fríggjadagur 5. september 2008síða 20
‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 170 - 5. september 2008
Seinni heimsbardagi er ein týðandi
partur av Føroya søgu. Serliga
minnast vit hesa søguna vegna
øll tey mannalív, sum henda tíðin
kostaði okkum. Tað eru fleiri enn
200 nøvn á minnisvarðanum í
viðalundini, og hetta er sera nógv
fyri eitt samfelag sum okkara.
Tíbetur er henda søgan varð
veitt. Fyri ein stóran part er tað
takkað Niels J Arge, sum skrivaði
eina heila bókarøð um hesa tíðina.
Tað er tó nógv annað skrivað, og
hetta átti at verið savnað saman
fyri tey, sum frameftir fara at
granska og kunna seg um hetta
tíðarskeið.
Vágar – ein partur av
Bretlandi
Tað var serliga á Vágum, at fólk
komu at merkja bretsku her
setingina. Her vóru upp til 5.000
hermenn í senn ella fleiri ferðir
fólkatalið oynni. Tað kravdist
enntá pass fyri at ferðast úr og í
Vágar. Oyggin gjørdist eitt bretskt
samfelag við tess eyðkennum
sum sjónleikarhúsi, Lake Side
Theatre í Vatnsoyrum, og einum
sjúkrahúsi í Sandavági. Eisini var
vinstrakoyring í Vágum eins og í
Bretlandi.
Ikki minst gjørdist kappingin
stór um genturnar, og tað hendi
ikki so sjáldan at bretarnir fóru
við sigrinum. Vit hava skrivað
um onkran teirra. Ein var Stan
Suggate, sum giftist við Kristi
onnu hjá Petur á Steig.
Tað hevur verið frammi fyrr at
fáa eitt krígssavn. Hetta kom ikki
minst fram í samband við 50ára
hátíðarhaldið fyri hersetingina í
1990. Ein av forsprákurunum tá
var Johanna Hansen, sum doyði
so brádliga í fjør. Tað varð eisini
gjørt eitt savn í gróthúsinum í Dr.
Jacobsensgøtu, har nógv áhugavert
tilfar var at síggja. Men hetta datt
so niður fyri aftur. Tó sæst enn ein
mina uttanfyri hesi húsini.
Vágamenn taka um
endan
Nú er tað, at vágamenn taka
hetta upp aftur. Tann 23. juli var
fundur á Vága kunningarstovu,
har nevnd varð sett, at skipa fyri,
at krígssavn verður sett á stovn.
1. september varð eykaaðal
fundur, sum var hildin í Vága
Kunningarstovu, har reglugerð fyri
felagið varð løgd fram og samtykt.
Felagið Krígssavnið hevur sum
endamál at savna og skráseta
lutir, myndir, skrivligt og munnligt
tilfar um hersetingina í Føroyum
undir 2. veraldarbardaga.
Ætlanin er at fáa til vega hús
at hýsa framsýning um krígsárini
í Føroyum.
Sjálvt um húsið, ið ætlað er at
brúka, liggur í Vágum, er ætlanin
at savnið skal fevna um allar
Føroyar.
Eykaaðalfundurin vísti, at tað er
stórur áhugi fyri hesum tiltak. Tað
vóru út ímóti 100 fólk á fundi.
Formaðurin í nevndini fyri
Krígssavnið, Karl Jóhan Nielsen
úr Vatnsoyrum, legði fyri við at
kunna um ætlanirnar hjá felag
num, ið sum so eru alment kendar.
Høvuðsætlanin er at fáa Grøna
Húsið sum Landsverk hevur í løtuni,
men tað verður kanska eitt sindur
av togan aftur og fram, áðrenn
tað verður møguligt. Landsverk og
Vinnumálaráðið hava sagt, at fær
Landsverk ein annan bygning, so
fær Krígssavnið Grøna Húsið.
Søgan um húsið
Hetta hús hevur eisini eina heilt
serliga søgu, sum N J Arge
greiðir frá. Søgan er í samband
við byggingina av flogvøllinum í
1942/43.
Stutt vestanfyri tornið á
flogvøllinum varð bygt eitt
stórt og sterkt hús í tveimum
hæddum. Veggirnir vóru úr 40 cm
betongi við duri uttanfyri í somu
tjúkt. Upprunaliga vóru eingi
vindeygu í hesum húsi, sum varð
málað grønt. Húsið var fyri tað
mesta nevnt Sector Operation
Room, stytt SOR. Hiðani var
ætlanin at fylgja við í gongdini í
krígsatgerðum á okkara leiðum.
Húsið varð sett so langt frá
flogvøllinum, at tað skuldi ikki
verða rakt í fyrstu atløgu, um
flogvøllurin varð bumbaður.
Til SOR vóru nógvir træðrir og
nógvir leiðingar ymsa staðni frá
og av ymsum slag. Hiðani skuldi
flogverjan í Føroym fyriskipast og
hiðani skuldi flogverjan í Føroyum
fyriskipast. Hiðani skuldi eisini
boð sendast til Hetlands og
Íslands og ymsastaðni í Føroyum.
Eitt tað størsta rúmið í SOR er
sjálvt plottararúmið, hagar allar
upplýsingar, ið høvdu týdning í
løtuni komu inn eitt nú frá radar
støðunum. Við annan veggin var
ein balkong. Uppi á henni kundu
teir ovastu yvirmenninir sita og
hyggja niður á eitt kort, har teir
ímyndaðu sær, hvat ið fór fram,
og hvussu teir skuldu skáka
fíggindan. Her hevði Royal Air
Forceovastin seinasta orðið.
Ætlanirnar um hesa miðstøð
vóru lagdar, tí ætlanin var enn,
at bretska flogvápnið skuldu
hava eina veruliga flogstøð í
Føroyum við 50 flogførum, 152
yvirmonnum, 259 sersjantum og
1240 meinigum.
Men soleiðis kom ikki at ganga.
Týskarar vóru nú ikki longur so
vandamiklir á okkara leiðum. Teir
høvdu nokk um at vera á øðrum
hermótum sum Russlandi. Tí varð
ikki longur brúk fyri flogvøllinum
og heldur ikki fyri SOR.
Niels Juul helt, at tað var ikki
sørt, at summir av onglendingun
um, sum høvdu verið her í hálvt
annað ár til hetta endamál, hildu
seg hava verið til onga nyttu, nú
allar hesar ætlanir vóru broyttar.
Krígssavnið í Vágum –
Tað er ein sjálvfylgja, at tað verður gjørt eitt
savn til minnis um 2. heimsbardaga við øllum
tí, sum hesin merkti fyri Føroyar. At tað verður í
Vágum er ein enn størri sjálvfylgja
SOR var útgjørt við einum svala, so ovastirnir í RAF í Føroyum kundu kanna
kortið, har allar rørslur kring Føroyar vóru skrásettar
Hetta er kortið, sum er har enn
Krígssavn
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo