fríggjadagur 5. september 2008síða 35
‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 170 - 5. september 2008
35
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
- Nú í august mánaði hava vit havt fleiri mikudagsdystir í
landskappingini. Og tað er kanska eitt sindur ósmart
Álvur Hansen, fysioterapeutur
Teir seinastu
komu
hósdagin
Atli Danielsen og Jón
Rói
Jacobsen
vóru
báðir við á liðnum hjá
Frem, sum mikudagin
stríddi
seg
til
2-2
javnleik í Kolding.
Teir vóru tí ikki við á
longu ferðini hjá lið-
num mikudagin, men
tað merkti tó ikki, at
teir høvdu nakra lætta
ferð til Beograd.
Saman við liðfeløg-
unum vóru teir í danska
høvuðsstaðnum um 1-tíð-
ina hósnáttina, og longu
klokkan 5 á morgni gekk
leiðin til Beograd við
beinleiðis
flogfari
úr
Keypmannahavn.
So talan var um tveir
rættiliga møddar spæl-
arar, sum løgdust aftur-
at hópinum hósdagin
seinnapart.
-mørk
Misti
næstan
fimm pund
Bæði undan og eftir
fyrstu venjingina hjá
landsliðnum mikudagin
vórðu spælararnir vig-
aðir, soleiðis at síggjast
kundi, hvussu nógva
vætu teir mistu.
Og at hetta ger mun í
nógva hitanum mundi
standa øllum greitt, tá
farið varð á vektina
seinnu ferðina. Eitt nú
hevði føroyski eyka-
málverjin, René Tór-
garð, mist nakað oman
fyri tvey kilo av vætu,
og tá fleiri aðrir eisini
høvdu líknandi sveiggj
á vektini stendur tað
spælarunum
púrasta
greitt, hvussu
-mørk
Undir givnu
umstøðunum er
talan kanska um
truplastu uppgávuna
nakrantíð, nú
Jógvan Martin Olsen
fyrireikar føroyska
landsliðið til fyrsta
dystin í nýggjari HM-
undankapping
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Hóast
hann
eisini
var
venjari, tá føroyska lands-
liðið spældi á útivølli móti
bæði varða- og heimsmeist-
arum í seinastu undankapp-
ingini, so er uppgávan í
Beograd um gjørligt enn
truplari hjá Jógvani Martin
Olsen og hansara monnum.
Fróði Benjaminsen, Súni
Olsen, Christian Lamhauge
Holst og Rógvi Jacobsen
teljast allir millum tryggastu
kortini í føroysku upp-
stillingini, og tí er talan um
serstakliga tunga fráveru,
nú teir ikki eru tøkir. Og tað
ger tað so heldur ikki betri,
at Einar Hansen og Arnbjørn
T. Hansen eisini eru á
skaðalistanum.
Tí er tað ikki løgið, at
landsliðsvenjarin til tíðir
tykist eitt sindur ivingar-
samur um, hvussu hann
skal blanda sær kortini, tá
hann í annað kvøld klokkan
20 lokala tíð sendir sínar
mans á vøllin í stóru grýtuni
á Stadion Crvena Zvezda.
Gitingarnar
Gitingarnar kring liðupp-
stillingina hava eisini verið
nógvar hesar dagarnar, og
higar til hava venjingarnar
ikki givið eina heilt greiða
fatan av, hvussu uppstill-
ingin hjá liðnum fer at
síggja út.
Givið er tó, at Jákup
Mikkelsen fer at verja
málið.
Men
ein
av
spurningunum er, hvussu
hann fer at manna ketuna
frammanfyri
roynda
málverjan.
Í mun til dytin í Portugal
er Jón Rói Jacobsen aftur
tøkur, og eingin ivi er um,
at hann verður í miðverjuni.
Har spældi Egil á Bø ein
sera góðan dyst í Portugal,
og tí er ikki óhugsandi, at
hann fær afturvæl. Eisini tí
styrki í loftrúminum er ein
mangulvøra,
nú
Fróði
Benjaminsen ikki er tøkur.
Á bakkunum stóð Jón Tór
Næs
seg
sera
væl
í
verjupartinum, og tí kann
loysnin verða, at Jóhan
Troest
Davidsen
verður
fluttur á vinstra bakk fyri
Leif Niclasen.
Á miðvøllinum røktu Atli
Danielsen,
Mikkjal
Thomassen
og
Bárður
Olsen verjuskyldurnar sera
væl í Portugal, og tí kann
væl hugsast, at talan verður
um afturval. Hinvegin kann
eisini hugsast, at venjarin
velur at skifta ein teirra um
við eitt nú Boga Løkin, um
fleiri renningar skulu fáast
frameftir á vøllinum. Og tá
fellur valið helst á Bárð
Olsen. Atli Danielsen hevur
í fleiri ár verið fastur fúsur
á liðnum, og hóast Mikkjal
Thomassen ikki hevur so
nógvar dystir á baki, so eru
dygdir hansara av mest sum
altavgerandi týdningi fyri
eitt gott føroyskt úrslit.
Í høgra borði kundi tað
verið líkt til, at Jákup á
Borg vinnur sær plássið
aftur frá Símuni Samuelsen,
meðan tað helst verður
Christian Høgni Jacobsen,
sum tekur plássið í vinstru,
og so er tað spurningurin
um álopið.
Her stendur valið millum
Andrew av Fløtum og
Andreas Lava Olsen, tó at
Christian Høgni eisini kann
flytast
niðan.
Sum
bóltmóttakari hevur Andrew
stórar
dygdir,
og
tá
royndirnar eisini eru fleiri,
enn tær eru hjá Andras Lava
Olsen, er ikki óhugsandi, at
Andrew fær fyrstavalið her.
Meira enn bara trupult
Dygdirnar
hjá Mikkjali
Thomassen
eru avgerandi
fortreytir fyri
einum líkinda
føroyskum úrsliti
Mynd: Alexandar
Djorovic