fríggjadagur 5. september 2008síða 40
‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
40
Nr. 170 - 5. september 2008
lýsingar
Farloyvisstarv sum
tingskrivari/skrivstovufólk
í Løgtinginum
Eitt farloyvisstarv sum tingskrivari/skrivstovufólk í
Løgtinginum er leyst at søkja til setan frá umleið
november/desember og eitt ár fram. Av tí at talan er
um barnsburðarfarloyvi í sambandi við ættleiðing, er
ikki gjørligt neyvt at siga, nær farloyvið byrjar,
umframt at tað kann vera ein fyrimunur, at tann, sum
settur verður, kann starvast eitt styttri tíðarskeið
saman við starvsfólkinum, sum fer í farloyvi.
Uppgávurnar eru í høvuðsheitum hesar:
At røkja starvið sum triði tingskrivari, annað vanligt
skrivstovuarbeiði og ávísar serligar uppgávur.
Tingskrivarastarvið verður dagliga røkt av trimum
tingskrivarum við einum fjórða tingskrivara sum
avloysara. Høvuðsábyrgdin av tingskrivarauppgávun-
um er býtt millum 1. og 2. tingskrivara, men við tíðini
og neyðugu royndunum skal høvuðsábyrgdin fyri
ávísum uppgávum eisini leggjast á triðja tingskrivaran.
Tingskrivarastarvið fevnir í høvuðsheitum um at
manna skrivarapallin í tingsalinum og diskin í komu-
høllini, at skriva gerðabók og skrá fyri tingfundir og
annars at tryggja, at allar telduskipanir í tinginum
virka sum tær skulu, og at neyðugu skrásetingarnar
verða gjørdar.
Av vanligum skrivstovuuppgávum skal tann, sum
settur verður, hava ábyrgdina av telefon¬avgreiðslu,
móttøku, posti, nevndarinnkallingum og nevndar-
skjølum, ferðum, umframt annað vanligt skrivstovu-
arbeiði.
Harumframt skal viðkomandi virka sum avloysari í
sambandi við ávísar uppgávur. Neyðugt er tó, at allar
skrivstovuuppgávur so vítt gjørligt kunnu røkjast av
øllum, tá ið á stendur. Eisini kunnu broytingar í
starvinum koma fyri.
Av serligum uppgávum hava vitjanir í tinginum stóran
týdning. Hendan uppgávan verður eisini røkt av
øðrum starvsfólki. Uppgávan fevnir um at taka ímóti
fólki, ið biðja um at sleppa at síggja og fáa frágreiðing
um tingið og tingarbeiðið.
Løgtingið:
Upplýsing um Løgtingið og løgtingsarbeiðið er at
finna á heimasíðu okkara www.logting.fo.
Førleikakrøv:
Tann, ið settur verður, skal helst hava skrivstovu-
útbúgving ella samsvarandi útbúgving ella royndir á
økinum. Ein treyt fyri at verða settur er, at viðkomandi
er kønur í føroyskum, hevur royndir at arbeiða við
teldu og hevur áhuga í politiskum arbeiði. Umsøkjarar,
sum hava kunnleika til onnur mál, serliga enskt, hava
fyrimun. Tað er eisini av týdningi, at tann, sum settur
verður, hevur lætt við at samskifta og er opin, m.a. í
sambandi við uppgávuna at taka sær av vitjanum.
Setanartreytir:
Starvið verður lønt eftir sáttmálanum millum Fíggjar-
málráðið og Starvsmannafelagið.
Tað er ein treyt, at tann, ið settur verður, kann átaka
sær at arbeiða út á kvøldið, tá tingfundir eru, og tá tað
annars er neyðugt.
Umsókn:
Umsóknir saman við prógvum og møguligum um-
mælum skulu vera Løgtinginum, Tinghúsvegur 1-3,
Boks 208, 110 Tórshavn, í hendi í seinasta lagi 22.
september 2008, kl. 16.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær
til Kristinu Samuelsen, starvsfólkaleiðara, á tel. 36 39
13 ella kristinas@logting.fo, ella til Súsonnu Danielsen,
stjóra, á tel. 363905 ella susannad@logting.fo.
LØGTINGIÐ
Lið
Dagur
Venjingartíð
Stað
Venjari
Børn undir skúlaaldur
Foreldur og barn
Týsdag
17:30-18:30
Rituvíkar skúli
Anni og Jóhanna
Gentur 4 ár
Mikudag
18:00-19:30
Rituvíkar skúli
Sigbjørg og Jonna
Gentur 5 ár
Mikudag
17:30-18:30
Søldarfjarðar skúli
Jastrid og Dagbjørt
Gentur 6 ár
Mikudag
16:30-17:30
Søldarfjarðar skúli
Marjun og Katrin A.
