fríggjadagur 5. september 2008síða 29
‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
oyum, skulu íløgur gerast í
nøkur ikki so heilt kostnað
armikil tól.
Men
grundleggjandi
kunning er eisini ein stórur
partur av stríðnum móti pro
statakrabba. Menn mugu
kenna vandan fyri at fáa
krabbamein í bløruhálskerti
lin, so teir søkja sær skjóta
hjálp.
Líka spyrjandi sum danir
Føroyskir menn lata sær ikki meira lynda enn danir. Hetta heldur í øllum førum
yvirlæknin, Jóhan Poulsen, sum vanliga kannar og viðger danskar menn í norður
Jyllandi, men sum eisini arbeiðir í Føroyum nakrar ferðir um árið. Tað er
yvirraskandi, at føroysku menninir eru akkurát líka ansnir og ágrýtnir sum danskir
menn. Teir vilja hava skjóta og málsøkna viðgerð og finna seg ikki bara í støðuni,
sigur Jóhan Poulsen. Og føroysku menninir spyrja heldur ikki minni enn danir. Teir
vilja vita, hvat teimum feilar, hvat kann gerast fyri at fáa leking, og hvørja ávirkan
viðgerðin hevur. Eg ynski altíð, at konan er við til fyrstu samrøðuna, tí tá ið ein
sjúklingur fær at vita, at hann hevur krabbamein, hoyrir hann ikki meira enn tey
fyrstu 10 sekundini. Men føroysk pør eru líka opin sum donsk, og sjálvandi ynskja
tey ta bestu og mildastu viðgerðina.
Fyrrverandi leið
arin í danska javn
aðarflokkinum,
Svend Auken, er
álvarsliga sjúkur av
krabbameini í prosta
ta. Hann hevur valt
at staðið alment fram
við sjúkuni, tí hann
nú skal í kemoviðgerð
HEILSA
Dorit Hansen
65 ára gamli, Svend Auken,
fólkatingsmaður hjá danska
Javnaðarflokkinum og lim
ur í formansskapinum í
Fólkatinginum, fekk fyrstu
ferð staðfest prostatakrabba
mein í 2004. Hann fór í við
gerð, og alt sá út til at ganga
væl.
Men í 2007 kom sjúkan
aftur. Og seinasta vikuskifti
valdi fyrrverandi formaður
in fyri danska javnaðar
flokkin, sum er tiltikin varin
um privat viðurskifti, at
standa alment fram og
greiða frá um sjúkuna.
Orsøkin er millum annað,
at hann nú skal í kemovið
gerð, sum væntandi fer at
merkja útsjónd hansara.
Deyðin nærkast
Tíbetur eru fleiri viðgerð
armøguleikar, og nýggir
viðgerðarhættir eru á veg.
Men eg veit væl, at eg møgu
liga eri farin inn í seinastu
tilgongdina, sum tó kann
varða fleiri ár, skrivar Svend
Auken í opnum brævi í
danska blaðnum, Politiken.
Hann leggur dent á, at
hann ynskir at halda á fram
í arbeiðnum í formansskapi
num í danska fólkatingin
um.
Um tað er møguligt,
hevur tað týdning at varð
veita gerandisdagin í so
stóran mun sum møguligt.
At passa sítt starv, um tað
letur seg gera. Eg ynski at
halda fram í Fólkatinginum,
so leingi eg orki og so leingi
norðurjysku veljarnir ynsk
ja meg har, staðfestir danski
politikarin.
Sjúku solidaritetur
Svend Auken sigur, at hann
hevur valt at vera opin um
sjúkuna, bæði tí hann ynskir
at sleppa undan spekulation
um og leysasøgum og í soli
dariteti við hini, sum líða
av somu sjúku.
Vit eru mong, sum hava
eina álvarsliga krabbameins
sjúku – og tíbetur gongur
tað væl hjá mongum. Tí er
ongin orsøk til at goyma
seg, sigur danski fólkatings
limurin.
Svend Auken greiðir í
brævinum frá, hvussu tað
var, tá ið urologurin ringdi
til hann á kontórinum í
Christiansborg við tungu
boðunum, at hann aftur
hevði fingið krabbamein.
Hann hugleiðir harum
framt um fólk, sum hann
hevur mist til krabbamein.
Fólk, sum hava staðið hon
um nær sum vinir ella
starvsfelagar. Og so tosar
hann um sín nýggja fylgi
svein, deyðan, og hvussu
deyðin gevur lívinum eyka
virði.
Vakt ans
Opnað og erliga brævið hjá
Svend Auken hevur vakt
ans í fjølmiðlunum og poli
tiska umhvørvinum í Dan
mark. Aðrir politikarar hava
róst honum fyri opinleikan
og givið honum eggjan og
stuðul, og allir danskir miðl
ar hava loftað søguni.
Danska Ekrablaðið hevði
millum annað eina odda
grein, har teir rósa javnaðar
tingmanninum fyri at tosa
opið um eina sjúku, sum
ikki so nógv orka at tosa
um. Serliga týdningarmikið
er tað, sigur blaðið, at
Svend Auken sum maður
tosar erliga um krabbamein,
tí menn hava ofta torført at
tosa um so álvarasligar sjúk
ur.
prostata
Svend Auken hevur
prostata krabbamein
Danska Ekstrablaðið rósar í oddagrein Svend Auken fyri at vera
so opin um prostatakrabbameini, ikki minst tí hann kann vera
fyrimynd fyri aðrar menn, sum hava torført at tosa um sjúkuna
Mynd: Polfoto
Prostata – ella á føroyskum bløruhálskertilin – hevur
form og stødd sum ein kastanjunøt, tað vil siga, at hann
er á leið tveir sentimetrar í diametri. Bløruhálskertilin
situr beint undir urinbløruni, og urinrørið fer í gjøgnum
kertilin. Vanligur prostata vigar 25 gram og eru settur
saman av smáum kertlum, sum framleiða meginpartin av
sáðveskuni, sum verða goymdar í sáðblørunum.
Flestu gøgn eru soleiðis innrættað, at tey minka við aldri-
num, men prostata hevur lindið til at vaksa. Góðkynjaður
vøkstur av prostata er ikki krabbamein, men kann geva
trupulleikar við vatninum. Vøksturin byrjar ofta um 50 ára
aldur og kann viðgerast við medisin ella skurðviðgerð.
Krabbameinslíknandi kyknubroytingar kunnu síggjast
hjá meira enn 30 prosent av øllum monnum yvir 50 og
hjá heili 80 prosent av monnum yvir 80 ár. Um talan er
um krabbamein, verða ymiskar viðgerðir bjóðaðar alt
eftir um krabbameinið hevur spjatt seg og hvussu gamal
sjúklingurin er.
Meira kunning um prostatakrabbamein er at finna á
heimasíðunum hjá Føroya Felag Móti Krabbameini (www.
krabbamein.fo) og danska felagnum Kræftens Bekæm-
pelse (www.cancer.dk). Eisini er eitt danskt felag fyri pros-
tata sjúklingar, PROPA, sum hevur útgivið bæði bóklingar
og kunnandi filmar.
FAKTA: Prostata
tíðindi 29
Nr. 170 - 5. september 2008