Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-08-14, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. august 2001síða 8

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 154 - 14. august 2001 15 Tríggjar deyðbólts- støður skuldu til fyri at avgera lokalupp- gerðina, tá B68 og NSÍ hittust á Svanga- skarði leygardagin FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Grannauppgerð var á Toft- um leygardagin, og sum vera man, var hetta ein dystur, sum tey bæði fyrstudeildarliðini á Skála- fjørðinum løgdu stóra orku í at vinna. Spenningurin undan dystinum gjørdist heldur ikki minni av, at lið- ini bæði hava verið við í bólkinum, sum seinastu umførini hava verið partur av bronsustríðnum. Brotsspørk Umstøðurnar at spæla vóru einki serliga á Svanga- skarði leygardagin. Eins og í restini av landinum var fitt av vindi, og hetta gjørdi tað sera torført at fáa nakað samanhangandi spæl í hjá liðunum báðum. Tað var NSÍ, sum hevði vindin undan í fyrra hálv- leiki, men kortini vóru tað toftamennnir, sum løgdu nógv betri fyri. Ímóti vindi- num runnu bóltarnir ikki undan álopsmonnunum, og longu eftir fýra minuttum hevði Súni Fríði fingið so- mikið gott tamarhald á ein- um bólti, at Kári Hansen sá seg noyddan at taka beinini undan honum. Hetta hendi inni í brots- teiginum, og eftirfylgjandi brotssparkið sendi Súni Fríði sjálvur trygt í netið. B68 helt á fram við mál- sókna spælinum, og bert fimm minuttir eftir leiðslu- málið, átti hetta aftur at giv- ið úrslit. Súni Fríði slapp leysur av NSÍ verjuni, sum mátti vera burturstadda Djóna N. Joensen fyriuttan, og tá hann skuldi runda Jens Martin Knudsen, sá landsliðsmálverjin sær ong- an annan útveg enn at taka beinini undan honum. Súni Fríði skeyt aftur, men hesa ferð hevði Jens Martin lúrt hann av, soleið- is at runavíkingar kundu draga andan eitt sindur lættari aftur. Runavíkingar fingu nú spakuliga tamarhald á spælinum, men í uppbygg- ingini av álopunum framdu teir ta deyðssynd, at teir at kalla bert royndu seg við høgum bóltum innn í brots- teigin. Her var Hans Fróði Hansen at kalla einaráðandi í luftrúminum, og sæð burt- ur frá fleiri hornaspørkum, var ógvuliga smátt við møguleikum hjá NSÍ. Ein opnan møguleika fingu teir tó, tá linjuverjin vísti dómaranum á, at Messias hevði framt eina misgerð í brotsteiginum. Sjúrður Jacobsen er vanliga tryggur úr 11 metrum, og tað var hann eisini hesa ferð. Vandamikil hornaspørk Í seinna hálvleiki vóru tað toftamenn, sum høvdu vindin undan, og hetta gjørdi eisini, at spælið í stóran mun varð trýst oman á NSÍ hálvuna. Eins og hjá NSÍ í fyrra hálvleiki, so spurdust eisini fleiri hornaspørk burturúr, og serliga vóru tað tey úr vinstru síðu, sum Arnold Joensen tók sær av, sum skaptu vandastøður í NSÍ- brotsteiginum. Avgerðin fall eisini eftir eitt av hes- um hornaspørkum. Horna- sparkið varð skotið tætt inn undir málið, og var Dánial Hansen somikið óheppin, at hann beindi bóltin í egið mál. Eftir hetta fullu tofta- menn nakað aftur á vøllin, men hóast hetta, so megn- aði NSÍ ikki veruliga at hótta heimaliðið. Heldur var tað nærri við, at heima- liði økti um leiðsluna, men nærri enn einum stórum av- brennara hjá Marcello komu toftamenn ikki, so máltalvan stóð óbroytt alla dystin á tamb. Aftur