Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-05, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. september 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 170 - 5. september 2008 Sunnudagsskúli byrjar í Glyvra kirkju Nú sunnudagin verður á fyrsta sinni høvið hjá børnunum í bygdunum í nánd av Glyvrum at fara í sunnudagsskúla, samstundis sum foreldur teirra fara til gudstæn­ astu í Glyvra kirkju. Kirkjuráðið hevur nevniliga tikið stig til at hava sunnudagsskúla í kirkjutíð. Skipanin verður hon, at børnini fara yvir í konfirmantastovuna undir 3. sálmi og hava sína egnu skrá har, við søgu, sangi, teksti og øðrum. Ætlanin er at prýða tann eina veggin í stovuni, soleiðis at børnini kunnu kenna tað fjálgt og vinarligt, meðan tey eru í sunnudagsskúla. Blái Krossur við nýggjum bútilboði Síðan 2004 hevur Blái Krossur, saman við øðrum, arbeitt við at fáa til vega bútilboð. til heimleys, eitt sonevnt umsorganarheim. Talan er um fastan bústað til fólk, sum ongastaðni hava at búgva. Nú er umsíðir klárt er at fara undir arbeiðið. Almannastovan hevur játtað Bláa Krossi fígging til rakstur, og gongst eftir ætlan, letur heimið upp seint í heyst. Í fyrstu atløgu verður talan um at nýta hølir, sum Blái Krossur hevur tøk í løtuni. Eingi tøl eru yvir, hvussu nógv heimleys eru í Føroyum. Ein arbeiðsbólkur metti í 2005, at talan var um 20 persónar. Í hesum sambandi varð serliga hugsað um tey, sum vóru sjónsk í býarmyndini í Havn. Á umsorganarheiminum verður í fyrsta umfari pláss fyri 7 búfólkum. - Kanningarnar seinastu árini vísa, at hjáveiðan hjá uppisjóvarskipum hevur verið langt undir tey tvey pro- sentini, ið er mest loyvda hjáveiða sam- bært kunngerðini um veiðu eftir svartkjafti í føroyskum sjógvi, og tað er heldur ikki rætt, at svartkjafta- fiskiskapurin órógvar upsaleiðirnar Hjáveiða Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Undir politisku viðgerðini av fiskidøgum vístu fleiri løgtingslimir á, at neyðugt er at hava betri eftirlit við hjáveiðini hjá føroysku og útlendsku svartkjaftaskip­ unum, sum fiska í føroyskum sjógvi. Møgulig hjáveiða hjá uppisjóvarskipum hevur verið ein afturvendandi spurningur, sum reistur hevur verið í politiskum høpi og millum fiskimenn, sum eru í aðrari vinnu enn teirri pelagisku. Ein av løgtingslimunum, sum mæltu til neyvari eftirlit við hjáveiðini hjá hesum skipum, var Jóhan Dahl, formaður í vinnu­ nevnd løgtingsins. Í sínum tilmæli um fiskidagar helt hann, at neyðugt er at økja um eftir­ litið hjá Fiskiveiðieftirliti­ num, og í hesum sambandi vísti hann serliga á møgu­ ligu hjáveiðina hjá uppi­ sjóvarskipum og fremm­ andum skipum í føroyskum sjógvi. ­ Samstarvið millum Fiskiveiðieftirlitið og Fiski­ rannsóknarstovuna eigur at verða styrkt, og neyðug játt­ an eigur í hesum sambandi at verða fingin til vega, segði Jóhan Dahl, løgtingsmaður. Avvísti hjáveiði Í Sosialinum herfyri vísti ein skipari á uppisjóvarskipi á, at hjáveiða uppi í svartkjaftaveiðini hjá før­ oysku uppsjóvarskipunum er søga, sum hann tók til. Skiparin á einum av okkara bestu uppisjóvar­ skipum segði, at føroysku skipini onga hjáveiði hava. ­ Tað nógva av tí, sum gitt verður um hjáveiði hjá uppisjóvarskipum, er hum­ bukk og tvætl. Eg vildi ynskt, at myndugleikarnir fyrst kundu