fríggjadagur 5. september 2008síða 36
‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
[ Nr. 170 - 5. september 2008 ]
Niclas í barónaseingini
Onkursvegna høvdu starvsfólkini á Hotel Hyat, har fótbóltslandsliðið býr,
ikki fingið greiðu á, hvussu nógv kømur kravdust til føroyska ferðalagið.
Tá landsliðið kekkaði inn seint mikukvøldið, vóru nevnliga eingi kømur til
teir báðar ferðaleiðararnar, Karl Vidtfeldt og Niclas Davidsen. Tað
eydnaðist at rigga eitt av vanligu kømurunum til, soleiðis at Karl Vidtfeldt
fekk sovið har, men einki vanligt kamar var tókt til Niclas Davidsen. Song
skuldi hann kortini fáa, og endin av hesum varð, at Niclas fekk eina
rimmar suitu til sín sjálvs. So hesar dagarnar í Beograd kann av røttum
sigast, at Niclas man hava tað sum Jeppe á sinni, tá hesin var í
barónaseingini. So er spurningurin, hvussu leingi Niclas verður har...
B36 tveitt úr 2 deild
- Av tí, at 2. deildarliðið hjá B36 ikki hevur møtt til fleiri
dystir í landskappingini 2008, hevur Kappingarnevndin á
fundi tikið avgerð um at koyra B36 úr kappingini hjá 2.
deild hjá monnum. Soleiðis skrivar heimasíðan hjá
Fótbóltssambandinum. Árstalsfelagið er ikki møtt til
tríggjar av teimum seks útidystinum, sum teir eftir
skránni skuldi havt spælt. Hetta fær nú avleiðingar, og
B36 sleppur ikki longur at luttaka í kappingini. Allir
dystir og mál sum eru leiktir móti B36 verða tískil
strikaðir.
Í Portugal varð
Jákup á Borg settur
á beinkin. Ein støða,
sum hann ikki ynskir
eina endurtøku av, nú
nýggj undankapping
stendur fyri framman
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Beograd, Serbia: Ein av
royndastu spælarunum í
føroyska
hópinum
er
Jákup á Borg. Í mars mán-
aði í 2001 varð hann settur
at røkja plássi sum høgri
vongverji í 3-5-2 skipanini
hjá Allani Simonsen, og
síðani tá hevur høgri kant-
ur á føroyska liðnum mest
sum verið ogn hjá Jákupi.
Í Portugal vórðu Símun
Samuelsen og Christian
Høgni Jacobsen tó at
síggja á hesum plássum,
meðan Jákup sjálvur sat á
beinkinum.
Ein
støða,
sum spælarin beit í seg,
men sum hann ikki ynskir
nakra endurtøku av.
- Sjálvandi er tað ongan
tíð stuttligt at vera á beink-
inum, men júst tá vóru
kanska
aðrir
spælarar,
sum vóru framman fyri
meg, so eitt ella annað
stað klári at góðtaka tað
fyri tann dystin. Men sjálv-
andi eri eg ikki nøgdur um
ta støðuna, so eg má bara
arbeiða hart og prógva, at
eg eigi pláss millum teir
fyrstu ellivu, sigur Jákup
á Borg.
Og Serbia á útivølli er
væl ikki ein dystur, sum
mann hevur serliga góðan
hug at vera fyriuttan?
- Sjálvandi ikki. Hetta
er ein veldug uppliving,
og tá tú ferðast somikið
langt við hópinum, so
ynskir tú sjálvandi at vera
ein partur av liðnum, sum
fer á vøllin. Og so mugu
vit vita, um vit ikki klára
at gera tað óvæntaða, sum
vit so leingi hava bíðað
eftir, sigur Jákup.
Hitin verður øgiligur
Føroyska liðið ferðaðist í
15 tímar mikudagin, men
hósdagin helt Jákup ikki,
at hetta bilaði tað heilt
stóra.
- Sjálvandi merkist tað,
men ikki so heilt nógv. Nu
høvdu vit eina lætta venj-
ing í morgun, og so rokni
eg við, at menn eru betur
fyri. Hinvegin er hitin heilt
óhugnaligur. Vit royna at
fáa nóg mikið av vætu
allatíðina, so vit klára tað
helst. Men hóast dysturin
verður spældur um kvøld-
ið, fara hitastigini helst at
liggja nær teimum 30, so
tað verður strævið at koma
ígjøgnum allar 90 minutir-
nar, sigur Jákup á Borg.
