fríggjadagur 5. september 2008síða 27
‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 170 - 5. september 2008
27
rlið tekur við
oman í Niels Finsensgøtu í eini
hús, sum Jens Pauli av Reyni
átti. Hetta var mitt í býnum, og tá
slapst undan at nýta skipshandilin
sum millumstøð. Her byrjaði Karl
eisini at selja skógvar.
Tað hevur verið fyrst í 1955, at
Karl flutti oman á hornið Trónd
argøta/Dr. Jacobsensgøtu, har
handilin framvegis er. Ì 1957
fluttu tey eisini oman har at
búgva. Sum frá er liðið, minkaði
arbeiðið sum skósmiðjur, og
tað gjørdust meira og meira
uppgávan at selja skógvar.
Skómakarí ein
burturdottin vinna
Her kann verða nevnt, at tað er
neyvan nakað fak, sum hevur
upplivað so stórar broytingar sum
júst hetta at vera skómakari.
Birgar Johannesen nevnir 22
skómakarar í Havn í fyrru bók sín i
og fýra afturat í teirri seinnu. Teir
vóru ikki bert skómakarar. Teir
gjørdu eisini skógvar og høvdu
fólk í arbeiði. Hetta var ein heil
vinna tá í tíðini.
Men hetta er alt broytt. Nú
verða skógvar blakaðir burtur, tá
ið hol kemur á, tí tað loysir seg
ikki at gera teir aftur. Tí er neyvan
nakar av teimum gomlu góðu
skómakarunum eftir.
Tað er eitt danst orðatak, sum
sigur: ”Skomager bliv ved din
læst.” Hetta er so misvísandi
sum nakað. Skómakarar hava ofta
verið úrmælingar á fleiri økjum.
Christian Holm Jacobsen, beiggi
Dánjal Jakku, svágin hjá Karl,
gjørdist ein av okkara fremstu
vinnulívsmonnum.
Tað kann verða nevnt, at vit hava
havt fleiri frásagnir um skómakarar
í røðini Hendur ið Sleptu. Teir hava
verið Jens Egholm, Thomas Juel
Kjælnes, Jørgen Frants Jacobsen,
abbi rithøvundan av sama navni
og langabbi William Heinesen.
Og eisini um pápa Jørgen Frants,
sum kallaðist Poul Andreas
Jacobsen. Hann var skómakari í
Keypmannahavn Tað hava verið
nógvir spennandi skómakarar.
Hjartalig fólk
Tað skal eisini sigast um Karl, at
hann var sera virkin í Ebenezer.
Ofta fór hann uppá talarastólin,
eins og hann ferðaðist um landið
við bátinum hjá Ebenenzer Boð
beranum at halda møtir saman við
øðrum. Hann hevði eisini samband
við brøðrasamkomur í øðrum
norðanlondum.
Karl og Hanna vóru sera hjartalig
fólk. Poul Færø greiðir frá, at hann
búði hjá Karl eina tíð, tá ið hann
var ungur. Hann tekur til, hvussu
góð tey vóru við hann. Hetta var tá
ið Poul lærdi til málara og skuldi
taka sveinastykki. Tann morgunin
hetta hendi gramdi Poul seg um,
at hann hevði havt marruna. Hann
hevði droymt at ein ketta var farin í
vindeygað, hann júst hevði málað.
Karl helt, at hetta var eitt gott
tekn. Hetta hevur eisini víst seg!
Tey gjørdust eisini vinir til teirra
doyggjandi dag.
Karl gjørdist ikki gamal maður.
Hann var ikki fyltur 73 ár, tá ið
hann knappliga doyði. Hann fór til
gravar á 73 ára føðingardegnum.
Marjun tekur við
Tað var eingin at taka við beinan
vegin, hóast Hans Pauli og Marjun
hjálptu sum frægast fyrstu tíðina.
Men ein dagin sigur ein av
ekspeditrisunum við Marjun, at
”vit hava brúk fyri einum afturat
at standa í handlinum.”
Marjun arbeiddi tá sum sjúkra
hjálpari á landssjúkrahúsinum.
Frammanundan hevði hon gjørt
sær greitt, at hetta ikki kom at
vera hennara lívsstarv. Hon gjørdu
ikki vandari enn at hon segði upp,
og fór at taka sær av Fótbúna
burturav. Hetta hevur eisini gingist
væl. Nú eru øll húsini innrættað til
handil, so úrvalið er stórt. Hervið
hevur Marjun gjørt sítt til at halda
lív í miðbýnum.
