Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-05, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. september 2008síða 37

‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

37 [ Nr. 170 - 5. september 2008 ] HM-undan- kappingin í kvøld Kring alt Europa verða hópir av dystum spældir í kvøld. Nýggj undankapping byrjar, og tí er spenningurin í ymsu londunum ovurstórur. Niðanfyri sæst, hvørjir dystirnir eru, sum verða spældir, nú fyrsta umfarið av HM- undankappingini Bólkur 1 Albania-Svøríki Ungarn-Danmark Malta-Portugal Bólkur 2 Moldova-Letland Ísraeal-Sveis Luksemburg- Grikkaland Bólkur 3 Pólland Slovenia Slovakia-Norðurírland Bólkur 4 Wales-Aserbadjan Liktenstein-Týskland Bólkur 5 Armenia-Turkaland Belgia-Estland Spania-Bosnia- Herzegovina Bólkur 6 Ukraina-Hvítarussland Andorra-Ongland Kroatia-Kasakhstan Bólkur 7 Serbia-Føroyar Rumenia-Litava Eysturríki Frakland Bólkur 8 Georgia-Írland Montenegro-Bulgaria Cypros-Italia Bólkur 9 Makedonia-Skotland Noreg-Ísland Radomir Antic er eitt av stóru venjaranøvnunum í Europa. Men fram til næst seinastu viku hevði hann ongan tíð roynt seg sum landsliðsvenjara. Og móti Føroyum skal hann prógva, at hann er rætti maðurin Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Hann hevur kanska ikki heilt so nógv felagsnøvn á visit-kortinum, men Rado- mir Antic hevu gjøgnum árini skapt sær eitt tað størsta venjaranavnið í Spania – og har við eisini í Europa. At hann sum bert ein av tveimum venjarum yvir høvur hevur vant bæði Barcolona og Real Madrid staðfestir eisini, hvussu stór virðingin er um navn hansara. Sum spælari var tað fyrst og fremst í heimlandinum, at hann gjørdi um seg. Barndómsfelagið var Sloboda Uzice, men tað var í Partizan Belgrade, at hann spældi flestu árini. Seinni førdi yrkisleiðin hann til turkiska Fenerbache, span- ska Rela Zaragoza og enska Luton Town, har tey neyvan nakran tíð gloyma navn hansara. Luton stóð til at flyta niður á seinasta leikdegi í 1983. Seinasti dysturin var ímóti Manchester City, sum eisini stríddist fyri lívinum, og leingi bendi alt á, at Luton skuldi tapa hetta stríðið. Bara fýra minuttir fyri dystar- og kappingarlok skoraði Antic tó lívbjargandi málið, sum ístaðin sendi City tungu leiðina niður í næst bestu røðina. Ræddist ikki Jesus Sum venjari byrjaði Radomir Antic yrki sítt í Real Zaragoza, har hann skapti góð úrslit í trý ár. Somikið góð, at kongaliga Real Madrid á sumri 1991 setti hann í ein tann heitasta venjarasessin í heiminum. Men Antic tóktist ikki nervaður av trýstinum. Við Hierro, Butragueno, Hagi og Prosenecki í stjørnusetta hópinum gekk sum eftir ánni, men í januar mánaði í 1992 misti hann kortini starvið. Real Madrid setti hollendska Leo Beenhakker sum ítróttarstjóra, og bara fáar vikur seinni fekk Antic sekkin. Real Madrid var um hetta mundi sjey stig framman fyri Barcelona, men alt endaði við, at Cruyff, Laudrup, Koeman og hinir á Dream-Team fóru við meistaraheitinum á seinasta leikdegi. Eftir hetta fylgdu trý ár í Oviedo, sum hann stýrdi úr vandaleið og til eina støðu miðskeiðis á stigatalvuni, men tað var tó í Atletico Madrid, at Antic av álvara sló sítt navn fast. Kanska eisini hóskandi, tá hann ikki fekk ta viðurkenning, hann helt seg hava uppiborið í Real Madrid. Meðan einaráðandi Jesus Gil ráddi í Real Madrid, vórðu hópin av venjarum sekkjaðir. Liðið hevði als ikki staðið seg nøktandi, og á sumri í ’95 mundu tey flestu halda, at Antic bara var enn eitt navn