Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-08-14, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. august 2001síða 7

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 154 - 14. august 2001 Ungur maður í Eysturoynni smildr- aði tríggjar bilar, tá hann var við í ferðsluóhappi og koyrdi undan løg- regluni. Maðurin var ávirkaður av rús- drekka LÓGBRÓTARI Eyðun Klakstein Fríggjakvøldið gjørdi ein 21 ára gamal maður í Eysturoynni rættiliga um seg. Tað byrjaði, tá ungi mað- urin kom koyrandi oman gjøgnum Gøtudal. Har var hann óansin og rendi upp í ein bil, sum eisini var á veg oman gjøgnum dalin. Ungi bilførarin hevði ikki hug at steðga og viður- kenna óhappið, men rýmdi av staðnum. Løgreglan í Runavík varð boðsend, og hon fór at leita eftir manninum. Teir funnu hann í Gøtu, har hann hevði krógvað seg. Ungi maðurin royndi at koyra undan løgregluni og setti ferð á yvir ímóti Gøtu- gjóv. Har rendi hann beint inn í ein bil, sum stóð par- keraður, og tá fekk løgregl- an fatur á manninum. Maðurin var ávirkaður av rúsdrekka og kann vænta sær stórt endurgjaldskrav fyri ferðsluóhappini. Fór út av Ein annar bilførari var óheppin í Fuglafirði, tá hann misti tamarhaldið á bilinum í brekkuni við mat- stovuna, Muntra. Bilurin fór beina leið oman gjøgnum brekkuna og út av vegnum. Niðanfyri vegin er beding, og bilurin fór teir fýra metrarnar nið- urfyri. Bilførarin var ávirkaður av rúsdrekka, og hann hevði helst eisini ov nógva ferð, tá hann kom oman gjøgnum brekkuna. Tveir aðrir bilførarar í Eysturoynni vóru tiknir fyri at koyra við kenning um vikuskiftið. Hesir vórðu tiknir í vanligum eftirliti hjá løgregluni. Koyrdi undan løgregluni Eitt av nærmastu embætisfólkunum hjá løgmanni var millum móttakararnar av teldubrævinum hjá Hesuferð, sum heitti fólk um at stríðast ímóti samráðingar- leiðini hjá løgmanni. Embætiskvinnan heldur, at talan er um eitt mistak HESUFERÐ Eyðun Klakstein Millum móttakararnar av teldubrævinum hjá Hesu- ferð, sum hevur verið heitt evni seinastu dagarnar, er ein av nærmastu embætis- fólkunum hjá løgmanni. Talan er um Kate Sander- son, sum starvast á uttan- landsdeildini á Løgmans- skrivstovuni. Tá løgmaður fríggjadag- in sendi út ávaring ímóti innihaldinum í teldubræv- inum hjá Kjartan Hoydal, sendi hann samstundis sjálvt teldubrævið út eisini. Millum teir stívliga 50 móttakarnar av teldubræv- inum var embætiskvinnan á Løgmansskrivstovuni, men hon heldur, at talan er um eitt mistak. – Kjartan Hoydal hevur jú boðað frá, at brævið var sent út til nógv fleiri fólk, enn hann ætlaði. Tí er tað eisini eitt mistak, at eg havi fingið brævið, sigur Kate Sanderson. – Eg og Kjartan kennast væl. Vit hava samstarvað nógv – millum annað í sambandi við ymsar ráð- stevnur. Tí hevur hann teldupostadressuna hjá mær, og hon er onkurs- vegna endað á listanum yvir móttakarar av brævin- um frá Hesuferð. Ikki fyrstu ferð Løgmaður kennir seg sann- førdan um, at teldubrævið frá Hesuferð var sent júst teimum persónunum, sum tað var ætlað. Tað heldur hann, at eitt líknandi teldubræv frá átakinum Hesuferð prógv- ar. Tað teldubrævið var sent av øðrum persóni í Hesu- ferð í februar mánaði, men móttakararnir vóru so at siga júst teir somu, sum í teldubrævinum frá farnu viku. – So kann tað teldubræv- ið eisini verða sent skeivum persónum, heldur Kate Sanderson. Hon heldur, at ein onnur frágreiðing kann verða, at maður hennara er við í Hesuferð, og at tey onga privata teldupostadressu hava havt. Løgmaður hevur onga viðmerking til, at starvsfólk í hansara umsiting er mill- um móttakararnar av nógv umtalaða teldubrævinum, sum hann hevur ávarað ímóti. Leygardagin gjørdi løg- reglan