Marjun hevur ført handilin
víðari á sama hátt sum pápin.
Serliga á ein hátt hevur hetta
verið gjørt øðrvísi enn hjá øðrum
handlum. Hetta er við at hava
opið sunnudag undan jólum, sum
gjørdist tað vanliga fyri nakað
nógvum árum síðani.
Men tað segði Karl nei til. Hann
helt, at kundi hann ikki klára seg
uttan at hava opið júst hendan
sunnudagin í árinum, so kláraði
hann seg ikki kortini. Hetta hevur
Marjun hildið fast um. Tær, sum
arbeiða, eru eisini fegnar um
hetta. Nú fáa tær hendan dagin
fyri seg sjálvar, sum tær eisini
eisini hava brúk fyri í jólarokinum.
Triðja ættarlið tekur
við
Marjun eigur sonin Bjarna, sum nú
er 44 ára gamal. Hann er útbúgvin
í Keypssamtøkuni í Havn og hevur
arbeitt í 19 ár hjá Statoil, tey
seinastu 9 árini í Danmark. Kona
hansara er Súsan. Hon er fødd í
Føroyum av donskum foreldrum.
Tey komu til Føroyar í 1975 og
skuldu bert vera her eitt ella tvey
ár. Men hesi árini blivu 23! Nú eru
tey aftur í Danmark.
Bjarni og Súsan eiga tvey børn,
sum eru fødd í Danmark. Hetta
er trý ára gamla Barbara og fimm
mánaðar gamli Silas.
Nú høvdu tey hug til at koma
aftur til Føroyar. Hetta var ikki
minst galdandi fyri Susan, hóast
hennara danska uppruna.
Tey eru komin heim at yvirtaka
skógvahandilin eftir Marjun.
Hetta hava tey uttan iva førleika
til. Bjarni er jú vaksin upp við
skóm alla sína tíð. Hann hevur
eisini ofta verið saman við mamm
uni, tá ið hon hevur keypt inn.
Men sum Marjun sigur:
”Kunsturin er ikki so nógv at selja
skógvar, sum tað er at keypa inn.”
Hetta er eitt øki, har mótin skiftir
so skjótt, serliga hjá konufólki.
Verður keypt ov nógv inn av
einum slagi, er vandin stórur fyri
at brenna inni við stórum virðum.
Marjun er framvegis røsk, so
hon fer at hjálpa teimum ungu í
handlinum. Men hon bedýrar, at
hon fer ikki at blanda seg!
Um at koma heim
Bjarni heldur, at eitt tað besta við
at vera komin heim er, at hann
aftur sleppur niðan í Gundadal at
síggja HB spæla!
Súsan er 32 ára gomul. Hon er i
barnbuðarfarloyvi í løtuni, men er
annars útbúgvin fólkaskúlalærari
frá N. Zahles Seminarium í
Keypmannahavn. Hon hevur
seinastu fimm árini arbeitt á
einum donskum fólkaskúla. Her
hevur hon millum annað undirvíst
orðblindum næmingum í at brúka
teldu sum hjálp til at lesa og
skriva. Hon fegnast um, at tað júst
í hesum døgum eisini í Føroyum
verður sett fokus á børn og vaksin,
ið hava stórar lesitrupulleikar.
Tey trivust ótrúliga væl niðri, so
tað var ikki bara sum at siga tað at
flyta heim aftur. Tey búðu á Viby
á Sjællandi. Har høvdu tey sera
góðar grannar og góð størv. Men
eftir, at tey fingu Barbaru, fóru tey
at droyma um eitt lív, har familjan
var meira í hásæti, og har tey
høvdu meira tíð til at njóta børnini,
meðan tey vóru smá.
Tískil verður hetta triðja
ættarlið, sum kemur at taka við
handlinum hjá Karl. Spurningurin
er so, hvussu tað verður við fjórða
ættarliðnum! Tað er sjálvsagt
nógv ov tíðliga at siga nakað um
tað enn. Men Barbara er nú púra
býtt, tí ið hon sær skógvar, ikki
minst í einum sýnisglugga!
Vit ynskja teimum væl komin
heim á klettarnar og alt tað
besta, nú tey eru afturkomin.
Fótbúni, tá ið byrjað varð í 1955
Marjun og skógvar
Bjarni hevur fingið
skógvar inn við
móðurmjólkini
Fótbúni í dag