fríggjadagur 5. september 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 170 - 5. september 2008
Fer Hvannasunds
kommuna við í Klaks
víkar kommunu fer
henda stóra kommu
nan at standa sterk
ari í kappingini um
arbeiðspláss, og fer
haraftrat at vera før
fyri at veita borgar
unum betri tænas
tur. Tað stendur í
øllum førum í einum
faldara, sum teir
437 borgararnir í
Hvannasunds komm
unu fáa fyrsta dagin
Samanlegging
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Hvannasund/Klaksvík:
Gongst sum ætlað, verða
tær
fimm
bygdirnar
í
Hvannasunds
kommunu
partur av teirri stóru Norð
oya Kommunu um ársskift
ið.
Í longri tíð hava fundir
verið millum umboð fyri
báðar kommunurnar um
eina møguliga samanlegg
ing. Nú fyriliggur so fyrsta
úrslitið av hesum arbeiði
num.
Í hesum døgum verður
ein upplýsandi faldari borin
út í hvørt hús í Hvannasundi,
Norðdepli, Múla, Depli og
Norðtoftum, har greitt verð
ur frá teim ætlanum sum
fremjast skulu í felagi.
Sambært hesum eru tað
ikki hissini ætlanir sum sku
lu fremjast í verki í framtíð
ini, bæði innan vinnulív,
tænastur, stovnar og menn
ing av bygdunum báðumeg
in Hvannasund.
Fortreytin fyri øllum er
kortini hon, at fólkið í
kommununi tekur avgerð
um at leggja saman við
Klaksvík. Hetta fær fólkið
møguleika til mikudagin
17. september, tá fólkaat
kvøða verður um henda
spurningin.
Kvøldið eftir – tað er:
hóskvøldið 18. september
– kann tí gerast dagurin, tá
bygdaráðið
avtekur
seg
sjálvt. Tá verður nevniliga
bygdaráðsfundur, har úrslit
ið av fólkaatkvøðuni dagin
fyri er eitt av málunum á
skránni.
Eingin veit við vissu,
hvat bygdarfólkið ynskir í
hesum máli. Men í bygda
ráðnum er í øllum førum
meiriluti fyri at leggja sam
an við Klaksvík.
Lokkandi útstykking
Í teirri samanløgdu komm
ununi er ætlanin at fremja
nógv mál í verki. Eitt teirra
er at kunna veita nøktandi
møguleikar fyri búseting í
øllum pørtum av komm
ununi.
Støðan í dag er hon, at
øki eru løgd út til bygging
av sethúsum bæði í Norð
depli og í Hvannasundi.
Men hinvegin kann ein stað
festa, at kommunan hevur
fá grundøki sum eru
klár at selja.
Til tess at
bøta um het
ta, og at
k u n n a
b j ó ð a
verandi
og
nýggjum
íbúgvum
bústaðar
møguleikar, ætlar saman
lagda kommunan at ogna
sær øll grundstykki, sum
liggja við verandi veg í báð
um bygdum.
Kommunurnar eru samd
ar um, at hetta arbeiðið eig
ur at fara í gongd beinanveg
in, soleiðis at kommunan til
eina og hvørja tíð hevur
grundstykki til sølu, sum
hon sjálv eigur og kann sel
ja.
Arbeiðast skal við eini
størri og ikki minst lokkandi
sethúsaútstykking í Hvanna
sunds Kommunu, so hon er
tilreiðar at taka ímóti nýggj
um íbúgvum í sambandi
við nýggja
tunnilssambandið, sum fer
at skapa møguleikar fyri
menning og vøkstri, verður
sagt.
Sameinda
kommunan
skal innan fýra ár eftir
samanleggingina eftirkan
na, hvørjar íløgur eru gjørd
ar og hvar. Henda eftirkann
ing skal so brúkast í meting
unum og raðfestingini av
framtíðaríløgunum,
so
hædd verður tikin fyri ynskj
um og neyðugum íløgum í
ymsu pørtunum av komm
ununi.
Ætlanin er somuleiðis at
betra og víðka um bussam
bandið millum bygdirnar í
Norðoyggjum, eins og alt
skal gerast fyri at krevja av
l a n d s i n s
myndugleikum, at tunnils
sambandið Norður um Fjall
verður
dagført
sum
skjótast.
Barnagarð og havn
Ein av stóru spurningunum
hjá bygdarfólkinum hevur
verið, hvat fer at henda við
øllum teimum pengunum,
sum kommunan eigur á
bók.
