Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-08, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. september 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 171 - 8. september 2008 Aftaná sjey mánaðir í barnsburðarfarloyvi tekur Annita á Fríðriksmørk sæti á fólkatingi í morgin. Seinni ætlar hon sær eisini at røkja løgtingssessin Politikkur Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Tá ið Sjúrður Skaale fór í fólkatingið í februar, segði hann løgtingssessin frá sær, tí hann metti ikki, at tað bar til at røkja báðar sessir í senn. Hesum er Annita á Fríðriksmørk, sum nú fer á fólkating, ósamd við floks­ felaga sínum í. Tá hon hevur verið á fólkatingi í eina tíð, ætlar hon sær sostatt at røkja báðar sessir. ­ Eg eri ikki so avgjørd sum Sjúrður Skaale í hesum málinum. Tað kann eisini gagna fólkatingsarbeiðinum at hava ein fót á politiska pallinum í Føroyum. Tað hava nógvir fólkatingslimir gjørt, so eg rokni ikki við, at tað verður nakar trupul­ leiki, sigur Annita á Fríðriks­ mørk, sum kortini ímyndar sær, at hon viðhvørt noyðist at innkalla varaumboð síni. ­ Men, tá ið eg taki við báðum sessum, raðfesti eg løgtingið fremst, staðfestir hon. Tjóðbúnin bíðar Annita á Fríðriksmørk fekk 625 atkvøður á fólkatings­ valinum í november í fjør, og er tískil næstvald á tjóðveldislistanum við 625 atkvøðum aftaná formannin, Høgna Hoydal, ið sum kunnugt er í landsstýrinum. Tá Annita á Fríðriksmørk fór í barnsburðarfarloyvi í februar, tók næsti maður á listanum, Sjúrður Skaale, við fólkatingssessinum. Í morgin trínur hon so á fyrsta sinni røðarapallin á fólkatingi, í sambandi við 1. viðgerðina av donsku fíggjarlógini. Hóast hetta er fyrstu ferð, at danir møta Annitu á Fríðriksmørk, verður hon ikki í tjóðbúna, tí fólkatingið verður nústani sett enn 1. oktober. Annita á Fríriksmørk sigur við Sosialin, at hon bert hevur verið á vitjan í fólkatinginum onkuntíð, so hon er sjálvandi spent. ­ Fólkatingið verður sett seinni, so tá fari eg í føroysk klæði. Men tey vilja helst hava 1. viðgerð av fíggjar­ lógina frá hondini, so málið kann fara í nevnd. So fundurin í morgin byrjar við, at atkvøtt verður um mín sess, og tá plaga altíð at vera nógvir fólkatings­ limir til staðar, sigur Annita á Fríðriksmørk. Ósamdir arkitektar Annita á Fríðriksmørk hevur fyrireikað eina røðu til fyrsta fundin í morgin, har hon fær eitt heilt korter í talutíð. Røðan byrjar við, at hon samanber Føroyar við eitt land, sum er undir uppbygging. ­ Hóast arkitektarnir eru samdir um, at landið skal byggjast, eru teir ósamdir um innrættingina og amboðini. Men teir eru samdir um, at ein dag skal landið verða sjálvstøðugt, so tað kann flyta inn í nútíðina, har sínamillum virðing, samstarv og ábyrgd eru nøkur av amboðunum. Og øll hava vónina um eitt fruktagott samstarv við um­ heimin – eisini við fyrrver­ andi vertslandið, sigur hon. Tjóðveldiskvinna fremst Fremsta uppgávan hjá Annitu á Fríðriksmørk verð­ ur sambært henni at sann­ føra danir um, at Føroyar skulu vera sjálvstøðug tjóð. Tí fer hon eisini at viðgera blokkin í røðu sínari. ­ Danir kundu heldur ikki droymt um at selt sín sjálvs­ avgerðarrætt fyri pengar. Tí er tað natúrligt at koma inn á, hví vit ynskja at játtanin til blokkin skal skerjast í donsku fíggjarlógini, sigur Annita á Fríðriksmørk, sum kortini ætlar sær at vera eitt virðiligt umboð fyri allar føroyingar. ­ Men tað er ein føroysk tjóðveldiskvinna, sum tekur sæti á danatingi í morgin. Tað skal ongin ivi vera um tað, sigur Annita á Fríðriks­ mørk, sum í august flutti til Strendur at búgva saman við familjuni. Tjóðveldiskvinna á fólkating Spennandi kapping á bókasavninum í Fuglafirði Fyri bæði børn og vaksin. Bókasavnið fer undir eina stuttliga ummælarakapping. Hevur tú lisið eina góða, ella minni góða bók, so kanst tú skriva eitt ummæli av bókini og geva okkum tað, so er tú við í lutakastinum um eitt gávukort à 300 kr. frá Bókabúðini í Runavík. Tað er líka mikið um bókin, sum tú ummælir, er á føroyskum ella á donskum; einasta treyt er, at bókin skal kunna finnast á bókasavninum. Tú kanst gjarna senda okkum fleiri ummælir. Ummælini kunnu bæði verða skrivaði við hond ella á teldu. Kappingin er deild upp í 3 bólkar: Bólkur 1: Børn sum eru farin í 2. til 7. flokk eftir summarfrítíðina Bólkur 2: Ung upp til 20 ár Bólkur 3: Eldri enn 20 ár Eitt gávukort à 300 kr. er at vinna í hvørjum bólki sum Bókabúðin í Runavík hevur stuðla við. Freistin at lata ummælir inn er týsdagin, 14. oktober 2008. 16. oktober 2008 kasta vit lut um vinningarnar. Vinnararnir fáa boð frá okkum og verða harumframt kunngjørdir á heimasíðuni. Øll ummælir eru vælkomin at verða við í kappingini. Ummælið skal latast inn saman við einum útfyllingarskjalið sum er at finna á heimasíðuni hjá Bókasavninum http://www.fbs.mono.net Annita á Fríðriksmørk ætlar sær at vera eitt virðiligt umboð fyri allar føroyingar á fólkatingi. - Eg skal sjálvandi ansa eftir, ikki at traðka fólk á tærnar. Men tað skal ongin ivi vera um, at tað er ein føroysk tjóðveldiskvinna, sum tekur sæti á danatingi í morgin, sigur Annita á Fríðriksmørk Vakthavandi Brokkaðu seg um rennarar Sunnudagin klagaðu fleiri fólk til løgregluna, tí býurin var stongdur fyri ferðslu í sambandi við fólkaheilsurenningina. Politiið bað tey heldur renna við enn at brokka seg! Tann reina skræpa í Vágsbotni Hesin bilurin oysti fleiri hundrað litrar av skræpu á Mylnugøtu fríggjadagin. Tórshavnar kommuna reinsar botnin í Vágsbotni, og bilurin hevði júst grabbað móruna upp framvið bryggjukantinum. Tá ið hann koyrdi avstað, misti bilurin nógvar hundrað litrar av skræpuni í Mylnu­ gøtu, til stóran ampa fyri fólk, sum sótu uttan fyri Hvonn í góðveðrunum og ótu. Bilførarin verður skuldsettur fyri, ikki at hava tryggjað lastina ordiliga, so hann fær eina bót. Tveir mistu tenn Um trítíðina sunnumorgunin vóru tvey harðskapsmál í klubbagarðinum í Havn. Í øðrum førinum fekk ein maður eina fløsku í andlitið, og í hinum fekk ein dura­ vørður nevan, so ein jaksil reyk. Í báðum førunum verða gerningsmenninir ákærdir fyri harðskap. Aktingarmaðurin úr at gera Leygardagin gingu fleiri hestar leysir ymsa staðni í Havn og í Hoyvík. Sonevndi aktingarmaðurin hjá kommununi varð boðsendur, so hann kundi finna eigararnar. Aktingarmaðurin er hann, sum tekur sær av burturvilstum djórum – hundum, hestum, seyði og kettum. Grindaboð í Vestmanna Stórt vónbroti í Vestmannabygd fríggjadagin, tá grindaboð vórðu rópt, men ongin grind var. Rd.