týsdagur 14. august 2001síða 9
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 154 - 14. august 2001
17
Rutineraða aðru
deildar liðið hjá HB
heldur framvegis fast
um oddasessin í næst-
bestu deildini
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Í HB var sum so eingin,
sum roknaði nakað sum
helst við aðru deildarliði
felagsins undan kappingini.
Hópurin hjá besta liðnum
var rættiliga tunnur, og tí
varð gjørt av, at annað lið í
stóran munn skuldi setast
saman av leikarum, sum
áður hava verið við á besta
liðnum, men sum ikki
longur hava umstøður at
venja somikið nógv, sum
tað krevst.
Hetta hevur tó hepnast
nógv betri hjá HB, enn tey
flestu í felagnum høvdu
roknað við. Eftir eina
heldur trilvandi byrjan,
hevur at kalla bert gingið
framá hjá liðnum, og sein-
astu umførini hava teir
verið heilt frammi í oddin-
um.
Torført at spæla
Skuldi hetta framhaldandi
vera soleiðis, var kravið
sunnudagin ein sigur á
Skála, sum fyrstu umførini
gjørdi rættiliga nógv um
seg, men orsakað av fleiri
javnleikum
hevur
mist
oddasessin.
Líkindini at spæla fótbólt
á Skála vóru ikki av teim-
um
bestu
sunnudagin.
Veðrið var ikki av tí allar
ringasta, men váti vøllurin
gjørdi, at tað var torført at
fáa nakað samanhangandi
spæl hjá liðunum.
Skála hevði vindin undan
í fyrra hálvleiki, og tað
vóru eisini teir, sum høvdu
mesta spælið. Meira enn
tann eina stóra møguleikan,
tá Kaj Leo stórbjargaði,
høvdu teir tó ikki, men
fleirir gjørdist talan um
hálvar kjansir, sum teir tó
ikki megnaðu at gera nyttu
av.
HB hevði heldur ikki teir
heilt stóru møguleikarnar,
men teir komu tó av og
fram í álop, og ta einu ferð-
ina eydnaðist teimum eisini
at skora. Eyðun Samuelsen
var staddur í høgra borði, tá
hann fekk fatur á einum
longum bólti, og eftir at
hava drigið fram við einum
manni, spældi hann banda-
spæl við Hall Danielsen, so
hann púra leysur við mál-
verjanum kundi senda bólt-
in í kassan.
Minniligt mál
Í seinna hálvleiki var tað so
HB, sum hevði lotið undan,
en teir fingu ikki trýst
spælið niðan á skálahálv-
una av teirri orsøk. Heldur
var tað soleiðis, at heima-
liðið trýsti, meðan HB so
lúrdi eftir møguleikunum
fyri kontraálopum.
Onkuntíð var um reppið,
at tað gjørdist heilt vanda-
mikið í báðum endum, men
tá avgerandi málið so lok-
sins kom, var tað mest sum
burtur úr ongum.
HB gúppaði bóltin niðan
til Svend Poulsen, og ikki
meira enn komin inn um
miðlinjuna, smekkaði hann
til. Málverjin hjá Skála stóð
heldur skeivt plaseraður, og
bólturin smoygdi sær inn
um stólparótina.
Bert ein lítil minuttur var
nú eftir at spæla, og meðan
HB’arnir fegnaðust um, at
teir framhaldandi halda fast
um oddasessin, máttu teir í
Skála ásanna, at oddasess-
urin í deildini fyri fyrst er
úr eygsjón.
Skála-HB 0-2 (0-1)
0-1: Eyðun Samuelsen
0-2: Svend Poulsen
Skála-HB 0-2 (0-1)
HB stevnir móti gullinum
Tvøroyrar Bóltfelag
er nú við aftur í odd-
inum í næstbestu
deildini. Eftir sigur í
Gundadali móti B36
hava tvøramenn aftur
møguleikan at vinna
sæti í bestu deildini
2. DEILD
Jákup Mørk
Tað var annars heimaliðið,
ið legði harðari út og tóktist
betra liðið ta fyrstu løtuna.
Tað var eisini B36, sum
fekk fyrsta málið í dyst-
inum. Rangstøðufellan hjá
TB miseydnaðist, og so-
leiðis slapp Ragnar Poulsen
ígjøgnum í vinstru síðu.
Hann legði innfyri til Áka
Mørk, sum púra ótarnaður
kundi seta bóltin í netið til
1-0.
Eftir hesa byrjan mundu
tey flestu halda, at B36 fór
at halda fram við góða
spælinum og vinna. B36
hevur verið sannførandi í
seinastu dystunum, men
tvørámenn vildu tað øðr-
vísi.
Tá B36 hevði lagt seg
framum, var tað sumum TB
slepti
varseminum,
ið
kanska hevði eyðkent spæl-
ið inntil tá, og teir fóru nið-
an á vøllin í jagstranini eftir
útjavnandi málinum.
Og tað var rættiliga
skjótt, at bólturin var at
finna í B36 netinum. Eftir
hornaspark var bólturin
sendur innfyri til Vagn
Nolsøe, sum var staddur í
málteiginum. Hann skuldi
bara føra bóltin víðari í
netið, og so stóð aftur á
jøvnum.
