fríggjadagur 5. september 2008síða 39
‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 170 - 5. september 2008
39
lýsingar
Meginskrivstovan · Postsmoga 3037 · 110 Tórshavn · Tel 36 00 00 · Faks 36 00 01 · meginskrivstovan@naerverk.fo
www.naerverk.fo
Starvslýsing
Stuðulstænastan
Stuðulsfólk til Stuðulstoymið í Norðoyggjum
Vegna barnsburðarfarloyvi verður søkt
eftir stuðulsfólki til Stuðulstoymið í
Norðoyggjum 26 tímar um vikuna frá 1.
oktobur 2008 fyribils til 1. apríl 2009 við
møguligari leingjan.
Stuðulstænastan hevur til endamáls at
veita sosialpedagogiska hjálp, fylgi,
eftiransan og umsorgan til brúkarar um
alt landið.
Málbólkurin hjá toyminum er heima-
búgvandi fólk omanfyri 18 ár, ið hava ein
skerdan sálarligan og likamligan
virkisførleika.
Arbeiðið hjá toyminum fevnir um:
• At stimbra og menna praktiskar og
sosialar førleikar hjá brúkaranum.
• At bøta um møguleikan hjá brúkaranum
at fáa eitt trygdarnet.
• At stimbra ígongdsetan av virksemi, ið
brúkarin ynskir ella hevur tørv á.
• At geva ráð og vegleiðing í vanligum
dagligum virki, so sum matgerð,
reingerð, klædnavask, handilsørindum,
peningaviðurskiftum og øðrum, við atliti
til, hvat tann einstaki brúkarin megnar.
• At vegleiða og samskipa samstarv við t.d.
Almannastovuna, Økispsykiatriina,
Psykiatriska Depilin og aðrar myndug-
leikar.
• At skipa so fyri, at brúkarin fær møgu-
leika at leggja gerandislív sítt soleiðis til
rættis, at tað verður í samsvar við egnan
tørv og normar.
Førleikakrøv
Vit vænta, at tú:
• Kann arbeiða sjálvstøðugt og einsa-
mallur í heimi brúkarans og samstundis
kann átaka tær at arbeiða í einum øki,
har tað ræður um intuitión.
• Vísir áhuga og virðing fyri brúkaranum
og samstundis arbeiðir professionelt.
• Ert stuðlandi og hjálpir brúkaranum
uttan at taka ábyrgdina fyri lívinum frá
honum.
• Hevur eina positiva menniskjafatan.
• Hevur hug og hegni til at arbeiða í einum
tvørfakligum umhvørvi.
• Er opin, virkisfýsin og menningar-
sinnaður.
• Kann handfara og trívast við einum
arbeiðsdegi, ið einki kann sigast um
frammanundan.
• Er sterkur bæði til likams og sálar.
• Hevur eina viðkomandi útbúgving og
royndir innan økið.
Umsøkjarar, ið hava útbúging sum
pedagogar, heilsuhjálparar, ergo- og
fysioterapeutar og starvsfólk við líknandi
útbúgving hava fyrimun til starvið. Hvat
viðvíkur øðrum útbúgvingum, sum
primært ikki eru ætlaðar til arbeiði innan
almanna- og heilsuøkið, verður víst til
hjálparfólkasáttmálan hjá
pedagogfelagum.
Stuðulstænastan bjóðar
• Eitt spennandi arbeiðspláss við
møguleikum fyri persónligari og fakligari
menning
• Ein virknan tvørfakligan starvsfólkahóp
• Samávirkan á gerandis uppgávur
• Kunning í arbeiðinum og supervision
Setanartreytir
Talan er um eitt avloysarastarv vegna
barnsburð. Roknast má við, at arbeiðs-
tíðirnar av og á eru skiftandi, dag-, kvøld-
og vikuskiftisarbeiði. Løn sambært
sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og
Fíggjarmálaráðið. Setanarøkið umfatar
Nærverkið og deildir undir tí.
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú
vælkomin at venda tær til Heidi Tvørfoss,
samskipara á tlf. 554032.
Umsókn
Send eina umsókn við prógvi, upplýsing
um útbúgving og møguligum viðmælum
til:
Nærverkið
Stuðulstænastan
Postsmoga 3037
110 Tórshavn
Stílað.: Regin Johansen, deildarleiðari
Umsóknarfreist: 19. september 2008.
Les meira á www.naerverk.fo/leys størv
Nærverkið kemur út til borgaran at veita tænastur, ið fevna um eitt nú stuðul, tilboð til borgarar við serligum tørvi og tænastur til
barnafamiljur og eldri. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almanna- og heilsumálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið
hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænastan og Barnatænastan. Nærverkið
leggur áherðslu á nærleika, umsorgan og professionalismu í øllum lutum. Umleið 1400 fólk starvast í Nærverkinum.
