fríggjadagur 5. september 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 170 - 5. september 2008
13
viðmerkingar
Frá tjóðbúna til karneval
– ella bara eitt frítt val er
heitið á áhugaverdari
grein, ið Pól á Kletti
hevði í Dimmalætting 20.
august. Av tí at Pól endur
gevur lýsingina frá Forn
minnissavninum, ið lætt
kann mistulkast, fari eg
her at endurtaka
lýsingina:
Frá gerandisklæðum til
føroyskan búna
Upp undir ólavsøku letur
upp nýggj framsýning um
føroysk klæðir á Føroya
Fornminnissavni. Framsýn
ingin nevnist Frá gerandis
klæðum til føroyskan búna.
Á framsýningini verður
serliga dentur lagdur á
føroyska kvinnubúnan.
Nøkur mannfólkaklæðir og
eldri gerandisklæðir eru
eisini við. Endamálið við
framsýningini er at lýsa,
hvussu klæðir við sama
sniði sum búnin hava verið
nýtt í eldri døgum, men á
øðrvísi hátt enn búnin í
dag. Frá at vera gerandis
klæðir eru klæðini í dag
vorðin føroyskir búnar.
Elstu klæðini eru frá
uml. 1850, men framsýn
ingin varpar eisini ljós á
nýtsluna av føroyskum
búnum í dag. Á heysti í
fjør skipaði Føroya Forn
minnissavn fyri myndatøku
av kvinnum í egnum búna,
sum høvdu latið seg í, sum
tær plaga. Myndirnar sýna
búnar úr ymsum tilfari, við
ymsum litum og mynstrum
og lýsa sera væl tey fjøl
broytni, sum sermerkja
føroyskar búnar í dag.
Orðingin í lýsingini,
»Frá at vera gerandisklæðir
eru klæðini í dag vorðin
føroyskir búnar« er sera
óheppin. Kann henda, at
onkur slitin búni er vorðin
nýttur sum gerandisklæðir,
men neyvan stavar tjóð
búnin frá gerandisklæðum.
Pól skrivaði eisini nakað,
ið eg ikki heilt var før fyri
at skilja. – »Tey útvaldu, ið
kalla føroysku klæðini
»tjóðbúna«, ilskast og siga
hesi nýggju klæðini líkjast
karnivalsbúnum. Men hvør
hevur autoriserað klæðini
at vera tjóðbúna? Væl vita
vit, at tað í øðrum londum
eru sonevndar tjóðbúnað
nevndir [Hvat merkir
sonevndar í hesum føri, tá
ið sonevndar í vanligari
týðing merkir niðrandi?],
sum meta um og gera av,
um ein búni er nóg bæri
ligur at umboða landið í
almennum høpi – tað er at
siga í almennum framførsl
um á stevnum heima og
uttanlands.« – Her er ikki
rætt fráboðað, tí í øllum
Norðurlondum eru tjóð
búnafeløg og fastar reglur
um, hvussu ein búni eigur
at vera. tey hava fleiri
ymiskar búnar í hvørjum
landi, men ikki loyvi at
broyta so mikið sum ein
sting. Vit eru tey einastu,
ið eru uttanfyri, einki tjóð
búnafelag, ongar lógarfest
ar reglur og ongan alsk ella
virðing fyri siðvenju.
Ynskiligt hevði verið, at
eisini vit áttu eitt tjóðbúna
felag, tá kundu vit havt ein
búna fyri hvørja oyggj ella
hvørja bygd, um vit vildu
havt fleiri ymiskar búnar.
Greinin hjá Póli endar
við svarinum, hann fekk
frá Súsonnu Skaale, ið er
ein ung nútíðar kvinna.
»Eg lati meg ikki stýra av
øðrum. Eg lati meg í
turkislitað turriklæði. Og
eg haldi tað vera í lagi, at
fólk sleppa tí traditionella
og velja ymiskar litir til
klæði síni.« Holger Drach
mann, danskur rithøvundur
(18481908), segði eisini
»Jeg sætter min hat, som
jeg vil«, men hetta savnar
neyvan nakran samleika.
Egnu hugleiðingar um
framsýningina á Forn
minnissavninum og ymisk
ar myndir frá ólavsøkuni: Í
frágreiðingini um framsýn
ingina skrivar Fornminnis
savnið: »Á heysti í fjør
skipaði Føroya Fornminnis
savn fyri myndatøku av
kvinnum í egnum búna,
sum høvdu latið seg í, sum
tær plaga. Myndirnar sýna
búnar úr ymsum tilfari, við
ymsum litum og mynstyr
um og lýsa sera væl tey
fjølbroytni, sum sermserkja
føroyskar búnar í dag.«
Tá ið eg stóð og hugdi at
hesum fjølbroytni, rann
mær til hugs orðini hjá
Hans Andriasi Djurhuus,
»Saman at halda var ei
okkum givið«, og tað
næsta, ið rann mær til
hugs, var: Er hetta ikki júst
tekin um tað føroyska
sjálvsøkni og sundurlydni,
sum valdar í dag, har eg er
vorðið fyrsta orðið bæði í
talu og skrift? Nú ið so
nógv verður tosað um
gransking og ymisk evnir,
hevði føroyskt sundurlyndi
óivað verið eitt sera áhuga
vert evni.
Sum eygnariv (blikfang)
var kjólin hjá Eivør Páls
dóttir – eitt føstulávints
skrímsl í besta stíli. Ymisk
fyndarorð vóru hongd á
veggin eins og mannakorn.
»Nógv fólk brúka bara
búnan eina ferð um árið.