Gestirnir megnaði eisini
at leggja seg framum
áðrenn hálvleik. TB eigur
fríspark úti í vinstra borði.
Tað verður sent inn í brots-
teigin, har ein TB-ari hevur
fótin á bóltinum, og so er
TB brádliga á odda.
B36 brennir
brotsspark
Veðrið var óguliga ringt
sunnudagin, og hetta darv-
aði spælinum nógv. Tískil
var sjáldan nakað gott bólt-
spæl at síggja.
Eftir steðgin royndi B36
at leggja trýst á TB verjuna,
men fáir málmøguleikar
spurdust burturúr. B36 fekk
tó eitt brotsspark miðskeið-
is í seinna hálvleiki, men
málverjin hjá TB tveitti seg
í fulla longd og fekk vart
fyri skotinum.
Eftir hetta var tað sum
B36-ararnir mistu mótið,
og TB var heldur vanda-
miklari enn heimaliðið,
sum fall í fátt. Tá dysturin
leið móti endanum fekk
B36 eisini ein mann út-
vístan fyri hevnisøku, eftir
at dómarin hevði bríkslað.
Tá bert fáir minuttir vóru
eftir at leika, var TB-ari
feldur
í
brotsteiginum.
Dómarin dømdi brotsspark,
sum hesuferð endaði í net-
meskunum.
Eftir henda sigurin hevur
aldursforsetin í føroyskum
fótbólti tikið seg fram í
oddin á stigatalvuni, men
fleiri lið eru um boðið at
vinna sæti í bestu deildini,
og tað verður tí torført hjá
TB.
B36-TB 1-3 (1-2)
1-0: Áki Mørk
1-1: Vagnur Nolsøe
1-2: Zoran Mancic
1-3: Zoran Mancic
B36-TB 1-3 (1-2):
TB er við aftur
HB heldur framvegis best um
oddasessin í næstbestu
deildini
17
16
Nr. 154 - 14. august 2001
Hetta vikuskiftið
sendi B71 niður á
plássið sum fremsti
dumpikandidaturin,
meðan komandi viku-
skiftið fer at sýna,
hvørt GÍ ella B36
hava størsta FM-
trumfin í hondini
SAMANUM
Jákup Mørk
Hóast talan ikki var um fult
umfar hetta vikuskiftið, so
góvu teir fýra dystirnir,
sum leiktir vórðu, eina
greiða
ábending
um,
hvussu støðan fer at laga
seg, nú farið verður undir
seinasta fjórðingin av kapp-
ingarárinum.
Stórdystur
sunnudagin
Takkað veri regluni frá í
fjør, sum setir innanhýsis
dystir fram um málmun,
kunnu gøtumenn framvegis
rópa seg fremsta liðið í
landinum. Eisini hóast teir
eiga ein dyst til góðar. Tann
dysturin er móti HB, og
verður leiktur 12. septemb-
er.
Tað kann tó væl vísa seg,
at fyrimunurin hjá gøtu-
monnum mótvegis árstals-
felagnum úr høvuðsstaðn-
um er um at hvørva, tí sum
B36 hevur spælt seinastu
umførini, so tykist spurn-
ingurin vera, um nakar yvir
høvur er førur fyri at skala
teir. Síðani teir taptu móti
GÍ í 4. umfarinum, hevur
talan verið um átta sigrar á
rað í landskappingini, og
fyri flestar av hesum hevur
verið galdandi, at teir eru
fingnir sera sannførandi til
vega. Gøtumenninir hava
hinvegin tókst heldur moyr-
ir til tíðir, og tunnu bonkur-
in hevur viðført, at liðið
hevur havt svárar trupul-
leikar, tá stuðulsspælarar
hava verið burturfrá. Hin-
vegin hevur liðið - við ein-
um undantaki - alla tíðina
megna at vunnið dystirnar,
og langt um leingi tykist
eisini vera soleiðis, at
skaddu leikararnir eru um
at koma heilt fyri seg, so
uttan iva verður talan um
rættiliga stórdyst í Gunda-
dali sunnudagin.
Hóast hetta í mangar
mátar tykist líkjast eini
FM-finalu, so er alt so
langt ífrá mist hjá gøtu-
monnum, um so er, at teir
tapa dystin komandi sunnu-
dag. Av teimum báðum
oddaliðunum hevur B36
nógv ta torførastu dystar-
skránna, tað sum eftir er.
Tey trý seinastu umførini
skulu teir fyrst til Klaksvík-
ar, síðani spæla torføru
lokaluppgerðina móti HB,
áðrenn teir at enda sleppa at
enda kappingarárið í Vági.
Júst har tryggjaðu teir
svørt/hvítu sær annars FM
fyri fýra árum síðani, og
mong í árstalsfelagnum
vóna helst, at talan kann
gerast um eina endurtøku í
ár. Eisini vildi hetta verið
ein umbýtan av leiklutinum
frá í fjør, tá vágbingar tóku
móti FM-steypinum, eftir
at hava vunnið á B36 í sein-
asta umfarinum.