Meginskrivstovan · Postsmoga 3037 · 110 Tórshavn · Tel 36 00 00 · Faks 36 00 01 · meginskrivstovan@naerverk.fo
www.naerverk.fo
Starvslýsing
Stuðulstænastan
Stuðulsfólk til unga gentu við
menningartarni í Klaksvík
Stuðulstænastan søkir eftir tveimum
tímaløntum stuðlum at arbeiða 12,5 tímar
um vikuna hvør hjá ungari gentu í
Klaksvík.
Arbeiðsuppgávur
At vera um kvinnuna og stuðla henni í
skúlanum og heima við hús, tá hon ikki
kann vera í skúla.
Førleikakrøv
Umsøkjarar, ið hava eina heilsufrøðiliga
útbúgving hava fyrimun til starvið. Hvat
viðvíkur øðrum útbúgvingum, sum
primært ikki eru ætlaðar til arbeiði innan
almanna- og heilsuøkið, verður víst til
hjálparfólkasáttmálan hjá Føroya
Pedagogfelag.
Setanartreytir
Løn sambært sáttmála millum avvarðandi
yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið. Setanar-
økið umfatar Nærverkið og deildir undir tí.
Starvið verður at seta skjótast møguligt.
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú
vælkomin at venda tær til Heidi Tvørfoss,
samskipara á tlf. 554032 ella Anniku
Hansen, samskipara á tlf. 554037
Umsókn
Send eina umsókn við prógvi, upplýsing
um útbúgving og møguligum viðmælum
til:
Nærverkið
Stuðulstænastan
Postsmoga 3037
110 Tórshavn
Stílað.: Regin Johansen, deildarleiðari
Umsóknarfreist: 22 september 2008.
Les meira á www.naerverk.fo/leys størv
Nærverkið kemur út til borgaran at veita tænastur, ið fevna um eitt nú stuðul, tilboð til borgarar við serligum tørvi og tænastur til
barnafamiljur og eldri. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almanna- og heilsumálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið
hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænastan og Barnatænastan. Nærverkið
leggur áherðslu á nærleika, umsorgan og professionalismu í øllum lutum. Umleið 1400 fólk starvast í Nærverkinum.
Meginskrivstovan · Postsmoga 3037 · 110 Tórshavn · Tel 36 00 00 · Faks 36 00 01 · meginskrivstovan@naerverk.fo
www.naerverk.fo
Starvslýsing
Heimatænastan
Sjúkrarøktarfrøðingur í Heimatænastuni
Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingi at
arbeiða í skiftandi vaktum í starvsbrøki
0,6 at byrja 1. Oktober 2008.
Arbeiðið umfatar røkt og umsorgan til
heimabúgvandi borgarar og til búfólkini í
Eldrasambýlinum. Arbeitt verður í tøttum
samstarvi við aðrar fakbólkar innan
skipanina
Førleiki
• Prógv og góðkenning sum
sjúkrarøktarfrøðingur
• Fakligan áhuga innan primera økið
• Góð samstarvsevni og dugir væl at
samskifta
• Ynskiligt er at umsøkjarin hevur
teldukunnleika á brúkarastøði
Vit bjóða
• Fakliga og persónliga menning
• Gott tvørfakligt samstarv
• Eitt sjálvstøðugt og fjølbroytt arbeiði
• Eitt jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi
Setanarviðurskifti
Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært
sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og
Felagið Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar.
Setanarøkið er Nærverkið og tænastu-
staðurin er í løtuni Heimatænastan við
útgangsstøði frá Vestmanna.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda
sær til økisleiðaran tlf. á 333249/282249.
Umsókn saman við prógvi verður at
senda til :
Heimatænastan Vágar/Norðstreymoy
Stílað: Sonja Klein, økisleiðari
Hornaveg 12
370 Miðvágur
Umsóknarfreist: 19. september 2008.
Les meira á www.naerverk.fo/leys størv
Nærverkið kemur út til borgaran at veita tænastur, ið fevna um eitt nú stuðul, tilboð til borgarar við serligum tørvi og tænastur til
barnafamiljur og eldri. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almanna- og heilsumálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið
hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænastan og Barnatænastan. Nærverkið
leggur áherðslu á nærleika, umsorgan og professionalismu í øllum lutum. Umleið 1400 fólk starvast í Nærverkinum.
Málningur til sølu
Oljumálningur eftir William Smith til sølu.
Stødd: uml. 95 x 70 cm.
Boð undir kr. 10.000,- hava ongan áhuga.
Tlf. 211996 ella kho@post.olivant.fo