fríggjadagur 5. september 2008síða 30
‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30 tíðindi
Nr. 170 - 5. september 2008
Hoyvík: Í hesum døgum
eru liðin 25 ár síðani at dag
stovnurin í Hoyvík lat dyrn
ar upp á fyrsta sinni.
Henda merkisdag vildu
hvørki dagstovnurin ella
býráðið lata fara aftur við
borðinum uttan ein sjónliga
markering.
Byrjað varð longu klokk
an hálvgum átta í morgun
við morgunmati til foreldr
ini og børnini, so hvørt sum
tey komu í dagstovnin. Á
middegi var so ein góður
døgurðabiti á skránni til
børnini.
Seinnapartin var eisini
nógv gjørt burtur úr. Millum
teir hábornu gestirnar komu
tann so væl umtókta Meyla,
og seinni skuldi Jens Marni
Hansen syngja fyri børnun
um.
Fyrrapartin var annars
ein heilt annar promenentur
persónur á gátt í dagstovnin
um. Tað var borgarstjórin í
Havn, Heðin Mortensen
sum eisini fekk sær ein
kaffimunn og eitt prát við
børnini og starvsfólkini.
Heðin gav sær eisini
stundir at lesa upp brot úr
eini søgu fyri børnunum.
Og hetta dámdu teimum
avbera væl, hóast tey kans
ka ikki júst mundu fata,
hvør ið las søguna.
Tað týdningarmesta var
kortini tað, at tey hugnaðu
sær!
sb.
Einaferð var tað ... ein barnagarður
Borgarstjórin í Havn, Heðin
Mortensen umgyrdur av
søguhugaðum børnum í
dagstovninum í Hoyvík
Mynd: Jens Kristian Vang
Tá strandfaraskipið Ritan
legði frá landi fyrrapartin í
morgun, var ein heldur øðr
vísi bólkur av ferðafólkum
við.
Saman við mammum sín
um, fóru ikki færri enn átta
børn á eina vitjan í Nólsoy.
Talan var her um ein
mammubólk hjá børnum,
ið vórðu borin í heim í apríl
og í mai mánaði í ár.
Tær hava hitst við jøvnum
millum bilum, og ta einu
ferðina koma hugskotið
fram, um tær ikki áttu at far
ið til Nólsoyar at vitja ta
einu kvinnuna í bólkinum.
Dagurin varð ásettur til at
vera í dag, og stutt áðrenn
Ritan legði frá landi klokk
an hálvgum tíggju hittust
átta teirra á Bursatanga og
riggaðu til at fara umborð.
Í Nólsoy er ætlanin at tær
skulu hugna sær saman,
ganga ein túr gjøgnum bygd
ina og drekka ein kaffimunn
saman.
Kvinnurnar og børn teirra
vórðu aftur í Havn klokkan
13:20.
sb.
Við mammu
til Nólsoyar
Átta av kvinnunum standa
tilbúnar at fara umborð á
Rituna. Vinstrumegin: Rúna
Poulsen, Elin Højgaard,
Marianna á Dul Fríðberg,
Maria Garðsá, Jónrit Halling,
Jóhanna Rasmussen, Leona
Nielsen og Ann Gvøðny
Ólavsson
Mynd: Jens Kristian Vang
Byggja út á Gørðunum
Í eitt mannaminni hevur handil verið á Gørðunum í Vági, og nú
verður handilin á Gørðunum bygdur út. Alex Vilhelm, stjóri,
sigur við Suðuroyarportalin, at nú handilin verður bygdur út,
verða tað væl størri møguleikar og ikki minst, so kunnu tey
bjóða ein nýggjan og spennandi handil fram. Norður og
eystursíðan á bygninginum verður glas. Ymiskir avslutningar
verða gjørdir við mahogni, og fer hetta at pynta nógv um, væntar
Alex Vilhelm. Í vikuni vórðu sperrur reistar, og vænta tey at
verða liðug við útbyggingina áðrenn 1. desember í ár. Umframt
at byggja út, fara tey eisini at fríðka um á Gørðunum og verður
parkerinsplássið eisini gjørt av nýggjum.
Heimsins vakrasti toskur í Árnafirði
Nú er staðfest, at alitoskurin á Árnafirði undan lívfiski á Føroya Banka, er tann toskur,
sum veksur skjótast í verðini. Harafturat er hann tann flottasti toskurin, eg nakrantíð
havi sæð, sigur Arne G. Kolbeinshavn, sum ivaleyst veit mest sum toskaaling í Noreg. Í
eini fyribils frágreiðing frá toskaalingini á Árnafirði, prógvar hann, at vónirnar hann
hevði til toskaaling í Føroyum, halda bæði væl og virðiliga. Fyri mær, sum alt mítt lív
havi fingist við at granska og menna toskaaling, er hetta tað positivasta, eg havi
upplivað, sigur hann sambært heimasíðuni hjá Vinnuvitan Her er einki kanska og her
eru eingi fyrivarni. Úrslitini av royndunum við toskaaling á Árnafirði er tað positivasta,
hann hevur upplivað. Skuldi tað hent, at svinnið eisini er lítið í hesi royndini á
Árnafirði, so er tað enn ein sólskinssøga í toskaalingini, sum eg ikki trúði, at eg fór at
uppliva, leggur hann afturat.