Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-05, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. september 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 170 - 5. september 2008 Seinastu árini er oljan dýrkað rættiliga nógv allastaðni í Heim­ inum, og soleiðis hevur tað eisini verið í Føroyum. Á heimsmarknaðinum hava kríggj, dollara­ kursur og so framveg­ is fingið skuldina. Sambært Hendriki Egholm, stjóra í Før­ oya Shell er tað júst tað sama, ið ger seg galdandi her á klett­ unum Oljuprísir Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Í julimánaði var oljuprísurin tann hægsti á heimsmarkn­ aðinum í ár. Oljuprísurin í Føroyum hækkaði eisini tá, men ofta undrast fólk á, hví prísirnir í Føroyum ikki skifta beinleiðis saman við heimsprísinum. ­ Oljuprísurin í Føroyum ávirkast sjálvandi av tí, mann kallar dollarar fyri tunnuna, løtuprísinum fyri olju, um mann vil, men onn­ ur ting gera eisini sína stóru ávirkan á oljuprísin í Føroy­ um. Serliga er tað kursurin hjá donsku krónuni mótvegis dollarinum, tí tað kann gott verða at oljuprísurin lækkar, men dollarin samstundis hækkar í kursi, kann tað væl henda, at keypsprísurin hjá okkum er tann sami, sum áðrenn prísbroytingina, sig­ ur Hendrik Egholm, stjóri í Føroya Shell. Sambært Hendriki Eg­ holm er tað júst hetta, sum er hent seinastu mán­ aðirnar. ­ Oljuprísurin er síðani í julimánaði minkaður rætti­ liga nógv, tó er dollarin sam­ stundis hækkaður rættiliga nógv, og tað hevur við sær at keypsprísurin hjá okkum ikki er minkaður nakað ser­ ligt, og tá fólk siga at vit broyta prísirnar nógv seinni enn aðrastaðni, kemst tað av, at vit fyrst vilja síggja tendensin á marknaðinum, so vit ikki mugu broyta prísir alla tíðina, sigur Hendrik Egholm. Frá Føroya Shell greiða teir eisini frá, at oljuavgjaldi saman við prísi og dollara­ kursi, hevur eitt sindur at siga, tí tað er eitt fast gjald fyri liturin, og ikki broytist á nakran hátt. Hetta hevur við sær at prísurin í Føroy­ um ikki broytist so ógvus­ ligt, sum heimsprísurin ofta ger. Talan er um somu vøru Onkuntíð ivast fólk, um hví Shell og Statoil ikki seta nakra veruliga kapping inn um oljuprísin. ­ Vit selja júst somu vøru, og tað hevur beinleiðis við sær, at vit á ongan hátt kunnu kappast um at vera bíligari enn hin parturin. Vit eru tveir leikarar á einum marknaði, sum selja júst somu vøru, og geva okkum heldur ikki út fyri nakað ann­ að. Samstundis er fullkomi­ ligt gjøgnumskygni á markn­ aðinum, tí prísirnir eru altíð almennir, fortelur Hendrik Egholm. Rentan hevur líka nógv at siga ­ Í løtuni brigsla nógv fólk oljuni fyri at hava alla skuld­ ina, tá eitt húsarhald ella eitt skip fær trupulleikar, men tað sum hevur minst líka nógv at siga, er at rentan er hækkandi. So í veruleikanum er tað ikki bara oljan, sum hevur nakað at siga fyri skipini. Rentan, lágir prísir og vantandi fiskiskapur hava minst líka nógv at siga fyri skipini. Men tað er á ein hátt lættast at geva oljuni skuld­ ina, tí tað er so stórt gjøgnum­ skygni, sigur Hendrik Eg­ holm, um hví so ofta hoyrist um at oljuprísurin hevur elvt til at fleiri skip eru lagt. Til húsarhaldini heldur Hendrik Egholm, at besti vegurin fram, er at útvega betri bjálving til húsini, so nýtslan gerst minni. Væntar at prísurin lækkar Seinastu tíðina er oljuprís­ urin lækkaður eitt sindur, aftaná stóru hækkingarnar seinastu árini. ­ Tað eg hoyri inni í Shell, er at prísurin helst fer at lækka meira á heimsmarkn­ aðinum, tí búskapirnir fara ikki at klára at fylgja við, og eftirspurningurin fer tí at minka eitt sindur. Hetta er tó onki mann kann siga við vissu. Men við vissu kann eg siga, at vit fara at halda fram at fylgja altjóðamarknaðinum viðvíkjandi oljuprísinum, greiðir Shellstjórin frá. Í dag er prísurin á gassolju 7,60 krónur fyri liturin, sam­ met við prísin í juli, sum var 8,73 krónur fyri liturin, er hetta ein lækking uppá umleið 13 prosent, men í sama tíðarskeiði er dollarin vaksin við næstan 10 pro­ sentum, so leysliga líkist í Føroyum rættiliga nógv minkingini uppá 26 prosent á heimsmarknaðinum síð­ ani í julimánaði. - Tað eg hoyri inni í Shell, er at prísurin helst fer at lækka meira á heimsmarknaðinum, tí búskapirnir fara ikki at klára at fylgja við, og eftirspurningurin fer tí at minka eitt sindur Liberal Alliance 0,1% Um val var í Danmarkí dag, høvdu teir fýra norðuratlantisku fólkatingslimirnir verið avgerandi fyri, hvør gjørdist forsætismálaráðharri. Tað vísir seinasta veljarakanningin, sum Greens Analyseinstitut hevur gjørt fyri Børsen í dag. Stjórnin stendur at fáa 88 limir og andstøðan 87. SF er framvegis tann flokkurin , sum stendur til størstu framgongdina og stendur at fáa 17,2% í mun til 13,0% til valið í november. Dansk Folkeparti stendur at fáa 15,1% í mun til 13,9 til valið; fyri hinar flokkarnar eru sveiggini bert heilt smá. Men Liberal Alliance, fyrrverandi Ny Alliance, stendur illa til. Teir fáa – sambært veljarakanningini – bert 0,1%. Spanair aftur í trupulleikum Eitt ferðafólkaflogfar frá Spanair, sum SAS eigur, hevur verið noytt at gera eina trygdarlending á Mallorca, orsakað at tekniskum feil­ um, sum ikki beinanvegin eru funnir. Tað segði ein talsmaður fyri felagið í gjár. Flogfarið var á veg frá Ibiza til Lissabon við 163 ferðafólkum umborð. Eitt ferðafólk segði, at flogfarið rystist nokk so nógv, tá tað fór á flog. Eitt annað Spanair flogfar datt í síðsta mánaði niður í Madrid, stutt eftir at tað var farið á flog. Kanningar­ nar av vanlukkuni eru ikki lidnar, men higartil eru komið fram, at tað vóru flapssini, ið vóru orsøkin til vanlukkuna. Skrivstovubygningur til leigu Sera snotiligur arkitektinnrættaður skrivstovu­ bygningur í R.C Effersøesgøtu 22, á uml. 300 fermetrar, til leigu. Bygningurin stendur sera væl fyri við góðum útsýni og hevur parkeringsviðurskifti til uml. 10 bilar. Einans 2 min. at ganga oman á Vaglið. Grundhædd: Fundarhøli ­ køkur arkivrúm/skrivstova og wc Miðhædd: Móttøka – skrivstovur Loft: Skrivstovur – teldurúm og eitt Fundarhøli við sera góðum útsýni yvir alla Havnina Skrivstovupláss er fyri uml. 12­14 fólkum. Áhugað kunnu ringja á fartelefon 216398 Olju- prísirnir fylgja altjóða gongdini