mánadagur 8. september 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 171 - 8. september 2008
Hóskvøldið hendi
aftur tað, sum fólk á
Viðareiði bera ótta
fyri hvønn einasta
dag: Ein stórur steinur
sum vigaði um 2 tons
datt oman á vegin. –
Tíbetur er eingin størri
vanlukka er hend á
hesum vegastrekk
inum, men vit liva
allatíðina í óttanum,
sigur ein viðingur
Ferðsla
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Viðareiði: - Vit síggja
tíbetur ikki allar klettarnar
sum koma oman á vegin, tí
teir hjá Landsverki eru so
skjótir at rudda teir burtur.
- Men vit síggja í øllum
førum farvegin eftir teimum
– bæði við holum í vegnum
og ikki minst við teimum
mongu buglunum á bilverj-
uni, sigur ein viðingur við
Sosialin.
Hóskvøldið bórust tey
tíðindi, at eitt minni oman-
lop hevði verið á hesum
vegastrekkinum
millum
Hvannasund og Viðareiði.
Ein bilur ella fólk vóru til
staðar, hóast hetta nær
nærhendis bygdini og tað í
miðal koyra omanfyri 450
bilar í miðal eftir vega-
strekkinum um dagin.
Umframt vandan úr erva,
er tað eisini ein sannroynd,
at bilverjan eftir Viðareiðis-
vegnum er sera lág. Í støð-
um er hon ikki hægri enn
hálvur annar mjólkarpakki.
Viðareiðis
kommuna
hevur skrivað til løgtingið,
har víst verður á hesa vanda-
fullu farleiðina. Men svarið
tey fingu var, at tey máttu
bíða í nakað nógv ár aftrat:
Áðrenn
nakar
nýggjur
tunnil verður gjørdur hagar,
má ein loysn finnast á teim-
um 40 ára gomlu tunlunum
á Borðoynni.
- Ja, vit mugu bara bíða í
tolni, og biðja um rættiliga
gott tol, verður sagt.
2 tons
Tað hevði regnað sera illa
mikudagin, og tá er altíð
ein ávísur møguleiki fyri, at
slík omanlop kunnu henda.
Nakað fyri klokkan átta
hetta hóskvøldið var ein bil-
ur av Viðareiði farin eini ør-
indi til Klaksvíkar. Tá var
einki grót at síggja nakra-
staðni.
Tá bilførarin eina løtu
seinni var á veg norður
aftur, verður hesin steðgaður
av fólki sum søgdu frá hes-
um omanlopinum. Hesaferð
vóru fleiri fólk í bilinum.
Tey vórðu her vitni til tann
veruleika sum tey dagliga
liva í: Úti við bilverjuna lá
ein stórur steinur, sum mundi
vera um ein metur høgur.
Sambært heimasíðuni hjá
Landsverki vigaði hesin stein-
urin millum 1 og 2 tons.
Ótíðarhóskandi
Í stóru og umfatandi sam-
ferðsluætlanini hjá Lands-
verki er nevndur ein tunnil
til Viðareiðis.
Sagt verður, at verandi
vegur til bygdina er smalur,
ótíðarhóskandi og at grót
ofta kemur á vegin.
Ymiskar
loysnir
hava
verið frammi, millum annað
hesin
tunnilin
millum
Hvannasund og Middal á
eystursíðuni á Viðoynni.
Hesin tunnil verður eftir ætl-
an 2300 metrar langur og
vegaføringarnar báðumegin
samanlagt 4 kilo-metrar.
Higartil eru tær innleið-
andi jarðfrøðiligu metingar-
nar og kanningarnar gjørdar.
Ein kjarni er boraður í Mid-
dali, og ein lýsing gjørd á
Jarðfeingi og send Lands-
verki. Enn er eingin kostn-
aður ella tíðarætlan sett fyri
hesa loysnina.
Ein onnur loysn – ella
rættari sagt fýra aðrar
loysnir – vórðu almanna-
kunngjørdar í Sosialinum í
mai mánaði í fjør. Her hevði
Dánjal Lydersen av Viðar-
eiði gjørt fýra uppskot um
tunlar til heimbygdina.
