fríggjadagur 5. september 2008síða 12
‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 170 - 5. september 2008
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Skattalættar til
pensionistar og láglønt
Tað skal ikki nógv hugflog til at ásanna, at flestir
føroyskir pensionistar eru vorðnir fíggjarliga illa
fyri. Oljuprísirnir og matvøruprísirnir eru hækkaðir,
og livikostnaðurin sum heild er vorðin nógv hægri
enn fyri bert fáum árum síðani. Tað man standa
flestøllum borgarum greitt, at fólkapensiónin
hevur ikki fylgt prísunum seinastu árini. Føroyar
eru vorðnar eftirbátur í norðurlenskum høpi,
tá um pensiónir ræður. Í grannalondum okkara
hava løntakarar tríggjar stabbar at standa á, tá
ellisárini koma. Hesir eru ein fólkatrygging, ein
pensiónstrygging í pensiónskassa so eitthvørt slag
av arbeiðsmarknaðaeftirløn. Her hjá okkum er
lítið og einki hent. Fólkapensiónin er vorðin eitt
eiti, og Samhaldsfasti ger hvørki frá ella til, og
tað gongur striltið við at fáa til vega munadyggar
pensiónsskipanir gjøgnum fakfeløgini.
Tað er tí stórur tørvur á tiltøkum, sum kunnu lætta
um dagligu útreiðslurnar hjá fólkapensionistum.
Ein tann tyngsta byrðan er oljugjaldið, sum mong
høvdu vónað fór at verða avtikið. Tað er ikki løgið,
at pensionistar og onnur láglønt hildu seg hava
orsøk til hesa vón, tí flokkar í valstríðnum lovaðu
at avtaka ella at lækka hetta illa dámda avgjald.
Men nú boðar fíggjarmálaráðharrin frá, at vit ikki
skulu rokna við einum lægri oljugjaldi. Hetta er
eitt vónbrot fyri mong. Vit hava áður mint á, at
ætlanini við oljugjaldinum upprunaliga var at fáa
til vega stovnsfæ í ein grunn, sum skuldi fíggja
alternativar orkukeldur. Hetta varð av ongum, og
oljugaldið gjørdist eitt av mongum avgjøldum,
sum gera lívið súrt hjá láglønarbólkum og
pensionistum.
Tað er hinvegin sera gott og í tøkum tíma at broyta
býtið av skattabyrðunum, og tí munnu mong
fegnast um fráboðan fíggjarmálaráðharrans um,
at næsta ár verður lívið lættari hjá pensjónistum
og lágløntum. Næsta ár skulu pensjónistar og tey
lágløntu í Føroyum hava eina skattalætta, sum
munar, sigur fíggjarmálaráðharrin. Hetta hevur
samgongan avtalað, nú hon er farin undir arbeiða
við fíggjarlógini 2009. Karsten Hansen sigur, at
í sambandi við fíggjarlógina fyri næsta ár hevur
nógv verið tosað um korini hjá pensjónistum
og lágløntum, nú matur, olja og aðrar vørur og
tænastur eru so nógv dýrkaðar. Tað er bæði gott
og jaligt, at samgongupolitikkarar nú ásanna,
at støðan hjá pensionistum og lágløntum nú er
vorðin so ótolandi, at neyðugt er við politiskum
tiltøkum. So langt so gott, og skamm fái hann,
sum sigur samgonguna ringa fyri henda fráboðaða
skattalætta, sum snýr seg um einar 140 milliónir.
Tó skal viðmerkjast, at sjálv tøknin í hesum – hetta
at leggja kringvarpsgjald og sjúkrakassagjøld
inn í skattaskipanina er ikki heilt vandaleys.
Eftir stendur nú at fáa til vega eina heilt nýggja
pensiónskipan, nær hon kemur fyri dagin,
man fáur vita.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Marknaðarleiðari: Gudny
Langgaard gudny@sosialurin.fo
Tróndur Skaalum trondur@sosialurin.fo
Høgni Thomsen hogni@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Leo Poulsen leo@sosialurin.fo
Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Árni Joensen arni@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Kykmyndir:
Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
epost: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
epost: aki@sosialurin.fo
epost: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 frá kl. 8.0020.00
og boða frá
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.frí. 816
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadagfríggjadag klokkan 1330
Nú býurin bjóðar seg fram
á ymsum økjum og nógvir
útiaktivitetir eru, kunnu vit
staðfesta, at vit her í Klaks
vík so dyggiliga mangla ein
fastan uttandura pall, har
norðoyingar kunnu samlast
til gaman og álvara.
Í Klaksvík hevur mentan
in altíð havt eitt stórt pláss
hjá fólkinum, og ofta saml
ast nógv fólk bæði til álvara
og gaman til ymisk enda
mál og á ymsum støðum.
Eg haldi, at tíðin nú er
komin, at Klaksvíkar
Kommuna ger íløgur í ein
uttandura pall í Klaksvík.
