Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-08, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. september 2008síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 171 - 8. september 2008 Nú stendur aftur á gomlum nøglum hjá samgonguni, tí bæði Páll á Reyna­ túgvu og Heini O Heinesen taka sær tað óluksáliga nær, at tað nú er upp á tal at tveita teir bæði úr vinnunevndini og úr fíggjarnenevndini hjá løgtinginum Samgongan Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nú stendur aftur á gomlum nøglum hjá samgonguni og dagurin í morgin kann skjótt vísa seg at fáa avgerð­ andi týdning fyri framtíðar samstarvið í CHE samgong­ uni og samstarvsavtaluna hjá samgonguni við Sjálv­ stýrisflokkin. Tað er greitt, nú ætlanin er at velja nevndirnar hjá løgtinginum av nýggjum í morgin. Í hesum sambandinum hevur tað verið upp á tal, at Tjóðveldið ætlar at tveita teir báðar, Heina O. Heine­ sen og Páll á Reynatúgvu, úr fíggjarnevndini, tí flokk­ urin hevur ikki álit á teimum longur. Men teir báðir taka sær tað óluksáliga nær, at tað nú er upp á tal at teir báðir skulu missa sessirnar í teim­ um báðum størstu nevndun­ um hjá Løgtinginum Í øllum førum er tað greitt, at minst annar av teimum verður við sviðu­ soð, tí nú samgongan hevur gjørt samstarvsavtalu við Sjálvstýrisflokkin, er avtalað at blandað nevndar­ kortini av nýggjum. Tjóðveldið hevur tveir nevndarlimir í fíggjarnevnd­ ini og tveir í vinnunevnd­ ini. Men nú nevndirnar skulu veljast av nýggjum, siga góðar keldur fyri Sosialin­ um, at avtalan er, at Tjóð­ veldið skal missa annan nevndarlimin í fíggjarnevnd­ ini og annan nevndarlimin í vinnunevndini. Afturfyri skal Tjóðveldið fáa formansskapin í fíggjar­ nevndini. Eftir upprunaliga sam­ gonguskjalinum, skuldi Tjóðveldið fáa formannin í fíggjarnevndini á nýggjárin­ um, men hetta verður nú framskundað. Ògvuliga løgið Men hetta eru Heini O. Heinesen alt annað enn fegnir um. ­ Eg kenni onki til, at tað er vanligt at skifta nevnd­ arlimir ímóti teirra vilja og eg haldi, at tað er ógvuliga løgið, at ein so stórur flokk­ ur, sum Tjóðveldið, bara skal hava ein nevndarlim í teimum báðum týdningar­ mestu nevndunum í Løg­ tinginum, sigur Heini O. Heinesen. Tjóðveldið skal hava fund um nevndarbýtið seinnapartin í dag og tí vil Heini O. Heinesen ikki siga so nógv um málið enn. Men hann sigur so mikið sum tað, at er ætlanin at skúgva hann úr teimum báð­ um stóru nevndunum, fer hann í Løgtinginum í morg­ in at umhugsa alvorliga at atkvøða ímóti at nevndirnar verða skipaðar av nýggj­ um. Men hann sigur, at alt veldst um, hvørjar nevndar­ sessir hann fær. ­ Eg vil hava nevndarsess í onkrari stórari nevnd og eg ætli ikki at lata mær lynda at fáa nevndarsess í onkrari av teirri minni nevndunum sum eitt plástur á sárið, sigur tjóðveldismað­ urin úr Kunoy. Allir møguleikar opnir Nú hevur Tjóðveldið boðað frá, at tá ið atkvøðurnar í samgonguni skulu teljast upp, rokna tey ikki Heina O. Heinesen upp í kjalar­ vørrinum á atkvøðugreiðsl­ uni um fiskidagarnar fyri nøkrum vikum síðani, tá ið hann ikki atkvøddi við sam­ gonguni. Og sálda vit hann frá, hev­ ur samgongan framvegis meirilutan í Løgtinginum við 17 tinglimum, saman við Sjálvstýrisflokkinum og so verður