fríggjadagur 5. september 2008síða 31
‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 170 - 5. september 2008
31
tíðindi
Rithøvundabókin
verður í næstum løgd
út á heimasíðuna hjá
Rithøvundafelagnum
í enskari týðing
eftir amerikanska
rithøvundan Randi
Ward
Týðing
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Tey flestu munnu kenna Rit
høvundabókina, sum Rit
høvundafelag Føroya gav
út í 1995 og aftur í 2004. Í
næstum kemur bókin út í
enskari týðing eftir amerik
ansku Randi Ward, sum
sjálv er rithøvundur og lim
ur í Rithøvundafelag Føroya
og sjálvboðin hevur týtt alla
Rithøvundabókina.
Avbjóðing
Randi Ward sigur, at hug
skotið til at týða Rithøv
undabókina kom, tá ið hon
gjørdist limur í felagnum í
desember 2007.
Eg kom tá í samband
við Zakarias Wang, ið er
kassameistari í felagnum,
og vit fóru at práta aftur og
fram um, hvussu hent tað
hevði verið hjá Rithøvunda
felagnum at fingið eina
enska útgávu av heimasíðuni
hjá felagnum. Mín áskoðan
var tá, at mest umráðandi
var ið hvussu so er at byrja
við at fáa týtt upplýsingar
nar um føroysku rithøvund
arnar og fáa lagt tær út á
www.rit.fo, sigur Randi
Ward á heimasíðuni hjá
Rithøvundafelagnum
Rithøvundabókin,
sum
Zakarias Wang ritstjórnaði,
er skrivað av rithøvundunum
sjálvum, og tí eru rithøv
undalýsingarnar ógvuliga
ymiskar, bæði í kunningar
virði og í listaligari dygd.
Sostatt var tað ein avbjóðing
í sjálvum sær at taka á seg
uppgávuna at týða bókina.
Zakarias spurdi meg,
um eg vildi átaka mær hetta
arbeiði, og eg svaraði at tað
var gaman í. Tað var ein
avbjóðing, ið mær líkaði.
Eg takki Zakariasi fyri mor
alskan stuðul ígjøgnum alla
gongdina, og somuleiðis
takki eg limum og nevnd í
Rithøvundafelagnum
fyri
at hava verið tolin og fyri
viðmerkingar til týðingina,
sigur Randi Ward.
Stórt frambrot
Formaður Rithøvundafel
agsins, Arnbjørn Ólavsson
Dalsgarð, fegnast um, at
tað umsíðir ber til at finna
upplýsingar um núlivandi
rithøvundar í Føroyum á
enskum. Hann vísir á, at
hóast upprunatekstirnir í
Rithøvundabókini
eru
rættiliga misjavnir í dygd,
er tað eitt stórt frambrot, at
hesar upplýsingar nú verða
tøkar á enskum, tí slíkt til
far hevur leingi verið eftir
lýst.
Rithøvundafelagið hev
ur í eina tíð arbeitt við at
fáa til vega útlendskt tilfar
um føroyskar rithøvundar
og bókmentir, og sum eitt
fyrsta stig, er enska týðingin
av Rithøvundabókini eitt
stórt frambrot, sigur for
maðurin í Rithøvundafelag
num, sum eisini heldur, at
týðingin er sera væl frá
gingin.
Talan verður ikki um at
geva út ensku útgávuna á
prenti, men bert um eina tal
gilda útgávu á heimasíðuni
hjá
Rithøvundafelagnum,
www.rit.fo. Fyrstu rithøv
undalýsingarnar eru longu
lagdar út á heimasíðuna, og
restin kemur næstu dagar
nar.
Nógv brúkta Rithøvundabókin er nú at finna á
enskum í talgildari útgávu
Rithøvundabókin á enskum
Tilboð um endur
menning eiga at
verða fastur partur av
heildaviðgerðini av
krabbameinssjúku, er
ein av niðurstøðunum
hjá Føroya Felag
móti Krabbameini,
nú fyrsta kanningin
av tørvinum hjá før
oyskum krabbameins
sjúklingum á endur
menning er løgd fram
EndurmEnning
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Mynd: Jens Kristian Vang
Seinnapartin í gjár legði
Føroya Felag Móti Krabba
meini fram úrslitið av kann
ing av tørvinum hjá krabba
meinsraktum fyri endur
menning.
