fríggjadagur 5. september 2008síða 28
‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Skjót viðgerð av
krabbameini í
prostata – bløðru
hálskertlinum – er
lekjandi, men í Før
oyum fær sjúkan alt
ov ofta frið at breiða
seg, staðfestir Jóhan
Poulsen, yvirlækni á
Aalborg Sjúkrahúsi
og serlækni í urologi
HEILSA
Dorit Hansen
Alt ov nógvir føroyskir
menn ganga við prostata
krabbameini uttan at fáa tað
staðfest, fyrr enn krabba
meinið hevur breitt seg til
beinagrindina. Og tá er
mangan ov seint at fáa lekj
andi viðgerð.
Hetta er niðurstøðan hjá
Jóhan Poulsen, yvirlækna
við kirurgiskari prostatavið
gerð sum undirserøki. Tey
seinastu fimtan árini hevur
hann regluliga verið í Føroy
um og kanna og viðgjørt
menn við prostata krabba,
og nógvir føroyskir menn
hava verið til viðgerð hjá
honum á Aalborg Sjúkra
húsi.
Prostatakrabbamein hev
ur verið eitt vanrøkt øki í
Føroyum. Eg vil næstan
siga, at man hevur havt ein
nihilistiska støðu til sjúk
una. Lítið hevur verið gjørt
fyri at staðfesta hana, og
meðan onnur lond hava sett
í verk skjótar og virknar við
gerðir, so hevur føroyska
skipanin ikki fylt við, sigur
føroyski yvirlæknin.
Í Svøríki byrjaði man
fyri langari tíð síðani at seta
inn móti prostatakrabbamei
ni við fleiri blóðroyndum
og skjótari viðgerð, og kann
ingar hava staðfest at hetta
gjørdi stóran mun. Danmark
fylgdi eftir fyri nøkrum
árum síðani, men sambært
Jóhan Poulsen, er føroyski
hugburðurin
til
sjúkuna
framvegis ov konservativur
og passivur.
Gamli hugburðurin var,
at man mátti liva við prosta
takrabba – og tí eisini
doyggja við sjúkuni. Men
tað er ein pínufullur deyði,
tí sjúkan fer í beinagrindina,
og sjúklingurin fær eina rin
ga sjúkralegu, greiðir Jóhan
Poulsen frá.
Og í dag er niðurstøðan,
at prostatakrabbi ikki er
nakað man kann – ella skal
– liva við. Tað er ein deyði
lig sjúka, um hon ikki verð
ur viðgjørd í góðari tíð.
Tí er politikkurin aðra
staðni at staðfesta sjúkuna
so skjótt sum møguligt og
bjóða best egnaðu viðgerð.
Úrslitið er, at fleiri menn
verða frískir og fleiri fáa
eina betri sjúkratíð. Men
Føroyar hava ikki heilt fylgt
við á hesum økinum, stað
festir yvirlæknin.
Prostata Awareness
Tað hevur alstóran týdn
ing, at fólk verða kunnaði
um prostata, soleiðis at
menn eru varnir við sjúku
eyðkenni, sigur Jóhan Poul
sen.
Aðrastaðni hava tey Pros
tata Awareness dagar á
sama hátt sum man hevur
átøk um aids, krabbamein
og roykiátøk, har fjølmiðlar
eru við til at upplýsa fólk
um sjúkuna, sjúkueyðkenni
og
viðgerðarmøguleikar.
Men hetta er ikki komið til
Føroya enn. Her verður ov
lítið tosað um prostata
krabbamein í almenna rúmi
num.
Jóhan Poulsen vísir eisini
á leiklutin hjá kommunu
læknum. Menningin innan
urologi og ikki minst
krabbameinsviðgerðir inn
an urologiska øki hevur
gingið við rúkandi ferð sein
astu árini, og um kommunu
læknar ikki fylgja við, so
eru teir ikki førir fyri at
geva sjúklingum neyðuga
kunning og kanning.
Robot í undirlívi
Urologi er í dag eitt sera
tøknitungt øki, og viðgerðir
eru so nágreiniligar og var
ligar, at sjúklingurin í nógv
størri mun varðveitir nerva
løg, potens og lukkivøddar.
