Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-05, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. september 2008síða 32

‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 170 - 5. september 2008 K R E A LEIÐARI TIL STUÐULSFÓLKASKIPANINA FYRI BØRN OG ATKNÝTTAR STOVNAR • Vilt tú standa á odda at skipa umsorgan og menning fyri børn, sum bera brek ? • Hevur tú áhuga í leiðslu, starvsfólkarøkt, førleikamenning og at menna nýggjar skipanir ? • Trívist tú í einari politiskt stýrdari organisatión, og evnar tú at laga teg til brátt skiftandi umstøður • Megnar tú at stýra einari skipan við omanfyri 100 starvsfólkum kring landið og einari játtan omanfyri 25 milliónir? So er tað tær, vit leita eftir at leiða Stuðulsfólka- skipanina fyri børn og atknýttar stovnar. Førleikakrøv • Viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni • Hollan fíggjarligan førleika • Góðan leiðsluførleika- og royndir • Góð evni at samskifta í skrift og talu • Evni at menna nýggjar skipanir • Politiskt tev og gott innlit í samfelagsviðurskifti • Kunnleika til almenna fyrisiting • KT-førleika á høgum brúkarastigi Vit kunnu bjóða tær • Stórar avbjóðingar og áhaldandi krøv um menning av skipanini • Royndar og framúr dugnaligar starvsfelagar við ymsum serførleikum • Eitt sera sjálvstøðugt starv, har tú í stóran mun setir kósina • Stóra ávirkan á menningina av til- boðum til nakrar av okkara veikastu borgarum Ábyrgdarøkið fevnir um Stuðulsfólka- skipanina fyri børn, dagstovnin Reiðrið og Dageindina við heildartilboði fyri børn við serligum tørvi. Fyri at menna tænastuna, gagnnýta karmarnar til fulnar og menna førleika og trivna hjá starvfólkunum, verður bygnaðurin í løtuni endurskoðaður. Tú kemur at verða í miðdeplinum at savna og samansjóða eitt starvslið, ið bæði fakliga og landafrøðiliga fevnir sera breitt. Afturat leiðaranum eru í fyrisitingini fýra økisleiðarar, sum meta um tørv, seta fyriskipanir í verk og leiða stuðulstoymi og stuðulsstovur. Hjá børnunum eru samskiparar og stuðlar at røkja eina røð av røktar- og sernáms- frøðiligum tilboðum kring alt landið, alt samdøgrið hvønn dag í árinum. Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Petru Johnsdóttir Joensen, stjóra á Almannastovuni telefon 353510 Skrivlig umsókn saman við prógvi o.ø. skal vera Almannastovuni í hendi í seinasta lagi hósdagin 18.09.08, kl. 12.00. Umsóknin skal sendast til: Almannastovuna, Smyrilsvegur 20 Postsmoga 3096, 110 Tórshavn. Viðmerkjast: Leiðari. almannastovan@almannastovan.fo www.almannastovan.fo Skeið um patent, patentrætt og patentstrategi v.m. Fríggjadagin 12. september skipar SamVit fyri skeiði um patent, brúks- modell, vørumerki, snið, patentrætt og patentstrategi. Ert tú íverksetari, uppfinnari, sakførari í vinnuligum spurningum, virkisráðgevi, arbeiðir við vørumenning ella marknaðarføring, so er hetta eitt skeið, sum tú kanst fáa gagn av. Skeiðið verður á Hotel Tórshavn frá kl. 9.00 – kl. 16.00. Tilmelding fer fram á telefon 30 69 00 ella á telduposti sd@samvit.fo. Boðast skal frá luttøku innan mikudagin 10. september 2008. Kostnaðurin fyri luttøku er kr. 1.000,00 fyri hvønn, íroknað MVG, tá er íroknað morgunkaffi, matur á middegi og seinnapartskaffi. Lesið meira á www.samvit.fo Tryggja tíni hugskot www.sansir.fo