Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-05, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. september 2008síða 16

‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 170 - 5. september 2008 Thomas Krog í Havn verður 90 ár komandi mánadag. Thomas er ættaður úr Króki á Sandi, herav Krognavnið. Thomas hevur havt eitt áhugavert lív. Hann mundi fingið fyrstu bumbuna hjá týskarum í høvdið, tá ið teir løgdu á Noreg 9. apríl 1940 Pápi Thomas var Jógvan Olsen í Króki, mamman var Súsanna, ættað av Geilargarði í Skúvoy. Hetta merkti, at Thomas kom at ferðast nógv til Skúvoyar sum drongur. Hann minnist seg at hava verið í Skúvoy, síðan hann var trý ára gamal. Ferðasambandið var at fara við postbátinum, sum sigldi eina og seinni tvær ferðir um vikuna. Hetta var ein opin bátur. Hetta var annars sambandið heilt fram í 70-ini. Skúvoy var eitt paradís hjá einum drongi við øllum tí, sum hendi. Ikki minst við øllum fuglinum sum var. Teir fleygaðu upp til 45.000 lundar og 75.000 lomvigar árliga umframt annan fugl. Thomas var við, tá ið hann kundi, og hann gjørdist av djarvastu bjarga- monnum. Enn í dag ógvast hann um, hvussu nógv hann legði fyri! Miðið sum mátti dylgjast Tá ið Thomas var kon- firmeraður, fór hann ikki til skips beinanvegin. Hann fór at rógva út við sjey- mannafari við Bjarna Sandoy. Teir royndu við snøri og komu víða um, sum á Miðhavið og Grynn- una. Bjarni hevði funnið eitt mið, sum var sum ein skalli. Hetta mið var so lítið, at tað rakk bert til at draga snørið tríggjar ferðir, tá mátti rógvast aftur á aftur. Men tað var stórur fiskur, og tá var skjótt at fylla upp í bátin. Tá ráddi um at dylja síni egnu mið, so ikki aðrir skuldu fara við teimum. Tá ið aðrir bátar nærkaðust, varð drigið upp og siglt av miðinum, so eingin annar kundi íta tað av. Tað var nógvir útróður á Sandi tá. Teir mundu vera 16-18 bátar. Fiskurin varð avreiddur til handilsmannin Kristin Joensen, har hann varð flaktur og saltaður. Hetta gav nógv arbeiði í bygdini. Umframt varð eisini fiskur turkaður. Thomas minnist bát frá Niels J. Mort- ensen, sum plagdi at koma eftir turkaða fiskinum. Útróðurin var um veturin. Um summarið var annað at takast við. Tað vóru tvær kýr í húsinum umframt ross og seyð, og gav hetta nógv arbeiði. Tey vóru 11 systkin, átta systrar og 3 beiggjar. Ein beiggi doyði tó lítil. Til skips og so at hugsa Tá ið Thomas var 17 ára gamal, fór hann til skips. Tað var við Fram hjá Even- sen í Havn. Villy Reinert, á Rituni, var skipari. Evensen fór tó á húsagsang sama ár. Túrurin byrjaði buldras- liga. Teir vóru á veg til Grønlands. Teir høvdu sett ein stóran klyvara. Hann slerdi so illa, so teir fóru at taka hann niður. Men tað var so óheppið, at ein maður varð slerdur fyri borð í hes- um sambandi. Hetta var 2. bestimaðurin Olfert av Signabø. Teir vendu tí aftur at boða frá vanlukkuni. Teir fóru tískil ikki til Grønlands, men fóru í staðin til Íslands. Thomas sigldi nøkur ár við slupp, men tá fór hann at hugsa eitt sindur longur. Pápi hansara hevði verið 55 ár til skips, og Thomas sá, at hetta var ikki nakað lív. So hann hugsaði sær at fara til Danmarkar at sigla. Hann tosaði við sína elstu systur, Miu, um hetta. Hon var annars mest kend sum sjúkrasysturin frk. Krog á hospitalinum. Mia stuðlaði honum. Pengar vóru ikki nógvir, so hon rindaði ferða- seðilin, 60 kr. Tá ið Thomas kom aftur 10 ár seinni bjóð- aði hann systrini at gjalda peningin aftur, men tað vildi hon ikki hoyra um. Thomas hevði ikki nógv- an penng, tá ið hann var nið- urkomin. Kamar á sjómans- heiminum kostaði 1 krónu um náttina. Men hann hevði ikki pening til nógvar næt- ur. So fór Thomas at leita eft- ir hýru á Statsforhyrings- kontoret í Nyhavn. Hetta var ikki lætt, tí tað vóru nógvir um boðið. Hann fekk til ráðs at seta seg inn á skrivstovuna og bara at bíða í tolni, til ein kjansur var. Tað gjørdi hann eisini, og