eitt vónbrot Við sigrinum halda tofta- menn fast um hugaligu gongdina, sum hevur staðið við seinastu vikurnar. Eftir eina katastrofala byrjan var annars líkt til, at liðið var fullkomuliga avskrivað í kappingini um heiðurs- merki, men seinastu vikur- nar hava tó prógvað, at enn eru knotur í teimum reyðu og hvítu. Runavíkingar fingu hin- vegin enn eina ferð stað- fest, at tað heldur ikki verð- ur í ár, at teir fara at gera seg galdandi í heiðurs- merkjarøðini. Vónirnar til liðið vóru annars stórar í ár, men sum støðan er nú, so verður fjórða plássið fram- haldandi besta úrslitið, sum liðið hevur vunnið sær í bestu deildini. Skal hetta broytast, er alneyðugt at liðið komandi ár Dysturin í tølum: B68-NSÍ 2-1 (1-1) 1-0: Súni Fríði Johannesen (br.) 4 1-1: Sjúrður Jacobsen (br.) 22 2-1: sjálvmál (Dánial Hansen) 67 Dómari: Páll Augustinus- sen (VB) B68: Kjartan Nesá - Hans Fróði Hansen, Oleif Joen- sen, Messias Parreira – Marlon Jorge, Jann Ingi Petersen, Jan Petersen, John Heri Dam, Jákup Eli Olsen - Súni Fríði Johanne- sen, Arnold Joensen NSÍ: Jens Martin Knudsen – Ken Nónklett, Kári Hansen, Arnfinn Lang- gaard – Brynjolvur Niel- sen, Ian Højgaard, Sjúrður Jacobsen, Eddie Mikkel- sen, Jónstein Petersen – Dánial Hansen, Sonni L. Petersen B68-NSÍ: 2-1 (1-1): B68 støðast betri Súni Fríði Johannesen og liðfelagarnir kunnu nú aftur smílast. B68 tykist hava bitið seg fast á bronsuplássinum, sum teir mest sum høvdu avskrivað fyrr í ár 15 14 Nr. 154 - 14. august 2001 Klaksvíkingar kundu vunnið við nógvum fleiri málum ímóti einum VB-liði, sum tóktist mest sum ein skuggi av einum før- oyameistara 1. DEILD Jákup Mørk KÍ hevði nógvar kjansir at gera mál, tá VB var á vitjan í Klaksvík leygardagin. Vágbingar vóru tamir, og hóast teir brendu tveir góð- ar kjansir, so var tað heima- liðið, sum var ruddiliga við yvirlutan alla tíðina. KÍ legði seg fram um 2-0 í fyrra hálvleiki, og teir skoraðu tvey mál afturat í seinna hálvleiki, hóast møguleikarnir vóru til mangt slíkt. VB kom aftur- íaftur, tá støðan var 3-0 til KÍ, men teir kláraðu ongan- tíð at hótta heimaliðið, sum hevði betri álopsspæl enn nakran dyst í ár. Tað hevði helst eisini týdning fyri gongdina í dystinum, at Jacobsen-tví- burðarnir í VB-verjuni ikki vóru við hendan dystin. VB-miðverjan kláraði ong- antíð at fáa bilbukt við Kurt Mørkøre og Alexander Djordjovic, sum vóru væl upplagdir. Alexander skapti nógv, og Kurt hevði møgu- leikar at gera fleiri mál, men hann var óheppin í fleiri støðum. Broytingar hjá KÍ Bæði liðini byrjaðu dystin varisliga, og fyrsta hálva tíman vóru tað fáir mál- møguleikar. KÍ fekk ein kjans tíðliga í dystinum, og hann avgreiddi Alexander Djordjevic í VB-málið. Alexander slapp leysur inn í brotsteigin, og so var hann tryggur, tá hann avsluttaði. Seinna hálva av fyrra hálvleiki var meira undir- haldandi enn tann fyrra. KÍ kom til onkrar kjansir aftur- at, og málið til 2-0 var frá- gera gott. Uppspælið byrj- aði væl, og frammi ímóti brotsteiginum spældu Tomislav Sivic og Kurt Mørkøre bandaspæl. Endin var, at Sivic prikaði Kurt leysan, og so sparkaði KÍ- framherjin bóltin í málið úti við stólpan. Í fyrra hálvleiki hevði KÍ-verjan, har Jan Andrea- sen aftur var sweepari, fult tamarhald á støðuni, og tað var