysku starvsfelagarnir, ið
eru limir í fakfelag, fáa og tað
kann kosta teimum dýrt
Honda flogfør til Evropa
Honda Motor Company framleiða umframt bilar, motorsúkklur
og skutarar eisini framkomnar robottar og flogfør. Nú víðka teir
sítt virksemi í Evropa við at koma á evropeiska marknaðin við
lítla forrætingsflogfarinum HondaJet. Síðan 2006 hava Honda
selt nógv av hesum flogførum í Norðuramerika.