- Eg tók eitt kort, ein
blýant og ein lineal og
gjørdi síðani fýra uppskot
um tunnilssamband til Við-
areiðis. Hetta varð gjørt av
mínum eintingum, fyri líka-
sum at koma við nøkrum
konstateringum, segði hann
við blaðið.
Tryggleiki
Á heimasíðuni hjá Lands-
verki verður sligið fast, at
eingin fekk skaða av hend-
ingini hóskvøldið.
Steinurin var komin om-
an úr líðini stutt norðanfyri
Hvannasund, á einum staði
har ein ikki so ofta sær slík
omanlop.
Hóast tunga og stóra
steinin gekst skjótt hjá
monnum hjá Landsverki at
rudda steinin burtur, soleið-
is at hann ikki tarnaði ferðsl-
uni.
Á vegnum frammanfyri
steinin lá nakað av mold og
smásteinum, men ferðslan
gekk kortini sum hon skuldi.
- Hóast vit kundu koyra
framvið stóra steininum,
so var tað við einum ávísum
ampa at vit hildu leiðina til
hús aftur.
- Vit spyrja enn einaferð,
hvussu leingi vit kunnu
kenna seg trygg á hesum
vegastrekkinum, og nær fáa
vit tunnilin?, spyr hesin
maðurin.
Koyra við
óttanum til
Viðareiðis
Í Tjørnuvík er sett eitt
trygdarhegn upp, júst við
tí endamáli at taka ímóti
gróti, ið dettur niður.
Her er kortini fyrimun-
urin tann, at tað mesta
grótið dettur niður á ein-
um avmarkaðum øki uppá
einar 200 metrar.
Hegnið hevur longu víst
sína dygd, men tann stóru
trupulleikin er, at tað er ikki
serliga vakurt á at líta.
Í eini meting frá Lands-
verki vóru fýra vegastrekki
nevnd sum slík, har ið eitt
slíkt trygdarhegn hevði
havt sína stóra týdning.
Eitt teirra var júst Viðar-
eiðisvegurin.
Nú er hegnið í Tjørnuvík
sett upp sum eina roynd.
Spennandi verður at vita,
um hesar royndirnar eru
somikið góðar, at tær
kunnu verða framdar á
øðrum støðum.
Trygdarhegn
ímóti gróti
Tvær nýggjar bøkur frá Heimamissiónini
Heimamissiónsforlagið hevur givið út tvær nýggjar barnabøkur í røðini Smáar Signingar. Bøkurnar eru: Eru
einglar til?, sum Edvard Poulsen hevur týtt og Bøn, sum Eyðbjørn Jacobsen hevur týtt. Báðar bøkurnar eru týddar
úr enskum. Tað er Kathleen Long Bostrom, sum hevur skrivað og Elena Kucharik, sum hevur teknað myndirnar.
Fyrru bøkurnar í røðini, ‘Bíblia teirra smáu’, ‘Bønir teirra smáu’ og ‘Himmalin’ hava verið nógv eftirspurdar, men
eru langt síðani útseldar. Í báðum bókunum eru sera vakrar, fittar og hugtakandi tekningar. Bøkurnar eru egnaðar
børnum frá 0 – 5 ár, og hava tjúkka permu, sum eisini tolir at smærri børn spæla við tær. Í bókunum eru
spurningar, sum børn vanliga spyrja, og verða teir svaraðir við skriftstøðum úr Bíbliuni. Hetta kann verða ein
hjálp hjá foreldrum og øðrum, sum eru um børnini í dagligdegnum. Bøkurnar eru góðar 70 síður hvør, og kosta
kr. 85,00 stk. Tær kunnu keypast á www.hmf.fo og í bókhandlunum kring landið.
Í støðum er so
nógv asfalt lagt á
Viðareiðisvegin, at
hann er ikki stórt meiri
enn ein hálvur annar
mjólkarpakki høgur
Steinur, ið datt oman á Viðareiðisvegin
hóskvøldið kom upp á hálvan bilin og
vigaði um 2 tons. Tað er ikki fyrstu ferð at
slíkt hendir, men meiri sjáldsamt at tað
hendir so tætt við bygdina í Hvannasundi