í Havn ferða- mátingar við Hvalvík. Hetta er eitt økið, har er freistandi at koyra skjótt, men tað er sjálv- andi ikki loyvt. Tveir bilførarar trýstu alt ov nógv av spidaran, og teir vórðu tiknir. Annar koyrdi 111 km/t og hin var uppi á 116 kmt/. Hesir báðir bilførarnir sleppa nú helst upp til eina nýggja koyriroynd, sum teir skulu klára, um teir vilja varðveita koyrikoyrtið hjá sær. ek Eini sethús á Lýðars- vegi í Havn fingi stóran skaða, tá eldur kom í tey mánamorgunin. Eingin fólkaskaði stóðst av eldsbrunanum, sum løgreglan hevur illgruna um byrjaði í eini turkitrumlu í hús- unum. Húsin fingu tó stóra roykskaða, og eisini brendi partur av húsin- um. Sløkkiliðið í Havn fekk tó bilbukt við eld- inum eftir einari løtu. ek Tveir koyrdu alt ov skjótt Stórur skaði av eldsbruna Embætisfólk hjá løgmanni á listanum – Eg og Kjartan kennast væl. Vit hava samstarvað nógv – millum annað í sambandi við ymsar ráðstevnur. Tt hevur hann teldupostadressuna hjá mær, og hon er onkursvegna endað á listanum yvir móttakarar av brævinum frá Hesuferð, sigur Kate Sanderson Útgerðin hjá norsk- um felag varð so- mikið skadd, at fel- agið steðgaði seismisku kanning- unum í Leirvíksfirði KANNINGAR Eyðun Klakstein Tað hevur ikki gingið eftir vild við seismisku kanning- unum í sambandi við undir- sjóvartunnilin um Lorvíks- fjørð. Eitt norskt felag hevði átikið sær hesar kanning- arnar, men útgerðin hjá hesum felagnum var so illa skadd av arbeiðnum, at norska felagið steðgaði ar- beiðnum. Tí eru neyðugu seis- misku kanningarnar ikki gjørdar enn, men nú arbeiðir Landsverkfrøðing- urin við at finna eitt annað felag, sum kann gera kann- ingarnar í Leirvíksfirði. Landsverkfrøðingur ætlar, at hesar kanningar skulu verða lidnar tíðliga í heyst. Umframt seismisku kanningarnar eru aðrar kanningar gjørdar av botn- inum um Lorvíkfjørð. Kjarnuborginar eru gjørdar báðumegin fjørðin, og hesin parturin av kann- ingum er komin undir land. Seismisku kanningarnar steðgaðar Nr. 154 • hósdagur • 14. august 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo Hitin kann gerast ein hin størsta hóttanin móti føroyska lands- liðnum, sum í gjár kom til Beograd. Hjalgrím Elttør úr KÍ er spildurnýggjur í landsliðshópinum LANDSDYSTUR Jákup Mørk Gøtumenn royndu tað fyri viku síðani, og nú er tørnið so komið til føroyska landsliðið, sum annars er merkisvert á tann hátt, at eingin leikari úr GÍ er við á liðnum. Royndin, sum tos- að verður um, er tað at skula spæla ein fótbóltsdyst í ógvusliga hitanum í Beo- grad. Tá gøtumenn her fyri spældu móti FK Obilic, vóru eini 36 hitastig í skugganum, men heilt so nógv verður tað neyvan, tá landsliðið fer at spæla mikudagin. Tann dysturin verður nevnliga leiktur um kvøldið, so hitin man vera minkaður nakað til ta tíð. Nýggjur klaksvíkingur Sum nevnt, so er landsliðið merkisvert á tann hátt, at eingin leikari úr GÍ er við í 18-mannahópinum, sum nú er staddur í Jugoslavia. Tal- an hevur annars seinastu tíðina verið um teir báðar, Sámal Joensen og Helga L. Petersen, men báðir eru teir nakað darvaðir av skaðum í løtuni, og hava tí valt at geva avboð til landsliðið. Sámal hevði sum so longu borið seg undan, áðrenn hópurin varð úttikin, með- an avboðið frá Helga hevur viðført, at Jóhannis Joen- sen úr HB er komin í hópin. Harafturat hevur talan verið um avboð frá Jón Róa Jacobsen og Pól Thor- steinsson, og í teirra stað eru komnir tveir klaksvík- ingar. Heðin á Lakjuni, sum nú spælir í B36, hevur áður verið í landsliðshópi- num, men spildurnýggjur í hesum høpi er Hjalgrím Elttor. Serliga man tað vera út- tøkan av Hjalgrími, sum fer fleiri at spíla oyruni, tí enn hevur ungi KÍ leikarin