Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-05, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. september 2008síða 21

‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 170 - 5. september 2008 21 sjálvandi Hetta húsið er so serligt og so søguligt, at tað skuldu verið heilt upplagt, at tað varð nýtt til eitt endamál sum hetta. Eitt slíkt savn kann eisini verða við til at varpa ljós á tey offur, sum føroyingar høvdu av krígnum, har endamálið var at útvega mat til fólkið í tí landi, sum var fremst í stríðnum móti nasistiska ræðustýrinum. Vanlukkan við Viðvík Formaðurin hevði á fundinum eina sera livandi og lýsandi frá eini hending á Viðoynni beint omanfyri Viðvík, tá ið eitt bretskt flogfar datt niður og 11 bretskir hermenn lótu lív. Hetta hendi langafríggjadag 23. apríl 1943. Flogfarið var funnið av pápa Villa Sørensen, sum eitt skifti var landsstýrismaður fyri javnaðarflokkin. Pápin var farin at hyggja at seyði, og hann fekk beinanvegin boðað bretsku myndugleikunum frá. Flogfarið hevði rent á uppi á fjallinum. Flogfarið fór í knús og menninir vóru eisini illa farnir. Flogfarið var so farið rullandi oman á Viðvíksrók, har 10 lík vóru funnin. Tað seinasta var funnið ovast uppi. Partur av flogfarinum var farið longur oman. Hetta hevur verið eitt hart upptak, serliga hjá føroyingunum, sum hjálptu til. Hesir 11 menninir vórðu jarðaðir í kirkjugarðinum í Havn. Vístir vóru eisini vraklutir av flogfarinum á fundinum, og Páll R. Poulsen úr Klaksvík greiddi nærri frá teimum. Tað varð upplýst á fundinum, at BBC er júst í Føroyum og ger upp­ tøkur til eina sending um hetta tíðarskeiðið undir krígnum. Felagið hevur roynt at fingið ruddað hesi ymisku økini, sum BBC hevði áhuga í at filma og eisini at fingið kampingvognarnar burtur av flúgvarabedingini. Nevndin skipað Marna Jakobsen gjøgnumgekk lógir felagsins, áðrenn tær við smærri broytingum vórðu samtyktar. Nevndin, sum varð vald fyri einum góðum mánaði síðani, hevur nú skipað seg av nýggjum. Í henni sita nú Karl Jóhan Nielsen, formaður, Pól Arni Jac­obsen, næstformaður, Marna Jac­obsen, skrivari, Sonni Jac­obsen, kassameistari og Jóhannus Hansen. Eykalimir eru Tróndur Nic­lasen og Dánjal Poulsen. Ingerð, leiðarin í Vága Kunningarstovu, hevur eygleiðarastøðu í nevndini. Framúr ferðamannamál Tað er eingin ivi um, at ætlaða krígssavnið er eitt sera gott tiltak hjá vágafólki. Vit kunnu bert taka undir við, at krígssavnið fær hendan grøna bygningin, sum teir ynskja. Hann liggur eisini so væl fyri beint við flogvøllin. Tí liggur hetta væl fyri fyri at fáa vitjan av ferðafólki, eisini slíkum sum bíða eftir flogfari. Limagjaldið er kr. 100 og kr. 500 fyri feløg. Tað ber til at tekna seg sum lim í felagnum við at gjalda limagjaldið á konto 6460­179619­ 6 í Føroya Banka. Aftanfyri er tornið á flogvøllinum. Frammanfyri er SOR bygningurin, sum er upplagdur at brúka til krígssavn. Í bókini Bumbur yvir Føroyar, sum varð útgivin av Petur Há­­berg aftaná­­ kríggið, hevði DD, kendi lærarin og sam­ bandsmaðurin í Sørvá­­gi eina skemtiliga grein um, hvussu Vá­­gamenn upplivdu bretar undir hersetingini. Her skal endurtakast ta lítið kendu søguna um allar­ fyrstu byrjanina til flogvøllin Hermenn fóru at ganga í hag­ anum, og hetta var jú ímóti hagalógini. Hagamenninir gjørdust ilskir og fóru aftaná teimum at reka teir til húsa aftur. Teir lósu hagalógina fyri teimum bæði á føroyskum og donskum. Men teir fataðu ikki eitt mukk av øllum hesum. Hagamenninir bóðu teir stinga av aftur hagar til, sum teir vóru frákomnir, tí her høvdu teir einki at gera. Men eingilskmenninir stóðu bara býttir og hugdu. Tá ið ein hagamaður so fór at neva eftir teimum og banna illa, tá fataðu teir fremmandu, at nú var vandi á ferð. Teir tóku ikki revolvaran, men sukurlátu upp úr lummanum og trakteraðu, og so var slagið vunnið. Nú vistu hagamenninir ikki, hvussu teir skuldu biðja um fyrigeving fyri bæði at hava nevað eftir teimum og deilt teir. Og so hildu hermenninir áfram við at máta upp. Tí landmátarar vóru teir og skuldu finna eitt hóskandi stað til flúgvipláss. Men hetta var ikki almannakunnugt, so eingin visti annað enn tað, tey gittu sær til. So var tað ein dagin seint í apríl, at fleiri stórir damparar komu siglandi inn eftir vánni og løgdu til kaina. Her var fult av herfólki um­ borð umframt allur møguligur arbeiðsreiðskapur til flúgvipláss­ ið. Men eingin fekk nakað vist at vita um, hvat ið ætlanin var við øllum hesum lutum og herfólki. Um nakar spurdi, hví teir gingu og mólu uppi í haganum, kundu teir svara okkurt sum tað, at teir leitaðu eftir lekidómskeldum, tí teir høvdu hoyrt, at vatnið skuldi vera av besta medisini. Nýttu milliardir í Vágum Við flúgviplássinum gekk tað sína gongd. Men fólk vóru sera misnøgd yvir, at so nógv av góðum torvi fór fyri einki. Mógvurin varð fluttur burtur á tippvognum, ella varð hann upploystur í vatni og rann oman á sjógv, so at sandurin í Sørvági varð sum eitt runudýki, ið fólk sakk í heilt upp undir knæ. Síðani sprongdu teir plássið slætt og førdu eisini hópin av gróti frá teimum stóru grótbrotunum, teir høvdu fleiri staðni um oynna. Bilar í hundraðtali vóru nýttir til hendan flutning. Tað var eitt stórt øki, eini 40 heilársfóður, ið fóru til flúgviplássið. Hetta var vetrarhagin hjá nógvum seyði og summarhagi hjá nógvum neytum. Teir máttu so eisini gera nýggjar vegir. Tað var næstan hvønn dag, at onkur bilur koyrdi útav og mannskaði var vanligur. Tað vóru heili 300 akfør í oynni. Sagt varð at nýggju vegirnir í Vágum vóru so væl gjørdir, at teir kravdu ikki ábøtur fyrsta mansaldurin. Hann kostaði eisini fleiri milliónir, tá! Sagt varð annars, at alt arbeiðið hjá bretum í oynni kostaði 100 milliónir. Hetta hevði verið út ímóti 10 milliardir í dag! Byrjanin til flogvøllin Hetta er ein partur av vestara enda á flogvøllinum undir bygging Bretar høvdu øll møgulig amboð við sær, tá teir komu at gera flogvøllin