fríggjadagur 5. september 2008síða 26
‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 170 - 5. september 2008
Súsan og Bjarni skulu yvirtaka
skósøluna Fótbúni eftir mammu
hansara Marjun, sum nú heldur,
at tíðin er komin at lata yngra
ættarliðið taka við.
Hervið er Bjarni triðja ættarlið
í hesi ”skógvaætt”. Tann fyrsti í
røðini var Karl Joensen. Hann var
ættaður av Eiði, sonur Jógvan í
Skorini og Marsannu, sum var
ættað úr Funningi .
Tey vóru sjey systkin. Teir vóru
fýra brøður Rasmus, Eliesar,
Edvard og Karl. Systrarnar vóru
Anna Sofía, Elisabeth og Karin.
Tveir av brøðrunum og ein
bróðursonur gjørdust skómakarar.
Eliesar fór til Klaksvíkar, har hann
fór at arbeiða sum skómakari.
Her kom hann at vera kendur
sum Skós, og framvegis er
skógvaforrætning hjá hansara
eftirkomarum, sum eisini kallast
Skós, í miðbýnum í Klaksvík. Jógv
an, sonur Rasmus, sum fekk sær
Skorheim til eftirnavn, gjørdist
eisini skómakari í Klaksvík.
Karl var føddur í 1910, og hjá
einum bygdardrongi tá í tíðini var
ikki so nógv at velja í uttan at fara
til skips. Karl vildi hava okkurt
annað at dúva á, og hann fór tískil
til Klaksvíkar at læra til skómakara
hjá beiggja sínum Eliesari. Karl fór
aftur til Eiðis, og tey fyrstu árini
skósaði hann um veturin og var til
skips um summarið. Sum nógvir
eiðismenn og millum hesar eisini
beiggjar hjá honum, sigldi hann
við Bartal í Kass av Strondum.
Fyrstu tvey árini við Fagranes og
síðan níggju ár við Austerlitz.
Karl hevði nógv at gera við
at umvæla skógvar, tá ið hann
var heima. Tað var so nógv, at
onkuntíð plagdi Edvard beiggin,
at hjálpa honum. Hann sigldi
eisini nógv ár við Bartal.
Her gekk eisini nógv fólk inn á
verkstaðið bert fyri at práta. Tað
var ofta ein serligur hugni við
skómakaraverkstøðum. Hetta var
eitt arbeiði, har tað væl bar til
bæði at práta og arbeiða í senn.
Tí komu fólk ofta inn á gólvið at
fáa eitt prát.
Yvirlivdi eitt forliss,
slapp undan tí næsta
Aftaná Austerlitz fór Karl at sigla
við trolara, og skógvarnir vórðu
hesa tíðina settir á hyllina.
Hann fór at sigla við Tór 1. Men
nú er kríggið komið, og harvið var
tað vandafult at sigla. Hetta kom
Karl skjótt at merkja.
Longu tann 10. desember 1940
fekk Tór 1 eina minu í trolið, tá
ið teir fiskaðu nær Glettingarnes
undir Íslandi. Minan sprongdist,
og skipið fekk so stóran leka,
at tað sakk. Teir vóru 18 mans
við. Millum hesar var beiggin
Rasmus. Annar bjargingarbáturin
var brotin, men øll manningin
slapp í hin. Teir róðu so til lands
og komu til Brúnavík norðanfyri
Glettingarnes 5 tímar seinni.
Hetta var fyrsti trolarin, sum fórst
av krígsávum.
Seinni fekk Karl í boði at fara
við Tór 2. Men hann hevði fingið
ein slíkan hvøkk, at hann aftaná
hesa hending ikki kundi sova
umborð á skipi. Beiggi hansara
Rasmus var tá við. Hann helt við
Karl, tá ið hann sýtti fyri at koma
við: ”Hatta gjørdi tú býtt.”
Tór 2 varð hendan túrin torpe
deraður av týskum kavbáti. Tað
eydnaðist sum við einum undri
trimum monnum at bjarga sær,
meðan 18 menn druknaðu. Rasmus
var ein teirra. Tað verður sagt, at
veruliga var tað sonur hansara
Poul, sum átti kjansin, og at Ras
mus var farin við fyri Poul. Men
soleiðis vildi lagnan tað hjá teimum
báðum. Rasmus slapp undan fyrru
ferð men ikki seinnu ferð. Tað sama
var við skiparanum á Tór 1, Hans
Poulsen. Hann var ein av teimum
21 monnunum, sum doyðu við
Nýggjaberg, sum fekk somu lagnu
sum Tór 2 í 1942.
Nú gjørdist tað
skógvarnir
Nú var so liðugt hjá Karl at hugsa
um sjólívið. Hereftir skuldi tað
vera skógvarnar, hann helt seg til.
Spurningurin var, um hann
skuldi fara til Havnar ella Klaksvík
ar at arbeiða. Tað gjørdist Havnin.
Her útvegaði hann sær eini
summarhús við trøð uppi á Vill
ingardalsvegnum. Seinni varð
bygt uppí, og her byrjaði hann
at forsolla. Umframt hevði hann
tvær kýr. Hann fekk sær eisini
hønur, einar 5600 í tali. Eggini
vórðu seld í handlunum í Havn.
Karl giftist við Honnu Dortheu
Poulsen, hon var dóttir Víka
Andreu og Hanus í Pállshúsi á
Eiði. Hanus gekk burtur við vest
mannasluppini Doru á heysti 1931.
Karl og Hanna Dorthea fingu
børnini Hans Paula, Egil, sum
doyði í 1976, sama ár sum mamm
an, Rannvá, sum býr í Klaksvík og
so Marjun.
Villingardalsvegur, sum tá
meira enn nú var langt av landi
skotin, var ov óhøgligt hjá
kundunum. Tí var skipað so fyri,
at skógvarnir kundu latast inn
og heintast í Skipshandlinum hjá
svágrinum Dánjal Jakku. Hann
var giftur við systrini Onnu Sofíu,
sum gjørdist 100 ár. Dánjal Jakku
seldi eisini egg fyri Karl.
Hans Pauli minnist, at tað mill
um annað var hansara uppgáva
at bera skógvarnar ímillum, til
gongu sjálvandi. Hann minnist
millum annað kokkin á Argjum,
sum nýtti ortopediskar skógvar.
Teir vóru so tungir, at hann orkaði
bert at bera ein skógv í senn!
Tískil mátti gangast tvær ferður
bert við hesum eina parinum.
Í 1947 flytir Karl skósmiðjuna
Fótbúni: Triðja ættar
Nú tað verður so nógv
tosað um, at føroyingar
í Danmark hava so
lítlan hug at venda
aftur til Føroyar, er tað
hugaligt at kunna hava
eina søgu um, at hetta
kortini hendir. Talan
er um Súsan og Bjarni
Joensen, sum saman við
teirra tveimum børnum
hava avgjørt at koma
aftur til Føroya eftir 9 ár
í Danmark
Trý ættarlið. F.v. Marjun við Silas, Hans Pauli, beiggi Marjun, Bjarni, Barbara og Súsan.
Karl og Hanna
Samrøða
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo