Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-08, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. september 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 171 - 8. september 2008 Til tess at spara og ef­f­ektivisera, hevur TAKS f­ramt ymiskar broytingar viðvíkjandi tollef­t­ irlitinum á Flogvøll­ inum. Men tað merkir ikki, at ef­tirlitið verður skert á nakran hátt, sigur Kjartan D. Joensen, deild­ arleiðari á tollef­tir­ litinum TollefTirliT Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo TAKS hevur seinastu tíðina framt ymiskar broytingar í tolleftirlitinum á flogvøllin­ um í Vágum. Broytingarnar, talan er um, eru millum ann­ að, at nøkur starvsfólk eru flutt í onnur øki at starvast. Millum annað, so merkir hetta eisini, at kvinnuligir tollarar bert eru til arbeiðis á flogvøllinum aðruhvørja viku, og hetta kundi víst seg at verið stak óheppið, men so er ikki, staðfestir Kjartan D. Joensen, sum er deildarleiðari á tolleftirlitin­ um hjá TAKS. Í løgtingslóg nummar 121 frá 23. desember 1991 um toll, stendur í 9. kapittul, §30, at »Tollvaldið hevur rætt til at eftirkanna persón­ ar, ið ferðast til ella frá toll­ økinum, sum eru ella hava verið umborð á skipum ella flogførum, ella sum ferðast fram við strondunum, í havnum, á flogvøllum ella atløguplássum.«. Samstundis stendur eisini í sama kapittuli, §30, stk. 3, at »Eftirkanning, ið ikki bert avmarkast til uttanáklæðini, má bert gerast, tá ið nóg góð­ ar grundir eru til at halda, at viðkomandi hevur nakrar ólógligar vørur uppi á sær v.m., og bert eftir boðum frá ovasta hjáverandi tollyvir­ manni. Tann, ið eftirkann­ aður verður, kann krevja sær vitni at vera hjá undir eftir­ kanningini. Til eftirkann­ ingina krevst, at tann, ið kannar ella hjástaddur er, skal vera av sama kyni, sum tann, ið eftirkannaður er.« Hetta merkir so eisini, at tá bert mannligir tollarar eru til arbeiðis á flogvøllin­ um, hava hesir ikki rætt til at eftirkanna kvinnulig ferðafólk. Men sambært Kjartan D. Joensen, er hetta ikki nakar trupulleiki. Spara uttan at skerja Síðani Vágatunnilin kom í 2002, er vorðið munandi lættari og skjótari at ferðast millum Havn og flogvøllin í Vágum. At tað er blivið somikið skjótari at koyra ímillum, hava tey á TAKS nú valt at gera sær dælt av. Áðrenn Vágatunnilin kom, noyddust fólk at ferð­ ast við báti um Vestmanna­ sund, og hetta merkti eisini fyri tolleftirlitið, at tey altíð vóru noydd at hava ein mannligan og ein kvinnu­ ligan tollara á flogvøllinum, til tess at kunna halda neyð­ uga eftirlitið. Men so er ikki longur. Nú TAKS hevur framt ymiskar broytingar í tolleftirlitinum á flogvøllinum í Vágum, eru kvinnuligir tollarar bert til arbeiðis á flogvøllinum umleið aðruhvørja viku. Men Kjartan D. Joensen staðfestir, at hetta merkir ikki, at tolleftirlitið verður skert, ella at tað er frítt hjá konufólki at smugla inn til landið aðruhvørja viku. ­ Broytingarnar merkja ikki at tolleftirlitið verður skert á nakran hátt. Nú er tað blivið nógv skjótari at koma aftur og fram úr Vág­ um og millum hini tolløkini, og skuldi tað so hent seg, at einki konufólk er til arbeiðis á flogvøllinum, og at eitt kvinnuligt ferðafólk skal eftirkannast, so ber til hjá okkum at senda ein kvinnu­ ligan tollara úr einum av hinum starvsøkjunum, og kunnu vit tá fremja eftir­ kanningina. Afturat tí, so hava vit jú eisini hundar á flogvøllinum, og hesir upp­ snúsa væl rúsevni, um so er at onkur hevur slíkt við í førninginum, og skuldi nak­ ar illgruni verði, so kunnu vit eftirhalda fólki og kalla eyka fólk inn, til tess at hesi kunnu