í røðini. Hann vildi tað tó øðrvísi. Framman fyri bæði Real Madrid og Barcelona vann Atletico nevnliga sponsku greipuna í 1995/96. Tey bæði næstu árini vóru hampuliga góð, men somu tindar vórðu ikki raktir, og so endaði alt við, at Jesus Gil setti nýggjan mann í venjarastólin. Tað var tó greitt, at góðu árini góvu honum eina sterka støðu í felagnum. Í mun til so nógvar aðrar venjarar, so dansaði hann ikki eftir pípuni hjá Jesus Gil, og tvær ferðir varð hann eisini boðsendir aftur, tá forsetin hevði sekkjað aðrar venjarar.Men tað er eingin ivi um, at miseydnaða bjargingin í 2000, tá Atletico flutti niður, sveið meint. Skal bjarga tjóðini Spania varð tó verandi landið, har Antic gjørdi um seg. Á sumri í 2000 var hann aftur at síggja i Real Oviedo, og trý ár seinni var hann í Barcelona. Eitt stig, ið var mest sum óhoyrt, tá talan eisini var um fyrrverandi Real Madrid venjara. Árið í Barcelona gekk hampuliga væl. Alt gekk annars heilt galið undir hollendska Louis van Gaal, men við einum 6. plássi liguni og fjórðingsfinalu- plássi í Champions Leage, hevði Antic fingið hampu- liga gott skil á. Men tað forðaði ikki leiðsluni í at seta Frank Rijkaard í sessin, tá kappingarárið var av. Eftir hetta tóktist tað, sum var Antic ávegis úr fótbóltsheiminum. Hann var í Celta de Vigo eitt skifti, men eftir bert níggju umførum legði hann frá sær. Miseydnaða OL-kapp- ingin gav honum tó møguleikan at gerast serbsiskur landsliðsvenjari. Forsetin í serbiska fót- bóltssambandinum Tomis- lav Karadzic var í øðini um tað, sum hann sá á leikunum, og Miroslav Dukic fekk alt fyri eitt sekkin. Og vónirnar til Antic eru øgiligar. Avrik hansara í Spania hava gjøgnum árini givið honum mest sum hetju-støðu í Serbia, og millum serbiska fólkið verð- ur hann roknaður sum kanska týdningarmesti mað- urin í hópinum yvirhøvur. Um hann so megnar at liva upp til bjørtu vónirnar, kann bert framtíðin vísa. Fyrsta royndin í so máta verður í morgin í heimavølli móti lítlu Føroyum. Antic vantar bert landsliðið Radomir Antic hevur vunnið sær hetjulíknandi støðu við sínum úrslitum í sponskum fótbólti. Nú er tað Serbia, at hann skal royna seg. Her sæst hann saman við Krasic og Milas undir serbisku venjingarleguni Mynd: Alexandar Djorovic Silvur til Sigrid Saman við Per Holm Andersen, Rakul Dam, Tórfinn Hansen og Jógvan Magnus Andreasen tók Sigrid Vang lut í European Masters Game í bogaskjóting, sum um viku- skiftið varð skotin í Malmø. Besta úrslitið fekk Sigrid Vang, tá hon skeyt seg til silvur. Sigrid skeyt framúr væl í kappingini, men ein 6’ari milum seinastu tríggjar pílarnar í finaluni móti finskari kvinnu gjørdist rættiliga dýrur, og so hevði finski skjúttin ikki trupulleikar við at skjóta ein 107-104 sigur heim. Eisini setti Sigrid tvey nýggj føroysk met í Compound fyri kvinnur. Øll lið krevja virðing - Tað finnast eingir lættir dystir í altjóða fótbólti. Eg veit væl, at vit eiga at vinna móti Føroyum, og tað skulu vit eisini gera. Men tað krevur, at vit sýna stóra virðing og ikki taka lætt upp á uppgávuna. Soleiðis sigur serbiski landsliðsvenjarin, Radomir Antic, við serb- isku miðlarnar, nú hann og landsliðið fyrireika seg til landsdystin móti Føroyum. Talan er um fyrsta dystin hjá Antic sum landsliðs- venjara, og hann ætlar sjálvandi ikki at dumpa móti eini somikið lítlari fótbóltstjóð. Meðan føroysku spælararnir fyrireika seg í sjálvum Beograd, er venjingarlegan hjá serbiska liðnum nakað norðan fyri høvuðsstaðin.