Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-05, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. september 2008síða 42

‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

42 Nr. 170 - 5. september 2008 lýsingar Endurlýsing fulltrúi /ráðgevi í Løgtinginum Í umsiting Løgtingsins er eitt starv sum fulltrúi ella ráðgevi leyst at søkja. Arbeiðsuppgávurnar hjá fulltrúanum/ ráðgevanum verða hesar: • Nevndarskrivari og løgfrøðiligur ráðgevi í 3 tingnevndum • Eftirkanna lógaruppskot og vera løgfrøðiligur ráðgevi hjá flokkum og tingmonnum í málum, sum nátúrliga hoyra til omanfyrinevndu nevndir • At luttaka í vanligari málsviðgerð í umsiting Løgtingsins. Uppgávur hjá umsiting Løgtingsins eru í stuttum hesar: • at taka sær av øllum umsitingarligum uppgávum Løgtingsins • at vera ráðgevi hjá Løgtingi og løgtingsnevndum í øllum løgfrøðiligum spurningum, herundir at ansa eftir, at øll mál eru løgfrøðiliga og málsliga røtt • at røkja skrivarauppgávur í Løgtinginum og løgtingsnevndum • at taka sær av skrivarauppgávum hjá Løgtingsins sendinevndum í Norðurlandaráðnum og Útnorðurráðnum Í umsiting Løgtingsins arbeiða í løtuni 10 fólk, harav 2 løgfrøðingar. Tann, sum settur verður, skal hava lokið prógv í løgfrøði. Tann, ið settur verður, skal hava áhuga fyri politiskum og samfelagsligum viðurskiftum. Fólk, sum eru um at verða liðug við útbúgvingina, eru vælkomin at søkja. Talan er um eitt fulltíðarstarv, men møguleiki er eisini fyri at gera avtalu um niðursetta tíð. Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og BLF. Tann, sum settur verður, má tola broytingar í arbeiðs- uppgávunum. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Kristinu Samuelsen, starvsfólkaleiðara, á tel. 36 39 13 ella kristinas@logting.fo, ella til Súsonnu Danielsen, stjóra, á tel. 363905 ella susannad@logting.fo. Umsóknir saman við prógvum, frágreiðing um størv frammanundan og møgulig ummæli skulu vera umsiting Løgtingsins, Tinghúsvegur 1-3, Postrúm 208, FO-110 Tórshavn, í hendi í seinasta lagi mánadagin, 22. september 2008, kl. 16.00. LØGTINGIÐ Søkt verður eftir 1 skrivstovufólki til Útlendingastovuna at byrja 1. oktober 2008 ella skjótast til ber. Starvið er fulltíðarstarv. Um starvið : Høvuðsuppgávurnar verða at : • hava ábyrgd av og føra journalina • hava dagligu fíggjarumsitingina á stovninum • hava um hendi alt vanligt skrivstovuarbeiði Førleiki Umsøkjarin skal hava skrivstovuútbúgving ella aðra samsvarandi útbúgving ella royndir. Umsøkjarin skal hava góð samstarvsevni, vera ábyrgd- arfullur og røkin, kunna arbeiða sjálvstøðugt og hava áhuga í at royna nýggjar avbjóðingar. Umsøkjarin skal hava góðan málkunnleika í føroyskum, duga enskt og hava góðan telduførleika. Løn og setanartreytir Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjar- málaráðið og Starvsmannafelagið. Umsókn Umsókn við prógvum, c.v. og møguligum viðmælum skal sendast til: Útlendingastovuna c/o Løgmálaráðið Boks 159 110 Tórshavn Umsóknir skulu vera Útlendingastovuni í hendi í seinasta lagi 15. september 2008 Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Gurið Joensen, stjóra, á tlf. 220235 Ú T L E N D I N G A S T O V A N Skrivstovustarv á Útlendingastovuni Um Útlendingastovuna Útlendingastovan er nýskipaður stovnur undir Løgmálaráðnum. Stovnurin gevur ummæli til danska Udlændingeservice uppá um- sóknir um familjusamanføring, arbeiðs – uppihaldsloyvi frá útlend- ingum, sum ynskja at koma til Føroyar. Stovnurin fer eisini at veita útlendingum í Føroyum kunning um rættindi og skyldur í samband við uppihald teirra í Føroyum. Á stovninum koma í fyrstu syftu at starvast 4 fólk : stjórin, 1 fulltrúi, 1 málsviðgerði og 1 skrivstovufólk. Pedagogi til Barnagarðin á Mýrunum Søkt verður eftir: 1 pedagogi 30t um vikuna, til barnagarðstovu. Førleikakrøv: vit sóknast eftir starvsfólki, ið eru nýhugsandi og ígongdsetandi og eru opin, jalig, duga at veita umsorgan og hava góð samstarvsevnir. Vit ynskja, at tú, í tøttum samstarvi við starvsfelagar og foreldur, kann skapa ein fjølbroyttan, mennandi og tryggan dag fyri hvørt einstakt barn. Vit bjóða tær: eitt spennandi starv við nógvum fjølbroyttum avbjóðingum í dagligdegnum, har tú blívur ein partur av okkara breiða starvsfólkahópi, har tað námsfrøðiliga arbeiðið verður raðfest høgt. Dentur verður lagdur á, at møguleiki er fyri fakligari og persónligari menning. Starvið verður sett 1. okt. 2008 ella eftir nærri avtalu. Um pedagogar ikki søkja, verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv. Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Nærri fæst at vita um størvini við at tosa við Eyðnu Norðfoss, leiðara ella Jastrid Weihe, varaleiðara á tlf. 448254 ella 218254. Umsókn við avriti av prógvi og møguligum viðmælum skal vera kommununi í hendi í seinasta lagi týsdagin 16. sept. 2008, kl. 12.00. Runavíkar Kommuna Heiðavegur 26 · Postrúm 139 · FO-600 Saltangará Runavíkar Kommuna Í Barnagarðurin á Mýrunum ganga 94 børn. Á stovninum eru 2 vøggustovur, 3 barnagarðsstovur og 1 stova til børn við serligum tørvi. Umstøðurnar á stovninum eru sera góðar við ljósum rúmligum stovum við eyka spælirúmi. Harumframt er verkstaður, sansirúm, samtalu/venjingarrúm og stórt felags/ rørslurúm við barnavinarligum køki. Stovnurin liggur í vøkrum náttúrulendi beint við Toftavatn og nær við ítróttarøkið. Kom og Dansa Dansiskeið í Cha cha cha og Jive Byrjunarskeið verður í fimleikahøllini á Føroya Læraraskúla 14. septembur Cha cha cha kl. 14.00 – 16.00 Jive kl. 16.30 – 18.30 Kostnaður 125,-kr fyri hvørt skeiðið Øll eru vælkomin (støk/pør) Tilmelding hjá Marilyn áðrenn 12. september á tlf. 26 38 45 HÚS TIL SØLU Í KALDBAK Matr. nr. 50g Húsini eru í tveimum hæddum. Ovara 89,6 m2. Niðara hæddin 100,9 m2. Grundøkið er 512 m2. Tilhoyrandi bilhús. Í erva eru stova, køkur, baðirúm, sovirúm og gongd. Í neðra eru inngongd, baðirúm, fýra sovirúm og vaskikjallari. Húsini eru bygd í 1988 og eru í góðum standi og verða seld, um hóskandi boð fæst. Áhugaðir keyparar kunnu venda sær til tlf. 310504 ella 233402