blíva eftirkannaði, vísir Kjartan D. Joensen, leiðari á tolleftirlitinum, á. TAKS sparir uttan at skerja Føroysk fernisering og tónleikur í Keypmannahavn Hósdagin 4. september var fernisering í „Bredgade Kunsthandel“, sum liggur á Bredgade 67­69 í Keypmannahavn. Listafólkini eru: Edward Fuglø, Eyðun av Reyni, Kári Svensson, Olivur við Neyst, Torbjørn Olsen, Zacharias Heinesen, Ingálvur av Reyni, Joensen­Mikines, Jack Kampman og W. Heinesen. Føroyski sendiumboðsmaðuri n, Herálvur Joensen, helt fyrst eina røðu, og síðan var livandi tónleikur við Hanusi G. Johansen á gittari og sangi, Páll Sólstein á horn, Hans Petur í Brekkunum á sax, Heiðrun Petersen á violin og Mia Káradóttir á floytu. Málningur, ið Eyðun av Reyni hevur málað 22 milliardir krónur og óttin f­yri heimsins undirgangi er prísurin f­yri svarið uppá gátuna um alheimin Vísindi Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Mikudagin fara vísinda­ menn í undirjarðar CERN­ alisfrøðismiðstøðini í Gen­ eve at trýsta á byrjunarknøtt­ in til eina ta stórstu vísinda­ royndina, sum nakrantíð er roynd. Endamálið við vísindaroyndini er at royna at endurskapa Big Bang, tó í minni dimensjón enn van­ ligt. Avleiðingarnar av roynd­ ini kennir eingin við vissu, og granskarar kunnu ikki avvísa at heimurin kann ganga undir av tí sama. Spentir og vónbrotnir alisfrøðingar Alisfrøðingar kring allan heimin bíða spentir eftir tí, sum verður kallað heimsims stórsta alisfrøðiroynd. Endi­ liga verður tað gjørligt at end­ urskapa Big Bang og finna útav hvat er innan í teimum bitlunum, sum vit longu kenna til. Um tað eydnast teimum at finna tann tiltikna Higgs­bitlin, hongur heimur­ in soleiðs saman, sum vit hava lært í alisfrøðitímunum í skúlanum. Um ikki, verða alisfrøðingar kring heimin klókari, og so mugu allar fysikbøkurnar í heiminum endurskoðast. Men sjálvt um flestu alis­ frøðingarnir hava stjørnu­ glans í eygunum yvir roynd­ ina, eru samstundis onnur, ið eru minni hugtikin av roynd­ ini. Summi meta enntá at royndin í prinsippinum kann viðføra heimsins enda, meðan onnur eru nøgd við at verða inniliga skuffaði av at evropeiskir politikarar hava valt at brúka 22 milliardir krónur til hesa royndina. Nýtt innlit í náttúrumegirnar Sjálva royndin gongur út uppá at senda tveir streymar av bitlum hvør sín veg runt í einum ovurstórum, 27 kilo­ metrar langum undirjarðar­ tunnili beint við markið millum Frakland og Sveis. Teir verða akselereraðir upp til eina ferð, sum líkist ferðini á ljósinum, og tá teir møtast og renna í hvønn annan, hendir tað við ógv­ usligari megi. ­ Orsøkin til at fólk óttast, er at menniskju ongantíð áður hava gjørt royndir við so stórari mongd av orku. Men um tað var nakar av okkum vísindafrøðingum, sum trúðu at nakar vandi var fyri heimsins undir­ gangi, vildu vit sjálvandi ikki gjørt royndina, greiðir Anja C. Andersen, astro­ fysikari frá fyri Berlingske Tidende. Men samstundis viðgong­ ur hon, at tey ikki kunnu leggja høvdið á blokkin og siga, at tey við vissu vita hvat fer at henda. Orsøkin til at hon ikki trýrt einum einasta av teim­ um ræðumyndunum um heimsins undirgang er, at tey byggja á møguleikan fyri at eitt sokallað »Svart hol« uppstendur undir royndini. Men møguleikin fyri hesum, heldur hon er so at siga eingin, og um so var, at eitt svart hol uppstóð, vildi tað verið so lítið, at tað ikki kundi síggjast við berum eyga. Um so er at eitt svart hol uppstendur, vil tað bara verða áhugavert fyri alis­ frøðingar, tí kann geva teim­ um nýtt innlit í náttúrumeg­ irnar, greiðir Anja C. Ander­ sen frá. Tveir dagar til Big Bang