Sambært einum yvirliti
eigur kommunan umleið 11
mió krónur í ogn, og sum
skilst er lítil hugur at forera
allar hesar milliónirnar til
tann stóra kommunala kass
an í Klaksvík.
Bygdaráðið hevur í eina
tíð arbeitt við at fáa bygdan
ein barnagarð, og mong
hava borið ótta fyri at eingin
peningur fór at verða til
ein slíkan, tá og um
samanlagt varð.
Kommunan
hevur ognað
sær
eitt
grundstykki til endamálið
sunnan fyri skúlan. Og í
framtíðini verður arbeitt
víðari við ætlanini, sum
báðar kommunur taka undir
við. Ein byggibólkur, sum
Hvannasunds
kommuna
setir, skal gera eina ætlan
fyri byggingina.
Ein onnur ætlan hjá Norð
oya kommunu verður at
gera eina framtíðar havn á
Norðtoftum. Ein fortreyt
fyri hesi ætlanini er, at nýgg
ir tunlar, betran av sam
bandinum til Svínoyar og
eitt møguligt grótbrot eigur
at verða framt við tí fyri
eyga at leggja eina framtíðar
havn í nánd av Norðtoftum.
Í sambandi við at svínoy
ingar skulu fáa betri ferða
samband, eru møguleikar
fyri at gera ein lítlan báta
hyl, eisini til svínoyingar, í
samband við eina ferjulegu
á Norðtoftum, haðani tað
verður stutt at sigla út til
Svínoyar.
Henda havnin kann síðani
byggjast út til eina djúp
havn. Hetta hava fólk hjá
Landsverki kannað, og vísir
henda, at staðið er sera
veðurgott
og
ógvuliga
atdjúpt.
Ein heilt onnur ætlan er
eisini
hon,
at
umvæla
bryggjuna har strandfara
skipið Másin leggur at, og
at gera eina sonevnda »mar
ina« í Norðdepli, sunnanfyri
byrgingina.
Skattaprosent:
Klaksvík 20,75
Hvannasund 20,10
Nettoskuld pr. 31.12.07:
Klaksvík 115 mió kr.
Hvannasund ÷11 mió
kr. (tað er: ogn)
Fíggjarætlan 2008:
Útreiðslur (rakstur,
íløgur, rentur):
Klaksvík 144,5 mió
Hvannasund 22,8 mió
Skattainntøkur:
Klaksvík 140 mió.
Hvannasund 11 mió
Úrslit áðrenn avdráttir:
Klaksvík ÷4,5 mió
Hvannasund ÷11,8 mió
Lyklatøl:
Rakstur pr. íbúgva
(samb. roknskapi 2006):
Klaksvík 13.000 kr
Hvannasund 10.000 kr
Skattskyldug inntøka pr.
íbúgva:
Klaksvík 128.000 kr
Hvannasund 116.000 kr
Barnafrádráttur:
Klaksvík 4.000 kr
Hvannasund 3.500 kr.
Fólkatal:
Klaksvík: 4.929
Hvannasund 437
Undir 16 ár:
Klaksvík 1.232
Hvannasund 111
17–60 ár:
Klaksvík 2580
Hvannasund 273
61+:
Klaksvík 1117
Hvannasund 53
Tal av húsarhaldum:
Klaksvík 1680
Hvannasund 135
Fakta um kommunurnar
Standa sterkari saman
Innan ítróttin hevur serliga
kappróðurin stóran áhuga
millum bygdarfólkið.
Úrslitini í summar hava
víst, at her býr virkið fólk.
Kommunurnar báðar eru
samdar um, at skapast skulu
hóskandi karmar bæði fyri
ítrótti og mentan, og at
hetta eisini skal mennast
uppaftur meiri í framtíðini.
Á Fossánesi skal leggjast
ein rennibreyt kring
stadionøkið, eins og ein
sparkivøllur skal leggjast í
Hvannasundi og ein í
Norðdepli.
Semja er eisini um, at
arbeiðast skal miðvíst við
málinum at fáa loyst
hølisviðurskiftini hjá
kappróðrarfelagnum.
Ætlanin er, at tann
samanlagda kommunan
skal fullføra sín part av
verkætlanini, samsvarandi
samtyktini hjá Hvannasunds
kommunu.
Ítrótturin skal mennast
Faldarin greiðir frá øllum tí, sum
ætlanin er at fremja í framtíðini.
Endamálið er at alt økið skal mennast