fríggjadagur 5. september 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 170 - 5. september 2008
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Dagurin
6. september. Magnus, deyður í umleið 750. Sankta
Magnus var einabúgvi, sum saman við fleiri øðrum
einbúgvum í langa tíð helt til við Bodenvatnið á
markinum millum Týskland og Sveis. Seinni fór hann
sum trúboðari til Bayern, har hann læt byggja eitt
kleystur. Kemur ofta í bland við aðrar Magnusar, eitt nú
ein Magnus, sum sigst at vera tikin av døgum um ár
250, og við tann Magnus, sum magnusarmessa verður
hildin fyri. Navnið er latínskt og merkir stórur.
7. september. Robert. Teir vita ikki, hvønn sipað verður
til, navnið kemur ikki fyri í álmanakkanum fyrr enn í
1728. Kanska er talan um ein abbata í Kent í Onglandi.
8. september. Mariumessa um heystið. Hildin sum
føðingardagur Mariu. Dagurin er dilkadagur. Tríggir
dagar um heystið verða nevndir dilkadagar. Teir eru
mariumessa 8. september, mikkjalsmessa 29. september
og allahalgannadagur 1. november.
Fríggjadagin 5. septembur
fyllir Haldor Gaardbo á
Toftum 60 ár.
Haldor er sonur Ragnhild
og Frank Gaardbo, og hann
er elstur av fimm børnum.
Haldor Gaardbo er giftur
Marjun, fødd við Rætt, og
børnini hjá teimum eru Jan,
føddur í 1968, ein lítlan
ónevndan drong, føddur í
1970,
sum
doyði
sum
nýføðingur, og Joan, fødd í
1972, sum doyði í 1995
bert 22 ára gomul. Abba
børnini eru fýra í tali – alt
dreingir.
Til dagligt siglir Haldor
sum kokkur við Høgaberg,
men tá ið hann er heima, er
hann ein sera virkin maður.
Hann hevur serliga seinnu
árini gjørt rættiliga nógv
við húsini, og tað mesta hev
ur hann gjørt einsamallur.
Áðrenn Haldor fór at
sigla, fekst hann við ymiskt
annað. Millum annað høvdu
Marjun og Haldor gamla
Oyrahandilin í Oyrunum á
Toftum, og hann var eisini
maðurin aftan fyri tær
kendu Protectin fiskatablett
irnar.
Føðingardagurin verður
hildin á Svangaskarði leyg
arkvøldið 13. septembur
klokkan 19, har øll eru
hjartaliga vælkomin.
Haldor Gaardbo 60 ár
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu,
tá okkara kæri pápa- og mammubeiggi, abba- og
ommubeiggi og langabbabeiggi
Herluf Haraldsen
Sandavágur
andaðist og varð jarðaður
Tøkk til Ingu Poulsen Dam fyri góð og troystarrík
orð, tøkk til berarar, sangarar og kirkjutænarar.
Hjartans tøkk til heimarøktina í Vágunum,
Ellisheimið í Leirvík, og serstakliga tykkum á
Ellisheiminum á Sýnuni í Vágum, sum vóru so góð
við hann, ta tíðina hann var har og fyri hjálpina við
jarðarferðini.
Tøkk fyri blómur, kransar og gávur til Ellisheimið.
Tøkk til øll tykkum, sum fylgdu honum til hansara
seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Tummas og Hannus
14. juli 2008 fingu Fía og Pól í Skorini, Glostrup, ein son.
Hann eitur Ólavur og vigaði 3750 gr. og var 53 cm. langur.
16. august fingu Jóhanna Magnussen og Rúni Debes, Tjørnu
vík, eina dóttur. Hon var 54 cm. long og vigaði 3550 gr.
26. august fingu Karina Joensen og Eyðstein Jacobsen, Tórs
havn, ein son. Hann var 52 cm. langur og vigaði 3200 gr.
27. august fingu Turid Davidsen og Jóhannes Davidsen, Sanda
vágur, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 3300 gr.
28. august fingu Olivia Berg og Jákup Súni, Hoyvík, eina
dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 4220 gr.
28. august fingu AnnMari og Magni Mouritsen, Hoyvík,
eina dóttur. Hon var 50 cm. long og vigaði 3580 gr.
28. august fingu Siborg Jóna Nielsen og Janus Hentze í
Stórustovu í Keypmannahavn eina dóttir. Hon varð fødd á
Hvidovre Hospital og var 53 cm. long og vigaði 3260 gr.
29. august fingu Vinni og Jørgin Olsen, Klaksvík, ein son.
Hann var 51 cm. langur og vigaði 2950 gr.
30. august fingu Anita Berg og Frívaldur Tindskarð, Tórs
havn, eina dóttur. Hon var 54 cm. long og vigaði 4050 gr.
31. august fingu Beinta Bærentsen og Dan Kári Joensen,
Hoyvík, ein son. Hann var 52 cm. langur og vigaði 3850 gr.
1. september fingu Birgit og Heðin Krett, Tórshavn, eina
dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 3625 gr.
1. september fingu Borghild Tómasson og Sámal Jákup
Isaksen, Klaksvík, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði
4100 gr.
1. september fingu Anna Eiriksdóttir og Rúni Heðinson, Tórs
havn, ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 4250 gr.
1. september fingu MajBritt Hellisdal og Johnny Samuelsen,
Tórshavn, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 3750
gr.
2. september fingu Torgunn Jónsdóttir og Ellef Ellefsen, Sør
vágur, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 3050 gr.
2. september fingu Leila og Bogi Lamhauge, Fuglafjørður,
eina dóttur. Hon var 56,5 cm. long og vigaði 4000 gr.
2. september fingu Majbritt Lamhauge Jacobsen og Jón Eli
Jacobsen, Tórshavn, ein son. Hann var 54 cm. langur og
vigaði 4050 gr.
25. august fingu
Elin Nolsöe
Grethardsdóttir
og Baldur Helgi
Benjamínsson,
Reykjavík, eina
dóttur. Hon vigaði
3.025 gr. og var 49
cm long.
Merkisdagur
Leygardagin, 6. sept. fyllir Ásbjørg Simonsen á Viðareiði,
70 ár. Dagurin verður hildin sunnudagin, 7. sept., hjá dóttrini
Ansu á Eiðsvíksvegi 1, frá kl. 17. Øll eru vælkomin.
75 ár
Hósdagin 4. septembur fylti Viggo Vatnsdal, Skopun 75 ár.
Dagurin verður hildin leygardagin 6. septembur frá kl. 1116
í Samljóð, Skopun. Øll eru vælkomin.
Brúdleyp
Leygardagin 6. sept. kl. 14 giftast í Viðareiðis kirkju, Mamy
Dahl Sørensen, Viðareiði og Hákun Súni Egilsnes, Vestmanna.
Brúdleypsveitslan verður í Vestmanna ítrottarhøll kl. 17.30.
90 ár
Thomas Krogh, múrarameistari í Tórshavn ættaður av Sandi
verður 90 ár 6. septembur. Hann er burturstaddur føðingar
dagin.
Tøkk
Eg og kona mín vilja á hendan hátt siga
tykkum tøkk fyri at tit mintust meg á 75
ára føðingardegnum tann 6. august í ár.
Ein stór tøkk til míni børn á Bornholm,
fyri at tit gjørdu mær dagin so hugnaligan.
Um tú vinin eigur,
tann tú trýrt væl,
Far og finn hann ofta,
Tí at ryski grør
og hitt síða gras
tá eingin á gøtu gongur.
Kærar heilsur
Henry Jarnskor