ikki bitið seg 100% fastan á KÍ liðnum. Tað er tó eingin loyna, at við hesum hevur Allan Simonsen klárt givið til kennar, at hetta er ein leikari, sum føroyingar eiga at vænta sær nógv av í framtíðini. Tað er heldur ikki bara Allan Simonsen, sum hevur lagt evnini til merkis. Longu undan kappingarári- num í fjør peikaði KÍ-venj- arin, Tomislav Sivic, á Hjalgrím sum ein leikari, sum stóð fyri sínum stóra gjøgnumbroti, eins og talan eisini hevur verið um venj- ingaruppihald í Onglandi. Hópurin Teir 18 leikararnir í hópi- num eru sostatt: Kurt Mørkøre og Hjalgrím Elt- tør úr KÍ, Jóhannis Joen- sen, og Rógvi Jacobsen úr HB, Hans Fróði Hansen og Fróði Benjaminsen úr B68, Jens Martin Knudsen og Christian Høgni Jacobsen úr NSÍ, John Petersen, Jens Kristian Hansen, Jákup á Borg og Heðin á Lakjuni úr B36, Julian Johnsson úr Hull City, Johan Byrial Hansen úr OB, Óli Joh- annesen úr Hvidovre, Øssur Hansen úr B93, Súni Olsen úr FC Zwolle og Jákup Mikkelsen úr Molde. Har- umframt eru landsliðsvenj- arin, Allan Simonsen, og hjálparvenjarin Jógvan Martin Olsen, við í ferða- lagnum, sum eisini telur Dánjal Andreasen, Torleif Sigurðsson, Birgir Hansen (liðleiðari), Jens Paula Marstein (lækni) og Álv Hansen (fysioterapeutur). Pól Thorsteinsson sigur seg ikki hava nóg góðan hug at spæla á landslið- num, og hevur givið avboð fyri restina av árinum LANDSDYSTUR Jákup Mørk Tað mundi koma dátt við, tá ein hin besti verjuleik- arin í føroyskum fótbólti, Pól Thorsteinsson, gav avboð til A-landsliðið undan teimum báðum dystunum móti Sveis og Jugoslavia. Orsøkin var tá, at Pól og FSF ikki vóru samdir um, hvørt leikarin átti rætt til sonevndu bonus- pengarnar eftir dystin í Luksemburg, og fyri at mótmæla hesum, gav leikarin avboð. Talan hevði tó undir øll- um umstøðum verðið um avboð, tí beint eftir hetta varð Pól skaddur í dysti fyri B36. Beint fyri summarsteðgin byrjaði hann tó aftur at spæla, og fáur mundi ivast í, at hann aftur fór at gerast partur av landsliðnum, tá ferðin til Jugoslavia stóð á skránni. Pól var eisini millum teir 18 leikararnar, sum Allan Simonsen tók út til ferðina, men Pól hevur enn eina ferð givið avboð til landsliðið. Hesa ferð tykist tað tó ikki, sum um tað er nakað trætumál, sum er orsøkin til avboðið. - Eg havi givið avboð, tí verandi dystarskráin hjá mær er nóg strævin, sum er, sigur Pól við Sosialin. - Eg havi eisini verið nógv skaddur í ár, og hetta hevur so avgjørt eis- ini ávirkað støðu mína. Eg havi ongan tíð áður havt nakrar drúgvar skað- ar, so ivaleyst havi eg tørv á eitt sindur av hvíld. Talan er tó á ongan hátt um nakað endaligt avboð frá landsliðsmanninum. Eisini hóast hann ikki sigur seg kenna nakran stórvegis sakn, nú lands- liðsfelagarnir fara avstað. - Í løtuni er støðan bara tann, at eg ikki hava neyð- ugu motivatiónina til at spæla á landsliðnum, men eg vóni sjálvandi, at hug- urin til hetta verður betri komandi ár. - Tað er sjálvandi harm- iligt, men hinvegin havi eg mest sum vant meg við, at eg ikki eri á lands- liðnum. Síðani eg varð út- vístur í Kekkia fyri tveim- um árum síðani, havi eg bara spælt dystin móti Russlandi, so saknurin er ikki so øgiliga stórur. Var eg í slíkari støðu fyri tveimum árum síðani, hevði støðan helst verið ein heilt onnur, sigur Pól Thorsteinsson at enda. Pól gevur fyribils avboð - Í løtuni er støðan bara tann, at eg ikki hava neyðugu motivatiónina til at spæla á landsliðnum, sigur Pól Thorsteinsson Hjalgrím í hitan Hjalgrím Elttør úr KÍ er spildurnýggjur í landsliðshøpi C M Y K 13 12 www.sosialurin.fo Summarfrí Stongt er til 27.08.01. Kliniskur tannteknikari BERGUR Á REYNATRØÐ Børkuvegur, 620 Runavík,Tlf. 448480