Pallurin skal verða ein
yvirdekkaður permanentur
pallur, ið hevur hóskandi
stødd og við øllum neyðug
um hentleikum/tøkni, ið
ein slíkur pallur hevur brúk
fyri, soleiðis at øll kunnu
gera brúk av honum og
tøknin skal vera perma
nent. Pallurin kundi staðið
á tí fría økinum norðan
fyri/uppat skýlinum.
Skýlið á Injector Arena
gevur góða lívd fyri
lágættini.
Klaksvíkar Kommuna
eigur økið og er hetta eitt
gott og rúmsátt øki.
Hettar kundi verið Torgið
í Klaksvík, har eisini ein
lýsingartalva kundi verið,
har øll tiltøk yvirhøvur
verða lýst. Á henda hátt
verður fólkið kunnað, um
hvat fyriferst í býnum. Eg
ivist onga løtu í, at tað fer
ikki at ganga long tíð,
áðrenn hettar verður staðið,
har fólkið fer at møtast
bæði til álvara og gaman.
Um vit nú hugsa, at vit
flyta fleiri av aktivitetinum,
sum plaga at vera á Vágs
túni, oman á fríøkið norðan
fyri skýlið við Djúpumýru,
hevur hettar onki inntriv í
ferðsluna við sær.
Hetta hevði verið ein
góður pallur hjá teim ungu
á Dávavirkinum o. ø. at víst
síni kynstur á og har kundu
samkomurnar í býnum havt
síni útimøtir og onnur
mentannartiltøk so sum
jólahald, torradagar o.l.
kundu somuleiðis verið har.
Vónandi tekur Klaks
víkar Kommuna væl ímóti
hesum.
Nær fáa vit ein hart tiltrongdan
uttandurapall/speakers corner?
ELSEBEtH
GUNNLEyGS-
dóttUR
HANSEN
Jú ein kann spyrja, hvat
teir hava til felags, tí er tað
nakað sum Fólkaflokkurin
ikki hevur á stevnuskránni,
so er tað samhaldsfesti.
Tí mundi tað falla mong
um fyri bróstið, tá formað
ur Fólkaflokksins í hesum
døgum tekur samhaldsfasta
til sín, soleiðis at tað sær út
sum um hann hevur verið
heitur talsmaður, fyri sam
haldsfasta tey undafarnu
valskeiðini.
Í 1991, tá Javnaðarflokk
urin legði fram uppskot um
at gera samhaldsfasta til
veruleika, var ætlanin at
inngjaldið skuldi vera 2%
frá hvørjum parti. Tíanverri
so royndi Fólkaflokkurin
allar snildir at sabotera
kanska eitt tað mest
geniala uppskot, ið nakran
tíð er lagt fram á Føroya,
eitt uppskot við ongari
umsiting, eins og tað hevði
eina sjálvregulerandi
prísregulering.
Fólkaflokkurin fór so
langt, at teir fyri yvirhøvur
at samtykkja uppskotið
kravdu, at navnið skuldi
broytast, fyri at kamuflera at
tað var eitt samhaldsfast
uppskot, har tær breiðu herð
anar skuldu bera sín stóra
part til hesa genialu skipan.
Sjálvt um inngjaldið,
vegna tvørrandi vilja frá
Fólkaflokkinum, bert gjørd
ist 0,5 % so varð spírin
lagdur til hesa skipan.
Men ta syndarligu lagnu
tað fekk var, at eisini
Sambandsflokkurin við
Edmund Joensen á odda
ynskti hetta uppskot “har
sum pipari grør”. Tí skuldu
tað ganga heili 13 ár,
áðrenn inngjaldið aftur
varð hækkað, nemliga í
2004 upp í 3/4 %
2006 upp í 1 %
2007 upp í 1,5 %
2008 upp í 1,75 %
Tað vil siga, at øll gull
árini, frá 1995 – 2004, tá
Fólkaflokkurin sat við land
sins leiðslu, fingu pensjon
istar og samhaldsfasti ikki
eina krónu í hækking.
Um vit ímynda okkum, at
umsorganin hjá formannin
um í Fólkaflokkinum hevði
verið eins stór tey árini,
høvdu pensjonistar í dag
helst fingið einar 56.000
kr um mánaðin úr samhalds
fasta, ella kanska meira.
Ætlanin hjá okkum, sum
tá løgdu lunnar undir sam
haldsfasta, var at pening
urin skuldi koma verandi
ættarliði av pensjonistum
tilgóðar, nakað sum Henn
rik Old hevði frammi fleiri
mánaðar fammanundan.
Tað kundi verið upp á sítt
pláss, at trivnaðarnevndin
bað fíggjarmálaráðharran
gera eina útgreining, hvussu
stór upphæddin í samhalds
fasta hevði verið í dag, um
Fólkaflokkurin hevði hækk
að inngjaldið til samhalds
fasta frá 1996 – 2000
samsvarandi tí hækking, ið
gjørd er frá 2004 – 2008.
Fólkaflokkurin og samhaldsfasti
FRANK
dAvIdSEN
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.