Vil vinna
plássið aftur
Jákup á Borg hevur støðugt verið ein av týdningarmestu spælar
unum hjá Jógvani Martin Olsen. Seinast varð hann tó settur á
beinkin, men tí støðuna vil Jákup gera alt fyri at broyta
Mynd: Alexandar Djorovic
Landsliðsspælarar fáa
ov lítla hvíld, og hetta
kann vera ein orsøk
til mongu skaðarnar,
sum støðugt raka
hópin. Ein loysn
kundi verið, um størri
fyrilit varð tikið fyri
hesum, tá kappingin
verður løgd, heldur
Álvur Hansen
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Ein av teimum, sum hevði
sínar viðmerkingar, tá før-
oyska kappingin fyri skjótt
fýra árum síðani varð longd
til at fevna um 27 umfør,
var Petur Simonsen, sum í
nógv ár hevur virkað sum
venjari.
Hóast hann eisini dugdi
at síggja fyrimunir, so hevði
hann síni fyrivarni, og eitt
av hesum var, at tað kom at
krevja heilt øðrvísi venjing-
ar. Fyrst og fremst tí hann
metti strævnu skránna við
fleiri miðvikudystum krevja
meira hvíld og í aðrar mátar
ein øðrvísi dosering av
venjingunum.
Eru slitnir
Skaðarnir, sum seinastu trý
árini mest sum uttan íhald
hava regnað yvir føroyska
fótbóltslandsliðið,
kundu
eisini bent á, at ov stórar
byrðar verða lagdar á bestu
spælararnar, og Álvur Han-
sen, sum er fysioterapeutur
hjá landsliðnum, og sum
eisini hevur staðið A-roynd-
ina sum venjari, er ikki heilt
ósamdur.
- Nógvir av skaðunum
eru yvirbelastningsskaðar.
Serliga seinastu tíðina hava
spælararnir havt øgiliga
nógvar dystir. Tekur tú hóp-
in, sum var í Portugal og nú
aftur her í Serbia, so verður
hetta sjeyndi dysturin hjá
spælarunum í tríggjar vikur.
So tað er nógv, sum bendir
á, at teir fáa ov lítla hvíld,
sigur Álvur Hansen.
- Spælararnir á landslið-
num eru gjarna frá teimum
feløgum, sum hava spælt í
europiskum høpi, og tí hava
teir lítlan og ongan summar-
steðg havt. Samstundis eru
hetta spælarar, sum spæla
90 minuttir so at siga hvørja
ferð, og í feløgunum er
sjáldan ráð at seta ein lands-
liðsspælara á beinkin at
hvíla seg, tá týdningarmiklir
dystir eru.
FSF má taka fyrilit
Tað er kanska trupult at
geva beinleiðis góð ráð til
heimligu venjararnar um
meira hvíld til landsliðs-
spælarar, tí sjálvandi hugsa
hesir fyrst og fremst um sítt
lið.
Álvur Hansen heldur tó,
at upplýsing og samskifti er
ein háttur at skapa betri
karmar fyri fremstu spælar-
arnar, men hann heldur eis-
ini, at hetta er ein trupulleiki,
sum FSF kann leggja upp
fyri, tá landskappingin verð-
ur løgd.
- Nú í august mánaði
hava vit havt fleiri miku-
dagsdystir í landskapping-
ini. Og tað er kanska eitt
sindur ósmart, tá landsliðið
eisini hevur eina strævna
skrá um sama mundi. Har
haldi eg avgjørt, at størri
fyrilit kundi verið sýnt,
soleiðis
at
mikudags-
umførini heldur lógu onkra
aðrastaðni í kappingarárin-
um, sigur Álvur Hansen.
Ov nógvir dystir á rað
Tað er eingin orsøk, at somikið nógvir mikudagsdystir eru í august mánaði, tá vit vita, at
landsliðið eisini hevur eina strævna skrá, heldur Álvur Hansen
Mynd: Alexandar Djorevic