Eg royni at flætta hann inn
í mín persónliga klædnastíl
og harvið fáa meiri gleði
burtur úr honum.« (Eivør
Pálsdóttir). Um Sissel
Kyrkjebø hevði gjørt á
sama hátt við einhvønn
búna í Noregi, hevði hon
uttan iva fingið sekt.
Sjálvt havi eg altíð hild
ið, at heitini tjóðveldi og
tjóðbúni hava ljóðað sera
hátíðarlig. Men álvaratos,
tá ið eg sá mynd av for
kvinnuni í »Unga tjóð
veldi« bjóða til ólavsøku
fund í einum neyðtiknum
føroyskum búna, gjørdist
eg vónsvikin. Hetta var
niðan fyri alt lágmark. Um
hetta er framtíðarrák hjá
Tjóðveldinum, hóskar
betur, at teir býta bókstavin
ð um við bókstavin v. Tjóv
veldi og tjóvveldisbúni.
Enn syngja vit »Gud
signi mítt føðiland Føroy
ar«. Hetta verður ivaleyst
eisini broytt, áðrenn vit
vita av.
Tjóðbúni ella tjóvbúni?
NicoliNa
JeNseN Beder
Fyrrverandi
trúarfelagar hjá
bretanum Antony
Flew, ið hevur verið
ein hin heitasti
talsmaður fyri
ateismuna – guðloysi, størsta partin av livi sínum,
eru í øðini og ørkymlaðir, tí maðurin er fráfallin
av teirri orsøk, at hann fær ikki at ganga upp,
at lív kann koma av tilvild, og tí ikki kemur til
aðra niðurstøðu enn at ein skapari má standa
aftan fyri alt.
Hann hevur skrivað bókina “There is a God”, ið
serstakliga Richard Dawkins og aðrir framstandandi
guðloysingar, eru rasandi um. Men Antony Flew
grundar trúgv sína á skaparan á, at hann faktiskt
er tað design, sum er í skapanini, bæði í smáum
og í stórum.
Hetta designið hevur hann eftir fleiri analysum víst
á ikki kann henda av reinari tilvild. Við øðrum
orðum sigur hann, at skapanin vitnar um, at tað er
ein skapari.Tá ið ein so virkin guðloysingur,
gjøgnum alt sítt stríð og djúpastu hugsan, ikki so
mikið sum hevur megnað at sannføra seg sjálvan um,
at alt er tilvildarligt, hvat so við einum felagi, ið
einki endamál sigur seg hava, men bara skal ana við
hvílandi limum?
Guðloysingar í øðini
JohN s.
MyllhaMar
Í tíðindunum hjá Kring
varpinum á døgurða 4.
september var samrøða við
Tummas í Garði, lækna
stjóra á Landssjúkrahús
inum, um fosturtøkuspurn
ingin. Í samrøðuni ásannar
læknastjórin, at Føroyar
kanska ikki fylgja við í
fakligu menningini, tá ið
talan er um læknaliga við
gerð í sambandi við fostur
tøku. Men hann vissar okk
um eisini um, at hann
svevur væl um náttina, fyri
tað um fosturtøkuøkið ikki
er spjótspíssurin í menning
ini á Landssjúkrahúsinum.
Hesum hevur læknastjórin
tað ikki ringt av.
At Føroyar kanska eru
tilafturskomnar, tá ið talan
er læknaliga viðgerð, er
altso ikki nakar trupulleiki,
tykist læknastjórin halda.
Hendan fakliga hugburðin
havi eg ilt við at skilja.
Serliga tá ið tað er hægsti
læknaligi myndugleikin á
Landssjúkrahúsinum, sum
umboðar hann.
Allar læknaviðgerðir
kunnu hava eftirárin. So er
eisini við fosturtøku. Men
avbjóðingin fyri eitt nútím
ans sjúkrahúsverk má altíð
vera at velja ta tryggastu
viðgerðina, sum er gjørlig
innan teir karmar, sum
hetta sjúkrahúsverkið
hevur at virka í. Heldur
enn at stigmatisera ein
sjúklingabólk, sum longu
frammanundan stendur í
eini svárari støðu.
Sambært tølum frá
Landslæknanum fingu 41
kvinnur í aldrinum 15 til
44 ár fosturtøku í Føroyum
í 2006. Hesar og allar aðrar
kvinnur, sum hava verið og
sum koma í somu støðu,
mugu liva við at hoyra til
ein sjúklingabólk, sum ikki
verður nóg høgt raðfestur
til, at leiðslan á
Landssjúkrahúsinum vil
arbeiða fyri støðugari betr
an og menning í viðgerð
arhættum. Spurningurin er
so, um tað er av tilvild, at
tað júst er á fosturtøku
økinum, at læknastjórin
tykist lata standa til.
Vónandi gongur ikki ov
long tíð, til læknastjórin
vaknar úr sínum vakurleika
svøvni og spyr seg sjálvan
og síni starvsfólk, hvat skal
til, fyri at Landssjúkra
húsið kann veita eins góða
viðgerð, sum viðgerðin, ið
verður veitt í okkara
grannalondum. So at tær
kvinnur, sum av einihvørji
orsøk skulu hava fostur
tøku á Landssjúkrahús
inum, kunnu vera tryggar
við, at eisini tær fáa ta
bestu læknaligu viðgerð
ina, við minst møguligum
eftirárinum. Uttan mun til
privatu, moralsku áskoð
anina hjá læknastjóranum
og hjá øðrum starvsfólkum
á Landssjúkrahúsinum.
Vakurleikasvøvnur læknastjórans
forkvinna í
Javnstøðunevndini
KristiaNNa
WiNther
PoulseN
Lesið Sosialin - so eru tit við