Tungt hjá Sandoynni
Tað er longu nakað væl síð-
an, at landskappingin 2001
stakk sundur í nakrar bólk-
ar, sum hvør í sínum lagi
hava ymisk endamál at
stríðast fyri.
Fram til hetta vikuskiftið
var tað soleiðis, at GÍ og
B36 dystaðust um gullið,
FS Vágar, B71 og partvíst
EB/Streymur um beinleiðis
niðurflytingina,
meðan
fimm lið - B68, VB, HB,
KÍ og NSÍ øll høvdu hug at
kaga móti bronsumerkjun-
um, sum geva atgongd til
Europa, tó at tað enn ikki
greitt, um hetta verður í
UEFA- ella Toto-Cup.
Viðvíkjandi botninum er
enn einki avgjørt. Heldur
var tað soleiðis, at sigurin
hjá vágamonnum á sandoy-
ingum gjørdi støðuna enn
spentari. Sandoyingar tykj-
ast vera teir av botnliðun-
um, sum hava torførastu
skránna eftir, og skal nøkur
bjarging vera hjá teimum,
skulu teir nú taka stig frá
liðum, sum á pappírinum
eru væl sterkari, samstund-
is sum vágamenn helst ikki
skulu hava nakað sum
helst. Eisini vigar tað ímóti
hjá sandoyingum, at teir
bert hava tveir heimadystir
eftir. Hesir eru móti B68 og
HB, og seinastu trý umfør-
ini eru sandoyingar á úti-
vølli, so tungt verður tað
undir øllum umstøðum.
Skulu vágamenn hava
fleiri stig í ár, tykist besta
boðið um hetta at verða
komandi vikuskifti, tá teir
fara á Mølina á Eiði. Upp-
flytararnir hava higartil í ár
staðið seg sera væl, og
hóast teir enn ikki kunnu
siga seg heilt leysar av
niðurflytingarvandanum,
so skal tað vilja heilt illa til,
um teir ikki í øllum førum
kunnu skáka sær undan
beinleiðis niðurflytingini.
Megna teir so eisini at fáa
trý stig móti vágamonnun-
um, kann við so at siga full-
ari vissu staðfestast, at teir
hava tryggjað sær í øllum
førum eitt ár afturat í
fremstu mansdeildini. Gera
teir hetta, er tað fyrstu ferð,
at so er. Liðið hevur bert
eina ferð áður verið í bestu
deildini - í 1994 - men tað
ferðina gekk leiðin beint
niður aftur í næstbestu
deildina.
Dansurin
um bronsuna
Sum sagt, so er talan ikki
um nakran gullkálvavals
hjá hinum fimm liðunum í
deildini. Hevur talan verið
um bronsudans, og hóast
feltið at kalla skrædnaði eitt
sindur hesaferð, so kann
einki á nakran hátt takast
fyri givið hesum viðvíkj-
andi. Óstøguð avrik hava
sermerkt øll liðini í hesum
bólkinum alt árið, og tað
sum fyri tveimum vikum
tóktist púra vist, tykist
brádliga
at
vera
púra
burturvið - og øvugt.
Hvør skuldi til dømis
trúð eftir fyrru kappingar-
hálvu, at KÍ eftir 12. umfar
tykist vera ein hin fremsti
biðilin til bronsuna? Støðan
í seinnu hálvu er tó tann, at
liðið hevur vunnið á ávíka-
vist gull- og silvurvinnar-
unum frá í fjør, og hava
brádliga tikið seg fram á
fjórða plássið á stigatalv-
uni. Harumframt tykist tað
eisini vera soleiðis, at
klaksvíkingar
eru
teir
bronsubiðlarnir, sum hava á
pappírinum lættastu dystir-
nar eftir. Hetta skilt soleið-
is, at útidystirnir eru allir
móti liðum, sum tykjast
vera illa fyri, meðan tey
sterku liðini koma til
Klaksvíkar á vitjan.
Toftamenn høvdu eisini
eina sera ringa byrjan upp á
kappingarárið, men síðani
er stevið batnað alsamt, og
eftir sigurin á NSÍ tykjast
teir eisini standa sterkir í
bronsustríðnum. Ósigurin
hjá NSÍ bendir annars á, at
liðið aftur í ár má finna seg
í at spæla seinastu dystirnar
í ongamannalandið.
Tey bæði fremstu frá í
fjør standa enn á 16 stigum,
og skal talan gerast um
heiðursmerki til nakran av
hesum, verður tað helst
HB, men hetta tykist so
krevja ein sigur á GÍ í út-
setta dystinum.
Avgerðirnar tykjast nú at fella
B71 og B36 tykjast stevna hvør sín veg í løtuni. B36 kann við einum sigri á GÍ stea seg á fremsta sessin, meðan B71 við tapinum fyri FS Vágum tykist á veg úr
bestu deildini
Talvan sýnir, hvørjir dystir ymsu liðini hava eftir at leika. Í klombrum er viðmerkt, um talan er um heima- ella útidyst
C
M
Y
K
16