Tað nýggjasta innan pros
tataviðgerð eru robotstýrdar
kikaraskurðviðgerðir,
har
læknin stýrir tólunum inni í
kroppinum á sjúklinginum
við fjarstýristavum.
Hetta er spildurnýtt, og
vit hava higartil gjørt 100
skurðviðgerðir við hesum
nýggja
tólinum,
greiðir
Jóhan Poulsen frá. Robott
urin kostaði 12 milliónir,
og vanligt viðlíkahald kost
ar 1,2 milliónir um árið,
umframt at amboðini til
hvørja skurðviðgerð kosta
á leið 10.000 krónur.
Tað vil siga, at um ein
sjúklingur verður skurðvið
gjørdur hvønn einasta dag
tey næstu tíggju árini, so
kostar hvør skurðviðgerð
40.000 krónur, sigur føroys
ki yvirlæknin og staðfestir,
at Føroyar ikki hava sjúk
lingar nokk til ein slíka ílø
gu.
Tørv á fleiri tólum
Jóhan Poulsen arbeiðir á
Klaksvíkar Sjúkrahúsi, tá
ið hann er í Føroyum. Og
meginparturin av monnun
um, sum hann kannar, fáa
eisini viðgerð har. Tað eru
einans á leið fimm prosent
av sjúklingunum, sum hava
tørv
á
skurðviðgerðum,
sum ikki kunnu gerast í Før
oyum.
Tað er ein stórur fyri
munur og sparing, at menn
kunnu fáa forkanning, eftir
kanning og vanliga viðgerð
her. Og at teir so kunnu
koma til mína deild í Dan
mark gevur ein eyka konti
nuitet í viðgerðini, sigur
føroyski yvirlæknin.
Hóast tað ikki er skilagott
ella ynskiligt, at Føroyar
gera risaíløgur í stórar
robottar, so staðfestir Jóhan
Poulsen at tað hevur gingið
ov trekt at fáa tól, sum til
dømis kunnu staðfesta sjúk
una.
Ikki fyrr enn í fjør fekk
Landssjúkrahúsið tól at kan
na um menn hava prostata,
og skannarin í Klaksvík,
sum er eitt sindur eldri, var
ein gáva frá pengastovni,
greiðir hann frá og vísir á,
at um grundleggjandivið
gerð skal fara fram í Før
Kinesisk matmentan verjir
Jóhan Poulsen er knýttur at universitetssjúkrahúsinum, Kings College í London, og í løtuni er hann
saman við øðrum í holt við eina spennandi altjóða verkætlan, har sambandið millum mat og
prostatakrabba verður kannað. Vit kanna millum annað prostata hjá kinesarum í Bejing og inuittum í
Grønlandi og samanbera úrslitini við tølini hjá donskum monnum. Og ein pilotkanning, sum vit hava
gjørt, vísir, at samband er millum ósunnar feittsýrur og prostatakrabba. Altjóða hagtøl fyri
prostatakrabbamein staðfesta, at menn í Asia og rundan um Miðalhavið ikki fáa so ofta
prostatakrabbamein, sum menn í Norðureuropa og USA, og hildið verður at hetta hevur samband við
kostin. Aðrar kanningar stuðla hesum. Millum annað vísir tað seg, at tá kinesarar flyta til USA, so
ganga bara tvey ættarlið, so hava teir somu prostatatøl sum aðrir amerikanarar. Tað er altso ikki
biologiski arvurin, men sosiali lívstílurin sum er avgerðandi.
Føroyskir menn vita ov lítið um
Aðrastaðni verður alt gjørt
fyri at staðfesta prostata
krabbmein so skjótt sum
møguligt og bjóða best
egnaðu viðgerð. Úrslitið er,
at fleiri menn verða frískir
og fleiri fáa eina betri
sjúkratíð. Men Føroyar
eru eftirbátur á økinum,
staðfestir Jóhan Poulsen,
yvirlækni
Mynd: Dorit Hansen
Nr. 170 - 5. september 2008
tíðindi