týsdagur 14. august 2001síða 6
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 154 - 14. august 2001
Nr. 154 - 14. august 2001
11
Vilda Bech fekk
leygarmorgunin ein
rættiligan hvøkk, tá
hon, eins og restin av
Føroya fólki, kundi
lesa um, at unnusti
hennara seinastu seks
árini, hevði valt at
fríggja til hana
UMBØN
Heri á Rógvi
Í filmum og søgum eru
nógv dømi um menn, sum
bera upp bønarorð um gift-
armál fyri unnustum teirra.
Mátarnir eru oftani sera
kreativir, og tað liggur
ræðið fyri hjá stór sjarmør-
unum at fáa ringin á fing-
urin.
Tað minti eisini um ein
film, tá tað leygardagin
stóð at lesa í Sosialinum, at
ein maður fríggjaði til
unnustu sína við at seta
eina lýsing undir teiginum
»Heilsanir«.
Undir myndini stóðu føg-
ur orð, og tað vóru eisini
nógv, ið steðgaðu á, tá tey
bóru eyga við heldur sjáld-
somu heilsanina í blaðnum
leygardagin.
Eingin gjørdist tó meira
yvirraska enn Vilda Bech,
tí tað var hana, sum henn-
ara nú komandi hjúna-
felagi, Thomas, fríggjaði
til.
Bæði rørd og firtin
Tað var leygarmorgunin, at
Vilda fekk serverað morg-
unmat á songina. Eisini
fekk hon at vita, at onkur
hevði sett eina føðingar-
dagsheilsan í blaðið til
hana. Hon hevði føðingar-
dag leygardagin, so hetta
var kanska ikki langt av
leið, hóast hon væntaði, at
tað var Thomas, ið hevði
sett heilsanina í blaðið.
Hon hevði tó ikki væntað,
at var ein tílík umbøn sam-
an við heilsanini.
-Eg gjørdist rættiliga
rørd, tá eg sá heilsanina.
Seinni gjørdist eg tó eitt
sindur firtin, tí eg hugsaði,
at alt Føroya fólk eisini
hevði sæð heilsanina, sigur
Vilda.
Tað var eydnast Thomasi
ganga saman við vinir og
familju um tað, at Vilda
einki skuldi hava at vita.
Hetta eydnaðist eisini.
Tey bæði hava verið sam-
an í sløk seks ár, og eiga tey
bæði sonin Jónas saman.
Tey bæði eru samd um, at
tað er eitt nógv størri for-
pliktilsi at eiga eitt barn
saman, enn at tey nú skulu
giftast. Tey hava tó leingi
tosa um at giftast, og
Thomas hevði lovað at gera
okkurt serligt burturúr, tá
fríggjast skuldi. Tað ber
ikki til at siga annað, enn at
hann helt orð.
-Eg hevði planlagt hetta í
fleiri vikur, og fyrireiking-
ararbeiði er farið fram í
loyndum, og eg hevði ikki
lítið av nervum, sigur
Thomas.
Giftast komandi ár
Tey bæði búgva til dagligt í
Danmark, og tað verður
eisini í Danmark, at tey fara
at uppihalda sær í nærm-
astu framtíð. Orsøkin er, at
tey hava starv í Danmark,
men tað ber, sum nú er, ikki
til at fáa eitt líknandi starv í
Føroyum. Eisini eru íbúða
og ansingar møguleikarnir
als ikki nøktandi. Vilda er
útlærd
ljósmóðir
og
Thomas er flogmekanikari.
Spurningurin, hvar brúd-
leypið skal haldast, er ikki
greiddur enn. Tey eru greið
yvir, at tað eru nógv viður-
skifti, sum greiða skal fáast
á, áðrenn tey bæði kunnu
kalla seg mann og konu.
Fyribils siga tey, at
miðjað verður ímóti, at
brúdleypið skal haldast í
mai-juni komandi ár.
Inntil tá, kunnu tey ganga
og gleða seg.