eftir 2-3 dagar hevði hann fingið sína fyrstu hýru. Við kaðalskipi Hetta var við kaðalskipinum Eduard Suenson, sum skuldi fara til Føroyar at skoyta telegrafkaðalin mill- um Føroya og Ísland, sum var slitnaður. Báðir endar- nir máttu finnast og “fisk- ast” upp. So skuldi boya setast á hvønn endan. Síðan skuldi nýggjur kápul knýt- ast í báðar endarnar. Hetta var ikki bert sum at siga tað. Eitt slíkt skip hevði 52 mans umborð. Nógvir av teimum vóru teknikarar. Afturkomnir til Danmark fingu teir eina aðra uppgávu í Ermasundi. Men síðan var einki at gera, og so varð manningin uppsøgd. So aft- ur at søkja, og Thomas fekk ymsar kjansir á sama hátt. Eina tíð sigldi hann við ferðamamannaskipinum Kong Haakon millum Keyp- mannahavn og Århus. Farið varð um kvøldið og komið fram morgunin eftir. Hetta var tó bara um summarið. Thomas fór tá sum jung- maður við DFDS við einum skipi sum kallaðist Nevada. Teir sigldu uppá Suðuramer- ika við kaffi of oljukøkum. Tá plagdu teir at sigla eitt samdøgur eftir La Plata ánni inn í landið. Hetta var sera áhugavert. Seinni sigldi Thomas við Marocco, eisini hjá DFDS, í Miðalhavinum millum londini har. Tað vóru trý onnur skip av sama slag sum Marokko, og tey vórðu øll søkt av krígsávum. Mundi fingið bumbu í høvdið, tá ið Týskland legði á Noreg Nú fer at nærkast týsku her- setingini av Danmark og Noregi. Teir mynstra við Marocco 16. februar 1940. Tá var Bretland longu í kríggj við Týskland. Nú var tað ikki so lætt sigla longur. Teir sigldu fleiri túrir mill- um USA og Europa. Bretar tóku sær rætt til at kanna útlendsk skip. Tann eina túr- in vóru teir saman við nógv- um øðrum skipum tiknir inn til Orknoyggjarnar at kanna lastina. Teir lógu 21 dagar inni, áðrenn tað var teirra tørn at fáa lastina kannaða. Teir koma til Oslo tann 8. apríl kl. 10 á kvøldi. Alt var so óvist, og lurtað varð nógv eftir tíðindum. Flestu vita, at Danmark varð her- sett av týskarum á morgni 9. apríl og gav seg yvir bein- anvegin. Teir løgdu sam- stundis á Noreg, og fyrst var tað Oslo, sum átti tørn. Teir lógu við kei hendan morgunin. Tað fyrsta teir merkja til hersetingina er, at ein bumba verður slept beint frammanfyri skipið. Hetta var eitt øgiligt brak. Skipið var við at slíta sum tað rørdist. Teir vaknaðu sum rímiligt er við kaldan dreym og tustu uppá dekkið. Við bryggju lá eisini eitt týskt farmaskip við koksi á dekkinum. Tað kom skjótt til sjóndar hendan morgun- in, hvat ið var í lastini. Hetta vóru stríðsvognar, sum skuldu brúkast til enda- málið hendan dagin. Væl hevur verið fyrireikað. Teir vórðu síðan bidnir um at fara út á Oslofjørðin. Alt var so sera óvist, hvat ið fór at henda. Tíðindini gingu um, at bretar fóru at koma inn á fjørðin at forða týskarum í innrásini. Tí kundi hetta fara at gerast vandamikið hjá teimum. Tískil varð avrátt at øll manningin, uttan yvirmenn á brúnni og maskinrúminum, skuldu fara av skipinum. Teir fóru allir í bátin og róðu til lands, har teir fóru inn í skógin, teir komu til. Teir høvdu eisini mat við sær, um hetta fór at draga út. Men seinnapartin frættu teir, at Oslo hevði givið seg yvir, og teir fóru so umborð aftur. Mótstøðan helt áfram aðra staðni í landinum, men tað var skjótt, at týskarar høvdu valdið í øllum landin- um. Teir við Marocco sluppu ongan veg og vóru liggjandi í tríggjar vikur. Tummas var eina ferð í landi. Tá sóust týskir her- menn víða hvar. Teir vóru ikki heima fyrr enn 5. mai. Bað sjálvan A. P. Møller um kjans Teir koma so aftur til Dan- markar. Marocco verður lagdur, og aftur má Tummas søkja um kjans. Hann gjørdi ikki mætari enn at hann fór inn á skrivstovuna hjá A P Møller og bað um sleppa at tosa við bossin A. P. Møller sjálvan. Han fekk eisini orð á hann, og Tummas slapp við Betty Mærsk. Thomas Krogh 90 ár: Upplivdi týsku hersetingina av No Tummas. Minnisvarðin, sum Tummas hevur gjørt til minnis um Jóannes í Króki nøvn