Kanningin
er
tann fyrsta av sínum slag í
Føroyum, og byggir hon á
bæði spurnabløð og samrøð
ur. 65 krabbameinssjúkling
ar hava svarað spurnablaði,
meðan samrøður eru gjørd
ar við 15 sjúklingar og seks
avvarðandi.
Sjúklingurin er
serfrøðingur
Kanningin staðfestir í fyrsta
umfari, at tørvurin á endur
menning hjá føroyskum
krabbameinssjúklingum er
stórur. Minst líka áhugavert
er tað, at tey tilboð, ið hóast
alt eru, ikki eru serliga væl
skipað, sum er. Oftast er
tað tí upp til sjúklingin sjálv
an at leita sær fram ta vitan
og tey tilboð um endur
menning, sum kundu lætt
nógv um sjúkugongdina.
Karin Heinesen, sosialráð
gevi, sum hevur staðið fyri
kanningini, vísir í hesum
sambandi á, at tað er prógv
að, at jú skjótari sjúklingurin
fær at at vita, hvat hann ella
hon kann vænta, jú betri
gerst møguleikin fyri at ger
ast skjótari frískur ikki
minst, tí sjúklingurin harvið
ikki nýtist at stúra so nógv
fyri tí ókenda.
Í framhald av kanningini
mælir Føroya Felag móti
Krabbameini tí til, at endur
menning eigur at vera ein
nátúrligur liður í heildarvið
gerðatilboðinum, líka frá at
diagnosan er sett, til tann
sjúkurakti og næstu avvarð
andi megna at fáa sum mest
burturúr egnari orku í støð
uni.
Heilt ítøkiliga mælir fel
agið til, at øll, sum koma í
samband við Landssjúkra
húsið orsakað av krabba
meinssjúku, fáa møguleika
at útfylla eitt kortleggingar
blað, sum hevur til endamáls
at vísa á tørvin á endurmenn
ing hjá tí einstaka. Júst á hes
um økinum er sjúklingurin
serfrøðingur í sínum lívi, og
tí eiga tiltøkini at laga seg
eftir tørvinum hjá tí einstaka
sjúklinginum, fyri at tey
skulu gera størstan mun,
vísir felagið á.
Samskipan neyðug
Í tilmælinum verður eisini
mint á, at øll tilboð um end
urmenning eiga at kunna
broytast. Tí uttan mun til
kyn, so broytist tørvurin hjá
tí einstaka fyri endurmenn
ing. Eisini økist vitanin
alsamt um, hvørji tiltøk
hava gera mest gagn.
Flestu
sjúklingar
og
avvarðandi vilja sum heild
hava ein virknan og ábyrgd
arfullan leiklut í sjúku
gongdini, men tað setir eis
ini stór krøv til teirra. Sum
tilboðini um endurmenning
eru skipað í løtuni, kenna
nógv tað so, at ein stór
ábyrgd verður løgd á tey, tí
tað meir ella minni verður
væntað av teimum, at tey
sjálv taka sær av at samskipa
uppgávur ímillum ymiskar
stovnar og ymiskar starvs
bólkar. Eisini kann tað taka
mótið frá teimum og skapa
mishuga, hvørja ferð tey
koma í trupulleikar, tey ikki
vita, hvagar tey skulu fara
við fyri at fáa loystar.
Tí er fyrsta stigið á leiðini
at samskipa tey ymsu tilboð
ini, sigur Føroya Felag móti
Krabbameini, sum í næstum
fer
at
venda
sær
til
Almanna og heilsumálaráð
ið við sínum tilmælum.
Endurmenning skal vera fastur partur
av krabbameinsviðgerð
- Jú minni tann sjúki stúrir,
jú størri er møguleikin fyri,
at sjúklingurin gerst skjótari
frískur aftur, sigur Karin
Heinesen, sosialráðgevi,
sum hevur staðið fyri nýggju
kanningini hjá Føroya Felag
móti Krabbameini