Dreingir 4-5 ár
Mánadag
16:30-17:30
Rituvíkar skúli
Lis og Erla
Dreingir 6 ár
Hósdag
16:30-17:30
Rituvíkar skúli
Jóhannus og Atle
Børn í skúlaaldri
1. flokkur dreingir
Fríggjadag 16:30-18:00
Glyvra Skúli
Joan
2. flokkur dreingir
Týsdag
17.00-18:00
Glyvra Skúli
Rannvá og Turið
3.-4. flokkur dreingir
Mikudag
16:30-18:00
Glyvra Skúli
Sofus, Hallbjørg og Eivi
5.-6.-7. flokkur dreingir
Fríggjadag 20:30-22:00
Støkkhøllin
Jan Martin og Jónleif
1. flokkur gentur
Mikudag
16:30-17:30
Rituvíkar skúli
Magnhild og Karin Elisa
2. flokkur gentur
Mándag
18:00-19:30
Glyvra Skúli
Sólbjørg og Amy
3. flokkur gentur
Hósdag
18:00-19:30
Glyvra Skúli
Lív og Vár
4. flokkur gentur
Mikudag
18:00-19:30
Glyvra Skúli
Ninni og Poulina
5. flokkur gentur
Fríggjadag 18:00-19:30
Glyvra Skúli
Kirstin og Rutt
6. flokkur gentur
Týsdag
18:00-19:30
Glyvra Skúli
Anna og Masa
7. flokkur gentur
Mándag
20:00-21:30
Søldarfjarðar Skúli
Gunnvá og Katrin T.
8. flokkur gentur
Týsdag
21:00-22:30
Glyvra Skúli
Sanna og Sigrun
9.-10. flokkur gentur
Hósdag
21:00-22:30
Glyvra Skúli
Katrin F. og Diana
Onnur lið
Kvinnur
Mikudag
19:30-21:00
Glyvra Skúli
Lis
Ungar Kvinnur
Mándag
19:00-20:00
Rituvíkar Skúli
Sigrið
(showdance)
Løtt motión
Týsdag
19:30-21:00
Glyvra Skúli
Jóhanna T og Jóhanna P.
Reiðskap og styrki
Hósdag
20:00-21:30
Støkkhøllin
Sámal Jákup
Kappingarlið í estetiskum fimleiki
Grundvenjing 6 ár + 1. fl.
Fríggjadag 17:00-18:30
Søldarfjørður
Guðrun
Pinkur A
Týsdag
16:00-17:30
Søldarfjørður
Eyð og Helena
Mikudag
18:30-20:00
Søldarfjørður
Fríggjadag 15:00-16:30
Ítróttarhøllin í Runavík
Pinkur B
Týsdag
16:00-17:30
Søldarfjørður
Ragnfríð, Kára og Hansa
Hósdag
17:00-18:30
Søldarfjørður
Fríggjadag 15:00-16:30
Ítróttarhøllin í Runavík
Smágentur
Mánadag
18:00-20:00
Søldarfjørður
Dagbjørt og Hansa
Týsdag
17:30-19:00
Søldarfjørður
Fríggjadag 16:30-18:00
Ítróttarhøllin í Runavík
Gentur
Mánadag
16:30-18:30
Søldarfjørður
Rannvá, Bjørt og Mia
Týsdag
19:00-21:00
Søldarfjørður
Fríggjadag 15:00-16:30
Ítróttarhøllin í Runavík
Kvinnuunglingar
Mánadag
16:30-18:00
Glyvra Skúli
Bodil og Ann Mari
Hósdag
18:30-20:30
Søldarfjørður
Fríggjadag 16:30-18:00
Ítróttarhøllin í Runavík
Kappingarlið í reiðskapi
1.-4. flokkur gentur
Mánadag
15.30-17:30
Støkkhøllin
Silja, Kristina,
Hósdag
16:00-18:00
Støkkhøllin
Fríðhild og Sonja
Gentur
Mánadag
19:30-21:30
Støkkhøllin
Súsanna
Mikudag
17:30-19:30
Støkkhøllin
Leygardag 10:00-12:00
Støkkhøllin
Kvinnuunglingar
Týsdag
16:30-18:30
Støkkhøllin
Anita og Monika
Fríggjadag 16:30-18:30
Støkkhøllin
Leygardag 12:00-14:00
Støkkhøllin
Kvinnur
Mánadag
17:30-19:30
Støkkhøllin
Durita
Hósdag
18:00-20:00
Støkkhøllin
Leygardag 14:00-16:00
Støkkhøllin
Úrvalslið dreingir
Hósdag
19:30-21:00
Glyvra Skúli
Ludvík og Kristian
Dreingir
Týsdag
18:30-20:30
Støkkhøllin
Ludvík og Kristian
Mikudag
19:00-21:00
Støkkhøllin
Fimleikurin byrjar mánadagin 8. september!
Kostnaðurin fyri alt fimleikaárið er:
Foreldur og børn
500 kr.
Gentur og dreingir 4 - 6 ár
500 kr.
Gentur og dreingir 1. - 7. fl.
500 kr.
Gentur og dreingir 8. - 10. fl.
600 kr.
Vaksin
700 kr.
Kappingarlið
800 kr.
Eykalið
200 kr.
s +OSTNA¡URIN FYRI ALT lMLEIKAÉRI¡
skal gjaldast við tilmeldingina
leygardagin!
s 4IL BER AT GJALDA KONTANT ELLA
at flyta peningin á kontu
103.336.5 í Norðoya Sparikassa.
s 6I¡MERK NAVNI¡ É lMLEIKARANUM OG HVAT LI¡ lMLEIKARIN
teknar seg til. Kvittanin skal takast við leygardagin.
Tilmelding verður 6. september 2008 kl. 16 til 18 á deildini hjá Norðoya Sparikassa í Saltangará
Venjingartíðir hjá Støkk 2008-2009
HØVUÐSSTUÐUL
www.stokk.net
Rimmar
Støkkdagur
leygardagin 6. sept.
kl. 13-16 í ítróttarhøllini
í Runavík. Les meira á
www.stokk.net