funnið út av at sett eygleiðarar umborð hjá okkum, áðrenn teir sleingja um seg við pástandum – á tingi og í fjølmiðlum. Skiparin vísti á, at ein stórur kassi kring Føroyar er bannaður fyri svart­ kjaftaveiði, eins og økir í ein útsynning úr Føroyum eisini eru tað. ­ At kalla alt føroyska sjóøkið krevur rist í svart­ kjaftaveiði, og tað er slett ikki nóg væl kannað, hvønn mun henda ristin ger. Skiparin helt, at tað er í fínasta lagi, at myndug­ leikarnir vilja verja og ansa eftir teimum dýraru fiska­ sløgunum. ­ Men tað er óseriøst bara at sleingja okkurt út og mæla til krøv til uppi­ sjóvarskip – fyri at geva ávísum monnum, ið kanska øvunda okkum í síni egnu neyð – eina tátu í munnin, sum skiparin tók til. Eingin trupulleiki Nú hevur so eisini felagið Nótaskip gjørt vart við hesi viðurskifti og hevur sent út tíðindaskriv í sambandi við kjakið, sum frammi hevur verið um møguliga hjáveiði hjá uppisjóvarskipum. Felagið vísir á, at undir viðgerðini í løgtinginum av uppskotinum um áseting av fiskidøgum vóru einstakir løgtingslimir av tí fatan, at svartkjaftaveiðan hjá uppi­ sjóvarflotanum undir Før­ oyum hevur beinleiðis ávirkan á støðuna hjá botn­ fiskastovnunum undir Før­ oyum. Í álitinum hjá vinnu­ nevndini varð eisini nevnt, at landsstýrismaðurin eigur at umhugsa at áseta krav um, at uppisjóvarflotin skal halda ávísa fjarstøðu frá tí veiðu, sum fer fram á botn­ fiskaleiðunum eftir upsa. ­ Vit vilja gera vart, at tað er ein misskiljing, tá hildið verður, at hjáveiða er ein trupulleiki í svartkjafta­ fiskiskapinum Felagið Nótaskip sigur, at Fiskiveiðieftirlitið ger kanningar av hjáveiðuni hjá svartkjaftaskipunum, bæði umborð á skipunum, og tá landað verður. ­ Kanningarnar seinastu árini vísa, at hjáveiðan hev­ ur verið langt undir tey tvey prosentini, ið er mest loyvda hjáveiða sambært kunngerð­ ini um veiðu eftir svartkjafti í føroyskum sjógvi. Kanningarnar seinastu árini hava víst, at: • Í 2005 var miðaltalið av hjáveiðu 0,90% • Í 2006 var miðaltalið av hjáveiðu 0,35% • Í 2007 var miðaltalið av hjáveiðu 1,25% Eygleiðarar umborð Nótaskip vísir á, at Fiski­ veiðieftirlitið eisini í 2008 Nótaskip ruddar misskiljingar um hjáveiði burtur Heyst Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Nátatíðin er nú farin at halla, men enn eru kortini nakrir dagar eftir, har menn kunnu fáa væl av náta á sjónum, um veðrið heldur sær. Í dag er ein góður dagur, og hugsandi er, at bátar fara at koma aftur til lands út á dagin við nógvum fugli. Seinastu dagarnar hevur ikki viðrað nakað serligt. Hann hevur ligið á landnyrðingi, sum er vána­ lig ættan eystanfyri og norðanfyri, har tann nógva veiðan fer fram. Fitt av tungari aldu hevur verið í sjónum, men nú hann sigur skiftandi lot, er hugsandi, at sjógvurin fer at slætna eystanfyri. Fyrr í vikuni var bæði vindur og regn, og tí hevur hendan vikan ikki roynst monnum so væl, sum teir kundu ynskt sær. Í gjár vóru fáir bátar á nátaveiði, men Sosialurin frætti tó um ein bát, sum hevði fingið 170 fuglar norðanfyri. Í dag og í morgin er vænt­ andi, at líkindini eru og verða góð. Tá ið komið er út í næstu viku, fara ungarnir, sum enn sita á rókini, at fækkast. Nátatíðin er farin at halla Ein góður nátadagur norðanfyri. 300 fuglar eru í bátinum Mynd: Vilmund Jacobsen