fríggjadagur 5. september 2008síða 43
‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 170 - 5. september 2008
43
lýsingar
Landssjúkrahúsið J.C. Svabosgøta 100 Tórshavn Tel: +298 30 45 00 Fax: +298 31 42 53
lsh@lsh.fo www.lsh.fo
er sjúklingurin í miðdeplinum
eru umleið 200 seingjarpláss
eru umleið 20 læknafakligar sergreinir
eru psykiskar og somatiskar seingjardeildir
eru umleið 800 fólk í starvi í roykfríum umhvørvi
er virðiligur samverutóni óansæð kyn, húðalit, politiska-, átrúnaðarliga- ella seksuella orientering
Á LANDSSJÚKRAHÚSINUM
STØRV Á LANDSSJÚKRAHÚSINUM
Lønar- og setanartreytir samb. sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið.
Tað er umsøkjarans ábyrgd at umsóknin er Lønar- og starvsfólkadeildini í hendi, áðrenn freistin er úti.
Skrivlig umsókn við CV, autorisatión, prógvum, skjølum o.l. skal sendast til:
Landssjúkrahúsið, Lønar- og starvsfólkadeildin, FO-100 Tórshavn
Sjúkrarøktarfrøðingur til A2/Føðideildina
Eitt fast starv á starvsbrøki 0,7 í
blandaðum vaktum er leyst at søkja til
setan 1. oktober 2008 ella eftir avtalu.
Deildin er ein samansett eind, við fýra
ymiskum sergreinum. Endamálið við
deildini er at veita viðgerð og røkt til
barnakonur og nýfødd børn. Hetta
verður gjørt í tøttum tvørfakligum
samstarvi millum fakbólkarnar, sum eru
tilknýttir deildini og heilsuskipanini
annars.
Deildin er eitt spennandi og mennnadi
starvsstað, við nógvum framtíðar
avbjóðingum. Tí søkja vit eftir
sjúkrarøktarfrøðingi sum hevur:
• prógv og góðkenning sum
sjúkrarøktarfrøðingur
• góð samstarvsevni
• hug til tvørfakligt samstarv
• ynski um mennandi avbjóðingar
• ynski um ávirkan á fakligu
menningina
• kreativitet og fleksibilitet
Nærri upplýsingar um starvið fáast við
at venda sær til Miu Pedersen, deildar-
leiðara á tlf. 304599 lok. 5022 ella
Nainu Túgvustein, leiðandi sjúkrarøktar-
frøðing á tlf. 304599 lok. 5102
Umsóknarfreistin er 22. september
2008 kl.12.00
Onnur leys størv á Landssjúkrahúsinum
(sí meira á www.lsh.fo)
Heilsurøktarar og heilsuhjálparar til E2
Umsóknarfreistin er 8. september
2008 kl. 12.00
Sjúkrarøktarfrøðingar til B8
Umsóknarfreistin er 8. september
2008 kl. 12.00
Starvsfólk til Fíggjardeildina
Eitt fast fulltíðarstarv sum roknskapar-
fólk er leyst at søkja til setan 1. oktober
2008 ella eftir avtalu.
Landssjúkrahúsið er eitt hitt størsta
arbeiðsplássið í landinum og er í
støðugari menning og hetta setir høg
krøv til deildina.
Starvið sum roknskaparfólk er fjølbroytt,
og kemur tú at vera í einum toymi við
nógvum dugnaligum starvsfelagum í
gerandisdegnum. Tað er umráðandi, at
tú kann samstarva við onnur, og at tú
annars ert fyrikomandi.
Vit rokna við, at tú hevur viðkomandi
útbúgving ella royndir innan skrivstovu-
arbeiði, er íðin, hevur áræði og góð
samstarvsevni. Royndir frá bókhalds-
arbeiði er ein fyrimunur.
Starvið umfatar:
• vanligt bókhald
• avstemman
• skanning av skjølum
• móttøku og skráseting av posti
• ferðaavrokning
• annað fyrifallandi skrivstovuarbeiði
Nærri fæst at vita um starvið við at
venda sær til Inga Mittún,
fyrisitingarleiðara, tlf. 304586 ella á
im@ls.fo
Umsóknarfreistin er 19. september
2008 kl. 12.00
Starvsfólk søkist
Søkt verður eftir krambafólkið til at arbeiða
náttarvaktir í vikuskiftinum og vanligar
kvøldvaktir í Kiosk Activ, J. Broncksgøtu
at byrja skjótast gjørligt.
Eisini sóknast vit eftir vaskifólki.
Nærri fæst at vit við at ringja
á tlf. 73 37 41
A.F.J. Montering
í Bygdini 16 · FO-380 Sørvágur · Tlf. 22 27 28
Montering av vindeygum
& hurðum
Ring eftir kl. 17.00