nevndarval sum vanligt. Tí hevur tað ógvuliga stóran týdning, hvat hin Tjóðveldismaðurin í vippuni, Páll á Reynatúgvu, fer at gera. Hann vil ikki siga so nógv, men hann dylir heldur ikki fyri, at verður hann koyrdur úr nevndunum, verður tað eitt vónbrot. ­ Tað er í hvussu er ikki eitt tekin m, at flokkurin virðismetir tað arbeiði, eg haldi meg hava gjørt fyri flokkin í vinnunevndini og fíggjarnevndini. Tí vil hann heldur ikki útihýsa møguleikan fyri, at hann fer at atkvøða ímóti at velja nevndirnar av nýggj­ um Men tað veldst eisini um úrslitið av fundinum í Tjóðveldinum í dag. Í øllum førum vil hann ikki frammanundan treyta­ leyst lovað, at hann atkvøðir við samgonguni í morgin um at skipa nevndirnar av nýggjum. ­ Allir møguleikar eru opnir, sigur hann. Tjóðveldið er næstan helvtin av samstarvinum í samgonguni so Páll á Reyna­ túgvu undrast eitt sindur á, at flokkurin er til reiðar at siga vald frá sær. Men hann heldur, at tað er júst tað flokkurin ger við at frásigur sær ein nevndar­ sess í fíggjarnevndini í vinnunevndini. Í øllum førum sær út til, at tað verður ikki pláss fyri bæði Heina O. Heinesen og mær í teimum nevndum, vit hava havt og so vil tíðin vísa um tað verður pláss fyri okkum nakrastaðni, leggur hann turrisliga afturat Ein stórur trupulleiki Kári P. Højgaard, formaður­ in í Sjálvstýrisflokkinum vil ikki siga so nógv um støðuna beint nú. Men hann sigur so mikið, at skuldi tað hent, at sam­ gongan ikki fær mynstrað nokk av atkvøðum til at velja nevndirnar av nýggj­ um, hava tey ein stóran trup­ ulleika. Meiri vil hann ikki útgreina hetta, sum støðan er nú. Hann leggur tó afturat, at politiska arbeiðið hevur verið eitt sirkuss higartil og nú má skil fáast á, so einfalt er tað. Heini og Páll á vippuni at verða tveittir út Páll á Reynatúgvu, vm og Páll á Reynatúgvu, fáa ein avgerðandi leiklut í Løgtinginum í morgin Rok um lærarasetan Danski Fólkaflokkurin er í øðini um, at ein fyrrverandi muslimskur trúboðaði er settur í starv sum lærari í grønlendska býnum Narsaq. Martin Henriksen, sum situr í Fólkatinginum fyri Danska Fólkaflokk­ in, hevur vent sær til Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharra og biðið hann krevja eina frágreiðing frá landsstýrinum í Nuuk. Martin Henrilsen vísir á, at Ahmed Akkari fekk ein treytaðan dóm fyri nøkrum árum síðani, tí hann hevði sligið ein 11 ára gamlan drong í einum skúla í Århus. Ahmed Akkari byrjaði sum lærari í Narsaq aftan á summarfrítíðina, og sambært kringvarpinum KNR er skúlaleiðslan har sera væl nøgd við hann sum lærara. Kirkjan dýrkar Á fíggjarlógaruppskotinum, sum danska stjórnin nýliga hevur lagt fram, verður skotið upp at játta Fólkakirkjuni eina milliard og 23 milliónir krónur í stuðuli. Fyri tveimum árum síðani fekk Fólka­ kirkjan 734 milliónir k´onur, so her er talan um stóran vøkstur. Játtanin á fíggjarlógini fer til at løna prestum og próstum, men í játtanini fyri 2009 er eisini eitt endurgjald, sum er 324 milliónir krónur. Tað verður játtað sambært einari lóg frá 2004, sum sigur, at Fólkakirkjan skal ikki hava endurgjald, um so er, at onnur lóggáva ávirkar kirkjuskattin. 82,1 prosent av danska fólkinum eru limir í Fólkakirkjuni, og tað er 7,3 prosentstig færri enn í 1985.