fríggjadagur 5. september 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 170 - 5. september 2008
15
Poula Larsen, fødd
Leo, úr Vági, búsitandi
í Keypmannahavn, fer
til gravar frá Risbjerg
Kirkegårds
Kapel
í
Hvidovre
leygardagin
kl. 11. Tey, íð vilja minn
ast Poulu, kunnu lata
Kristnastovu eina gávu,
konta í peningastovn
unum.
Solgerd
Thomassen,
ættað úr Øravík, andað
ist týsdagin 2. september
á Lágargarði í havn, 87
ára gomul. Jarðarferðin
verður úr Havnar kirkju
leygardagin 6. septem
ber klokkan 13.
Maria Magnussen, van
liga nevnd Mia, úr Vági,
ættað
úr
Sandavági,
andaðist í Sambýlinum
í Vági mikudagin, 90
ára gomul. Kistan fer úr
kapellinum á Suðuroyar
Sjúkrahúsi leygardagin
klokkan 17. Jarðarferðin
verður
sunnudagin
klokkan 14 úr Vágs
kirkju.
Andlát og jarðarferðir
Tøkk
Vit takka hjartaliga øllum, sum sýndu samkenslu,
tá ið okkara elskaða dóttir, systir, mostur og
ommudóttir
Sjúrða Gaard
Oyndarfirði
andaðist og varð jarðað.
Tøkk Jógvan prest fyri troystarrík orð í kapellinum
og kirkjuni. Tøkk Símun fyri góð orð í kirkjuni. Tøkk
Sigrið og Ólavur fyri vakran sang.
Tøkk fyri blómur og kransar.
Eina stóra tøkk til tykkum, sum hjálptu til við
jarðarferð og ervi.
Tøkk øll tit vit lærdu at kenna á hennara lívsleið.
Tøkk til tykkum mongu, sum fylgdu Sjúrðu til
hennara seinasta hvíldarstað.
Vegna tey avvarðandi
Sólgerð, Hjørleif
Guðrun, Vár, Rebekka
Óli, Silas og omma
Leygarkvøldið 23. august
2008 andaðist Anna hjá
Rasmusi á Háskúlanum á
Tjarnargarði.
Hon var fødd í 1919 á
Háskúlanum. Dóttir Rasm
us á háskúlanum úr Miðvági
og konuna Annu Suffíu, av
Skarði. Anna var tað sein
asta av børnunum hjá fyrstu
háskúlahjúnunum, sum nú
fór.
Nakað vesalig man hon
hava verið, tá ið hon var
fødd, tí hon var heimadoypt
alt fyri eitt og fekk navnið
Anna Fríðrika, helst ein
samanrunnin uppkalling av
mammuni og ommuni á
Skarði, Elsu Frederikku.
Ikki óvæntað, sum dóttir
annan háskúlamannin, var
navnið eisini alment skrivað
á føroyskum, hóast tað tá ið
tíðini helst var vanligari, at
kallinavnið var føroyskt,
meðan navnið var skrivað á
donskum máli.
Anna var yngst av 6 systkj
um. Elst var Ada, fødd í
1905, síðan komu Elsa
Johanna fødd í 1910, Jóannes
føddur 1912, Sjúrður føddur
í 1914, og næstyngstur var
Ólavur føddur í 1916. Í
húskinum var harumframt
omman av Skarði, sum kom
til teirra at verða, nakað eftir
at Skarðsbygd avtoftaðist.
Tíðliga var hon skild frá
foreldrunum. Hon hevði
viðføtt mjadnabrek, sum alt
lívið var henni ein bági.
Hetta brek mátti rættast av
teirri fremstu serfrøðini,
sum tá var tøk á Ríkissjúkra
húsinum í Keypmannahavn.
Rasmus fór við henni til
Keypmannahavnar, tá hon
var tvey ára gomul. Ikki
høvdu foreldrini umstøður
at verða hjá henni undir
sjúkraleguni, so Rasmus fór
aftur til Føroya uttan Annu.
Rasmus hevði ein vinmann,
sum var blaðmaður í Keyp
mannahavn, Søren Vase
gaard at navni. Hann hevði
hitt
hann
á
Vallekilde
Háskúla 1892/93 og havt
brævaskifti við hann øll
árini síðani. Søren gekk javn
an at vitja Annu, fyri í brævi
at greiða Rasmusi og Annu
Suffíu frá, hvussu gekst.
“Min mand kommer og
besøger mig” segði Anna, at
hon plagdi at siga við sjúkra
systrarnar, tá ið hon gleddist
um, at hann fór at koma at
vitja. Hálvtannað ár gjørdist
uppihaldið í Keypmanna
havn, og tá hon kom aftur til
lands, kendi hon ikki mamm
una aftur, og einasta tungu
málið, hon nú dugdi, var
danskt.
Á Háskúlanum kom, sum
vera
man,
nógv
fólk.
Háskúlin var tá einasti at
kalla skipaði føroyski ment
anardepilin, sum var. Undir
vísing av næmingum og
alment kjak um føroysk evni
hvørt um annað. Um summ
arið, tá ið dreingirnir vóru
til skips, vóru gentuskeið,
meðan vetrarhálvuna vóru
dreingjaskeið. Nógv munnu
tey verða, sum hava gingið á
hesum háskúlaskeiðum, og
hava kent Annu.