Sosialurin ynskir teimum
báðum alt tað besta í fram-
tíðini.
Hon segði JA
Hóast mátan kanska var eitt sindur óvanligur, so játtaði Vilda at gifta seg við Thomas.
Brúdleypið verður eftir ætlan komandi ár.
Tekna teg sum haldara,
so fært tú sosialin
5 ferðir um vikuna
til dyrnar
C
M
Y
K
11
10
Fíggjarmálaráðharrin
er til reiðar at taka øll
orð um ríkisveiting
og skiftisgjøld úr
uppskotinum um
Búskapargrunn
Føroya, um hetta
kann fáa Javnaðar-
flokkin at taka undir
við uppskotinum
BÚSKAPARGRUNNUR
Rúnar Reistrup
Upprunaliga var ætlanin
við einum føroyskum bú-
skapargrunni, at gera ein
sparigrís har allar oljuinn-
tøkurnar kundu koyrast í,
fyri soleiðis at halda hesar
serligu, og kanska eisini
serliga
stóru,
inntøkur
burturi frá løgtingsfíggjar-
lógini. Hendan loysnin
verður brúkt í eitt nú Norra
og í Alaska, sum í løtuni
vinna nógvar pengar av
oljuvinnuni.
Men við sitandi landsstýri
føddist hugtakið um ein
annan grunn til nakrar aðr-
ar serinntøkur, nevniliga
ein skiftisgrunn har millum
annað ríkisveitingin úr
Danmark skuldi fella í fyri
síðan, so við og við, at gera
landsbúskapin óheftan av
ríkisveitingini.
Tá eitt fyribils uppskot til
løgtingslóg um tann so-
nevnda
Búskapargrunn
Føroya varð lagt fram í
farnu viku, vórðu hesir
báðir
grunnarnir,
olju-
grunnurin og skiftisgrunn-
urin, lagdir saman í ein og
sama grunn.
Semjan er umráðandi
Men nú er líkt til, at hesir
siamesisku
tvíburðarnir
verða loystir frá hvørjum
øðrum. Eftir at fíggjar-
málaráðharrin legði fyribils
uppskotið um Búskapar-
grunn Føroya fram fyri
tingmonnum og almenn-
inginum hósdagin, hava
andstøðuflokkarnir meldað
klárt út, at teir ikki kunnu
góðtaka
uppskotið,
so
leingi sum búskapargrunn-
urin skal virka sum skiftis-
grunnur. Løgmaður hevur
eisini givið ymsar ábend-
ingar um, at hann heldur
ikki metir tað vera rætt at
samankóka oljugrunnin og
skiftisgrunnin.
Landsstýrið vil gjarna
finna eina semju um bú-
skapargrunnin, sum spenn-
ir longur enn bara millum
samgonguflokkarnar,
tí
helst verður talan um, at
uppskotið skal samtykkjast
av tveimum ymiskum løg-
tingum, áðrenn búskapar-
grunnurin verður settur á
stovn. Á hendan hátt slepst
undan, at eitt einsamalt
landsstýrið kann byrja at
oysa úr grunninum seinni,
tí verður uppskotið samtykt
av
tveimum
ymiskum
løgtingum, so skulu broyt-
ingar samtykkjast á sama
hátt.
Javnaðarflokkurin er
nær
Fíggjarmálaráðharrin hevur
seinastu dagarnar lurtað
gjølla eftir, hvat tingmenn
og floksformenn hava sagt
um fyribils uppskotið til
Búskapargrunn Føroya, og
hann kann nú staðfesta, at
uppskotið má broytast, um
semja skal finnast fyri tí
uttan fyri samgonguna.
