Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-05, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. september 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 170 - 5. september 2008 30 ára starvsdagur í Klaksvík Mánadagin 1. september vóru liðin 30 ár, síðani Finngerð Daniel­ sen byrjaði sum klinikkassistentur á Skúlatannlæknastovuni í Klaksvík. Í hesum sambandi gav Steinbjørn O. Jacobsen, borgar­ stjóri í Klaksvíkar kommunu, Finngerð ein gávulut til minnis um dagin og ynskti henni hjartaliga tillukku. ­ Lagið var gott á Skúla­ tannlæknastovuni, og prátið gekk væl hesa hugnaligu løtuna, skrivar heimasíðan hjá Klaksvíkar kommunu. Barna-OL í Klaksvík Sunnudagin verður eitt stórt tiltak í Badmintonhøllini í Klaksvík, sum er fyri alla familjuna. Kl. 13.30 verður byrjað við BARNA­OL við nógvum góðum sangi og ymiskum øðrvísi ítróttarspølum. Meðan børnini hugna sær, kunnu foreldrini fáa sær kaffi og hyggja eftir hvussu leikur fer. Kl. 18 verður stórt familjumøti við góðum felagssangi, øðrum sangi og vitnisburðum. Aftaná tiltøkini verður ábit og kaffi. Herfyri gjørdist ein norskur toskaalari skakkur, tá ið hann legði til merkis, at eini 50 tons av aldum toski lógu deyð í nótunum. Hildið verður, at fiskurin er vorðin ræddur og er strongdur av skipi, ið var nærindis Toskadeyði Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað er norska alifelagið Branco AS, sum er eitt lutfalsliga lítið felag, ið hevur mist virðir fyri millum hálva og eina miljón krónur av toskadeyðanum. Í fyrstu atløgu helt felagið, at talan var um eini 30 tons, sum vóru deyð, men tá ið nótirnar vórðu ruddaðar og tømdar, vísti tað seg, at talan var um heili 50 tons av deyðum fiski. Branco AS hevur eina árliga toskaframleiðslu uppá 10.000 tons til marknaðir í Niðurlondum, Belgiu, Fraklandi og Týsklandi. Felagið hevur gjørt sínar royndir og mistøk, og nú alt sá væl so út, og felagið hevði fingið fótin fyri seg á marknaðinum, kom hetta púrasta óvart á. Eitt “mysterium” Í fyrstani stóðu menn spyrj­ andi, hvør orsøkin til stóra toskadeyðan kundi vera. Hetta var í norskum tíðinda­ miðlum rópt eitt “mysterium”. Men nú heldur Branco AS seg hava funnið út av, hvør orsøkin er. Vanlig og reglulig báta­ ferðsla fram við nótunum, har toskur verður aldur, plagar vanliga ikki at vera nakar trupulleiki. Men seinni er komið fram, at skipið Toisa Vigi­ lant hevur verið nær nótun­ um, og sambært alifelag­ num kann skipið hava elvt til, at fiskurin í nótunum er vorðin strongdur. Umborð á skipinum siga teir, at Toisa Vigilant ikki hevur brúkt nakra útgerð, sum er vandamikil fyri fiskin. Sum skilst, hevur skipið havt onkra útgerð í sjónum, men at hendan ikki hevur verið í brúki. Ræddur og strongdur Dagligi leiðarin hjá Branco AS, Per Sture Mork, sigur, at alifelagið nú situr við einum trupulleika, har 50 tons av toski eru vorðin rædd og strongd, so fiskurin doyði. ­ Eitthvørt er hent, sum ikki skuldi henda, og vit trúgva, at Toisa Vigilant hevur svarið. Vit trúgva nevniliga, at tað er ógvuliga sannlíkt, at skipið er orsøkin til stóra toskadeyðan, sigur hann. Hann leggur aftrat, at fiskurin er vanur við ljóðið frá eitt nú bátum og ferjum, sum sigla aftur og fram. ­ Men her er talan um eitthvørt, sum fiskurin ikki er vanur við. Tá ið slíkt hendir í nót, og hitin liggur um 16 stig, gerst fiskurin ræddur og strongdur. Tað einasta “óvanliga” hesa náttina var Toisa Vigilant, sum lá nær alinótunum, sigur Per Sture Mork. Ógreið útmelding Dagligi leiðarin vísir á, at teir, sum varða av skipi­ num, hava uppført seg undarliga í øllum málinum um toskin. ­ Eg haldi, at teir áttu at sagt sum er og meldað greiðari út, hvat tað er, sum teir hava gjørt. Eru teir ósekir, áttu teir eisini at verið greiðari í sínum frágreiðingum. Teir hava ikki sagt, hví teir vóru her á leiðini, ei heldur, hvussu nær teir vóru alibrúkinum. Skipið hevur nakað, teir rópa “højvolts transmitter” umborð, og eingin veit, hvørja ávirkan hetta hevur á lívið í sjónum, sigur Per Sture Mork. Norska alifelagið hevur nú meldað tilburðin til løgregluna. Tað er FiskeribladetFisk­ aren, sum ber hesi tíðindi. Toskadeyði í Noregi hevur gjørt kanningar og havt eygleiðarar umborð á bæði føroyskum og russiskum skipum, og Fiskiveiðueftirlitið upplýsir, at kanningarnar góvu ikki ábendingar um ov nógva hjáveiðu. ­ Tað er heldur ikki rætt, at svartkjaftafiskiskapurin órógvar upsaleiðirnar. Før­ oyska svartkjaftakvotan er minkað næstan niður í eina helvt, síðan strandalanda­ kvoturnar vórðu ásettar í 2006, og í ár varð kvotan mestsum uppfiskað, áðrenn skipini nærkaðust teimum leiðum, har upsi verður fiskaður. Fiskiskapurin í ár fór mest sum allur fram í serliga økinum millum før­ oyskan og bretskan sjógv og á leiðini beint norðanfyri. Felagið Nótaskip sigur seg vóna, at tær misskiljing­ ar, sum frammi hava verið um hjáveiði hjá uppisjóvar­ skipum, nú eru beindar burtur. Felagið Nótaskip vísir á, at Fiskiveiðieftirlitið eisini í 2008 hevur gjørt kanningar og havt eygleiðarar um­borð á bæði føroysk­ um­ og russiskum­ skipum­, og Fiskiveiðu­ eftirlitið upplýsir, at kanningarnar góvu ikki ábendingar um­ ov nógva hjáveiðu Mynd: Vilm­und Jacobsen Tilburðurin við toskadeyðanum­ í Noregi er nú m­eldaður til løgregluna Mynd: FiskeribladetFiskaren Tað sá ikki væl út hjá teim­um­, sum­ varða av toskaalibrúkinum­ Branco AS í Noregi, tá nógv tons av fiski lóg deyð í nótunum­ Mynd: FiskeribladetFiskaren