Við so stórum tali av
fólki úr øllum ættum í Før
oyum, sum savnaðist á
einum staði undir trongum
húsaumstøðum,
gjørdist
tuberklavandin stórur fyri
háskúlafólkini. Børnini hjá
Rasmusi fingu øll smittuna,
Anna og Jóannes vóru ein
astu teirra, sum ikki gjørdist
sjúk. Ólavur fekk viðgerð
og bleiv frískur. Deyðin
gjørdist í barna og ung
dómsárunum
hjá
Annu
tískil alt ov ofta gestur. Elsa
Johanna doyði í 1927,
Mamman í 1932, Omman
av Skarði í 1934, Sjúrður í
1939 og Ada í 1940.
Ung gjørdist Anna tí
álitið í húsarhaldinum hjá
Rasmusi á Háskúlanum.
Líka so stóran týdning, sum
Rasmus hevði úteftir, hevði
Anna innanhýsis í húsar
haldinum, hóast sín unga
aldur. Persónliga at forvinna
sær pening var nakað, sum
lá aftarliga í raðfestingunum
hjá háskúlamonnunum, og
tað hevur uttan iva sett til
svarandi stór krøv til hús
førsluna.
Í 1938 fór Anna til Ong
lands at tæna. Saknur var í
henni hjá Rasmusi, og hann
óttaðist, at bardagi fór at
bresta á millum stórveldini,
og strongdi tí á at fáa Annu
aftur til Føroya. Glaður
mundi hann tí verða, tá
dóttirin kom aftur til lands.
Undir
krígnum
kom
Oskar, ein vestmenningur,
at ganga á Háskúlanum.
Dámligur og ikki minst
skemtingarsamur. Tað rann
saman millum tey bæði.
Ikki var Oskar minni áhug
aður enn Rasmus í øllum tí,
sum kundi verða føroyskum
máli og føroyskari mentan
at frama.
Í 1948 giftust Anna og
Oskar. Tey giftust inn til
Rasmus á Háskúlanum.
Tvey børn fingu tey, Adu
og Hermann. Sum persónar
vóru Anna og Oskar ógvu
liga ymisk, men kanska júst
hetta gjørdi, at tey riggaðu
væl saman sum hjún.
Fremst í huganum hjá
Annu lá altíð at verða nakað
fyri onnur. Hon spurdi altíð,
hvussu onnur høvdu tað, og
hjúklaði um tey. Nógv var
hon sjálv sjúk gjøgnum lív
ið, men tað tók hon ongan
tíð sjálv upp á tungu, og
varð hon spurd, tileinkis
gjørdi hon tað sum oftast.
Sera trúføst var hon móti
familju og vinum. Meira
enn nakar annar skilti hon
týdningin av, at samband
við familju og vinir má røkj
ast. Føðingardagar hjá børn
um og barnabørnum var
hon sjálvsagt altíð í, men
eisini í føðingardøgum hjá
børnum hjá brøðrunum og
enntá eisini í føðingardøgum
hjá abbabørnum teirra. Á
jólum lá eisini altíð ein lítil
pakki til øll tey somu frá
Annu. Barnagóð var Anna,
og barnatekki hevði hon.
Serliga
teimum
minstu
børnunum dámdi henni væl
at sita undir og práta við.
Í fimmti og sekstiárunum
var Oskar sera virkin á
mentanarpallinum í Føroy
um, og tók Anna onkuntíð
lut í slíkum virksemi. Hvør
minnist hana ikki sum
Suffíu mostur í Fólk og
dólgum í Kardumummu
býnum. Men mest helt
Anna seg til sangin. Var í
nógv ár við í Havnar Sang
felag og seinni í Kristiliga
Sangkórinum.
Í útvarpinum var Oskar
nógv at hoyra, og so hvørt
sum útvarpið gjørdist hvørs
mansogn, gjørdist Oskar
veruliga kendur úti um land
ið. Anna bleiv tí nú heldur
millum fólk ofta kallað
Anna hjá Oskari heldur enn
Anna
hjá
Rasmusi
á
Háskúlanum.
Rasmus gjørdist elligam
al, tey seinastu árini var
hann tó óhjálpin. Ongin
heimahjálparaskipan var tá,
og fá ellisheimspláss vóru,
um nøkur. Anna stóð einsa
møll við endan at taka sær
av honum, tó væl stuðlað
av Oskari. Serliga strævin
hjá Annu vóru seinastu tvey
árini, áðrenn Rasmus doyði
í 1962.
Eftir
at
Rasmus
var
deyður, fóru Anna og Oskar
undir at byggja sær hús úti í
Perskonugøtu, hagar tey
fluttu inn í 1963.
Anna fór fyrst í áttati
árunum á fyrsta sinni av
húsunum at arbeiða. Hon
fekk starv at vaska á Tekn
iska Skúla í Havn. Hetta
starv hevði hon, til hon
legði frá sær fyri aldur.
Oskar gjørdist fyrst í
nítiárunum álvarsliga sjúk
ur, og Anna var honum tá
ein dyggur stuðul og var
nógv við honum í sjúkra
ørindum í Keypmannahavn.
Tá Oskar doyði í 1995, var
tað Annu ein stórur smeit
ur.
Seinastu árini hevur Anna
verið rættuliga sjúk og
óhjálpin, og í 2004 gjørdist
støðan hjá henni soleiðis, at
ikki bar til at vera heima
longur, og flutti hon tí á
Tjarnargarð at verða. Ikki
var lætt hjá Annu at sann
kenna tann veruleika, at
hon nú ikki longur var tann,
sum skuldi hava umsorgan
fyri øðrum, men at hon nú
var komin í ta støðu, at onn
ur máttu hava umsorgan við
henni.
Við hesum orðum fara vit
við virðing og takksemi at
minnast Annu fyri hennara
stóra trúfesti mótvegis okk
um øllum í familjuni.
Bróðurdøtur og - sonur
Anna hjá Rasmusi á
Háskúlanum farin
www.sosialurin.fo
Anna og Oskar