–
Afturmeldingarnar
hava verið á leið, sum eg
hevði væntað mær tær. Eg
hevði lítla vón um, at and-
støðan fór at góðtaka at bú-
skapargrunnurin
skuldi
brúkast sum skiftisgrunnur,
og Javnaðarflokkurin og
Sambandsflokkurin hava
nú staðfest, at tað gera teir
ikki. Men meðan Sam-
bandsflokkurin ikki vísir
nakað tekin um samstarvs-
vilja, so ljóðaði tað sum at
Javnaðarflokkurin
ikki
stendur so langt frá okkum
í hesum málinum. Eg haldi
at hann lat hurðina standa
opna fyri at finna eina
semju, sigur Karsten Han-
sen, fíggjarmálaráðharri,
nú eftir at fyribilsuppkotið
hevur fingið sín fyrsta túr
ígjøgnum politisku vindi-
maskinuna.
Til reiðar at skilja
grunnarnar
Í gjár viðgjørdi samgongan
fyribilsuppskotið um Bú-
skapargrunn Føroya fyri at
finna fram til eina felags
støðu. Samgonguflokkarnir
eru ósamdir um, hvørt
nærri ásetingar viðvíkjandi
útgjaldinum úr grunninum
eiga at verða samtyktar
saman við uppskotinum um
at seta á stovn búskapar-
grunnin, ella um hesin part-
urin kann bíða til seinni.
Tjóðveldisflokkurin heldur
tað hava so miklan skund at
fáa grunnins settan á stovn,
at tað ikki er ráðiligt at
bíða.
Tá samgongan er liðug at
viðgera fyribilsuppskotið,
ætlar fíggjarmálaráðharrin
at seta seg í samband við
andstøðuflokkarnar. Og tá
kann tað væl vera, at alt,
sum hevur við skiftistíð og
ríkisveiting at gera, verður
lúkað út úr uppskotinum.
– Eg havi absolutt einki
ímóti at taka skiftisgrunnin
úr uppskotinum, um tað
kann skapa grundarlag fyri
einari breiðari semju í ting-
inum. So gera vit bara ein
oljugrunn og ein skiftis-
grunn. Tað var tann upp-
runaliga ætlanin og tað er
lætt at gera, sigur Karsten
Hansen.
Allir flokkar samdir
Fíggjarmálaráðharrin metir
ikki stovnsetanina av einum
oljugrunni at vera nakað
politiskt stríðsmál, tí allir
flokkar eru samdir um, at
hetta er einasta rætta loysn-
in fyri tær møguliga stóru
komandi oljuinntøkurnar.
Skiftisgrunnurin, hinveg-
in, er ein partur av fullveld-
isætlanini hjá samgonguni,
og henni er eingin undir-
tøka fyri millum andstøðu-
politikarar.
Sambært fíggjarmálaráð-
harranum var orsøkin til at
báðir grunnarnir vórðu
koyrdir saman í ein, at olju-
inntøkur og ríkisveiting í
ávísan mun hanga saman.
Landsstýrið hevur nevni-
liga bundið seg til at endur-
skoða ríkisveitingina, um
olja verður funnin í før-
oysku undirgrundini, og so-
leiðis er sannlíkt, at vaks-
andi oljuinntøkur fara at
hava minkandi ríksiveiting
við sær.
Fyrstu oljupengarnir
innkomnir
Ætlaði oljugrunnurin, sum
er partur av fyribilsupp-
skotinum um Búskapar-
grunn Føroya, er gjørdur
við fyrimynd í norska
»Petroleumsfondet« hagar
allar
oljuinntøkur
hjá
norska
statinum
verða
beindar. Ognin hjá norska
grunninum forrentar seg
við langtíðaríløgum úti í
heimi.
Tær fyrstu føroysku olju-
inntøkurnar eru longu kom-
nar í landskassan. 300 per-
sónar innan oljuvinnuna
eru skrásettir sum skatt-
gjaldarar í Føroyum, og 30
fyritøkur innan oljuvinnuna
eru skrásettar sum arbeiðs-
gevarar. Hetta talið veksur
støðugt.
Talan er tó enn um smá-
upphæddir,
og
verulig
gongd kemur ikki á pen-
ingastreymin fyrr enn, og
um, sjálv oljuframleiðslan
á føroyskum øki fer í
gongd.
Til reiðar at slaka fyri
Javnaðarflokkinum