ikki fyrr enn í seinna hálvleiki, at VB-álops- menninir bitu eitt sindur frá sær. Niclas Niclasen og Sím- un Joensen vóru báðir farn- ir av landinum, og tí spældi Harley Bertholdsen vinstri vongverji, meðan Atli Dan- ielsen var fluttur á høgra vongverja. Hetta riggaði væl, og Harley kom ofta til baklinjuna. Hann kundi tó havt betri eydnu við inn- leggunum, sum kiksaðu eitt sindur á tí tunga vøllinum. Brendi størsta kjansin Málið til 3-0 var eisini gott, og hesaferð kom Harley bæði til baklinjuna og legði ein góðan bólt innfyri. Tomislav Sivic hevði frammanundan bjóða ein- um passivum Marek Vierz- bicki av, og tá Harley yvir- lappaði, slepti Sivic bóltin til vongverjan. Flata inn- leggið endaði í einum trunka av spælarunum, og har hevði verjumaðurin, Ove Nysted, longstu tánna og prikaði bóltin í málið. Tað var eftir hetta málið, at VB kom meira við í dyst- in, og teir spældu seg til onkrar kjansir ímóti KÍ- verjuni, sum í løtum var óskipað. Robert Cieslewicz hevði størsta møguleikan í dystinum, eftir at Pop- zcynski var farin ígjøgnum í høgru og avsluttaði á stólpan. Robert fylgdi upp, men úr fimm metrum klár- aði hann at senda bóltin á tvørstongina á tóma máli- num. Løtu seinni var Robert spældur leysur í vinstru, og ta ferðina avsluttaði hann trygt inn við nærmara stólpa. So var støðan 3-1, men tað lá ongantíð í luft- ini, at VB skuldi taka KÍ aftur. Punktum Í hinum endanum av vøllin- um hevði KÍ fleiri møgu- leikar at gera mál, men tað eydnast bara eina ferð aft- urat í dystinum, hóast møguleikar vóru til eini trý ella fýra mál afturat. Tað var Fríðin Ziskason, sum breyt ígjøgnum VB-verjuna eftir ein tvørbólt frá Sivic. Hann snýtti ein VB-verju- mann, og so legði hann bóltin nøkunlunda mið- skeiðis í málið, tá Bjarni Johansen var á veg niður. Hetta var næsta málið hjá Fríðin í tveimum dystum, og hann tykist verða í góð- um formi á miðvøllinum, har hann og Jan Joensen hava týdningarmiklar upp- gávur. Tórður Holm manglaði á miðvøllinum hjá VB, og tað sást best, tá hann kom inn í seinna hálvleiki. Jón Pauli Olsen fór á vinstra vong- verja at spæla, eftir at Gisli Sveinbjørnsson var tikin út, og tá gleið spælið á mið- vøllinum betur. Tórður var við í nógvum, og eina løtu fluttu VB-arnir bóltin nógv betri, enn teir høvdu gjørt meginpartin av dystinum. Men hetta var ikki nóg mikið til at venda dysti- num, og KÍ fekk ein kær- komnan og tryggan sigur til høldar ímóti føroyameistar- unum, sum hesaferð vóru skuggi av tí, teir vóru í fjør. Dysturin í tølum: KÍ-VB 4-1 (2-0) 1-0: Alexander Djordjevic 2-0: Kurt Mørkøre 3-0: Ove Nysted 3-1: Robert Cieslewicz 4-1: Fríðin Ziskason Dómari: Oddmar Andrea- sen (HB) KÍ: Meinhardt Joensen - Ove Nysted, Jan Andrea- sen, Andras Jacobsen - Atli Danielsen, Jan Joensen, Tomislav Sivic, Fríðin Ziskason, Harley Berthold- sen - Kurt Mørkøre, Alex- ander Djordjevic VB: Bjarni Johansen - Palli Augustinussen, Predrag Zickovic, Michael í Lága- bø, Marner Richard, Gisli Sveinbjørnsson - Marek Vierzbicki, Jón Pauli Ol- sen, Krzystof Popczynksi - Robert Cieslewicz, Birgir Jørgensen KÍ-VB 4-1 (2-0): KÍ sigraði á mótleysum vágbingum Vágbingar tóktust heldur máttleysir við skerda liðinum, og formáddu sær ongan tíð at gerast ein verulig hóttan móti KÍ C M Y K 14