mánadagur 8. september 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 171 - 8. september 2008
Fyrsta politimelding
móti eini røð av
leiðarum í Roskilde
Bank eru nú komnar.
Ákærurnar eru
nógvar og tónin
beiskur
FÍGGJARSVIK
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Fíggjarsvik,
mandatsvik
ella onnur fíggjarlig brots
gerð, misvísandi roknskap
arupplýsingar, og grovir
feilir og vanrøkt, umframt
skeivir upplýsingar.
Soleiðis ljóðar allur listin
av ákærupunktum í politi
meldingini,
sum
Rúni
Viberg, fyrrverandi sosial
demokratiskur býráðslimur
í Roskilde, hevur latið inn.
Hann hevur ikki sjálvur
partabrøv í Roskilde Bank,
men børn hansara fingu
hvør fyri 10.000 krónur í
partabrøvum í bankanum,
tá tey vórðu konfirmerað.
Ákærurnar eru vendar
móti Niels Valentin Hansen,
Arne Wilhelmssen, Stig Bo
Jensen, Jens Winther, fyrr
verandi nevndarformanni,
og Peter Müller, somuleiðis
fyrrverandi
nevndarfor
manni.
Tónin í meldingini, sum
er latin inn til deildina fyri
Fíggjarligan
Kriminalitet
hjá Midt og Vestsjællands
Politi, er beiskur. Viður
skiftini í bankanum lýsast
fleiri støð sum »grotesk«,
og
viðurskiftini
millum
nevnd og leiðslu sum »for
pestað«.
Í grundgevingini sigur
Rúni Viberg soleiðis:
Nevnd og stjóri vórðu
longu í 1998 ávarað um, at
tað vóru stórir trupulleikar í
Roskilde Bank. Nevndar
limurin, Ole Bjørn Nielsen,
peikar í sínum innleggi á
aðalfundinum í 1998 á
nøkur tyngjandi viðurskifti
í nevndini.
Umframt grotesku viður
skiftini við einum veikum
og ódugnaligum nevndar
formanni og einum sterkum
stjóra, sum forpestar luftina
fyri skilagóðum nevndar
arbeiði, vísir Ole Bjørn
Nielsen á, at Roskilde Bank
hevur havt stórar trupulleik
ar við vinningi í Danfinans,
eitt felag í Roskilde Bank,
sum var inni á húsamarkn
aðinum. Og tað var júst
aktiviteturin á húsamarkn
aðinum, sum førdi til, at
Roskilde Bank fór av knór
anum í 2008.
Rumbul í nevndini
Fíggjareftirlitið gav Ros
kilde Bank ávís harraboð í
sambandi við stóru tapini
hjá bankanum í sambandi
við Danfinans. Her fáa vit
fyrstu ábending um, at Jens
Winther fremur grova van
røkt og feilir við sum nevnd
arformaður ikki at geva sær
far um hesi ávaringartekin.
Í sambandi við innleggið
hjá Ole Bjørn Nielsen á
aðalfundinum bað Fíggjar
eftirlitið Ole Bjørn Nielsen
um eina frágreiðing. Hen
dan frágreiðing er daterað
11. mars 1998, og verður
millum annað greitt frá
Trekronermálinum.
Stutt sagt snýr tað seg
um, at Niels Valentin Han
sen vil selja eitt grundstyki
í Trekroner til Roskilde
Bank. Hetta er ikki í sam
svar við §7 stk. 2 í lóg um
fíggjarligt virksemi lbk.
376 frá 22/05/2008, Kunn
gerð av lóg um fíggjarligt
virksemi, sum sigur, at ein
banki bert kann dríva banka
virksemi.
Tað týðandi í frágreið
ingini er kortini aftur tey
grotesku
viðurskiftini
í
nevndini. Semja fekst um
at søkja ráðgeving fyri at
rætta hesi grotesku viður
skiftini upp aftur. Tilmælini
hjá ráðgevingini verða tór
kveistrað av borðinum. Her
var aftur ein ávaring um, at
alt ikki var í samsvar við
góðan bankarakstur.
Roknskaparlógin
er
brotin við at árligu rokn
skapirnir – frá 1997 til 2008
– ikki hava givið eitt rætt
vísandi mynd av rumbul
kendu tilstandunum í Ros
kilde Bank. Í fleiri førum
eru latnir skeivir upplýsingar
við tí fyri eyga, at fáa
kursirnar at hækka.
Feilir og vanrøkt
Tað var ein tilvildarligur
kredittpolitikkur í Roskilde
Bank. Millum annað eru
læntar út 800 milliónur
krónur til Jørgen Olsen
uttan trygd. 43% av kapital
inum í Roskilde Bank er
savnað í byggivinnuni, part
vís uttan trygd. Jyllands
posten 2. september 2008.
Tað finnast eisini ein røð av
øðrum dømum upp á til
vildarliga kredittpolitikkin
í Roskilde Bank.
Roskilde Bank gav mis
vísandi upplýsingar um kre
ditt politikkin í prospekti,
jf. Jyllandsposten 27. aug
ust 2008.
Niels Valentin Hansen,
Arne Wilhelmsen og Stig
Bo Jensen selja síni parta
brøv beint áðrenn Roskilde
Bank kollsiglir. Her hava
teir uttan iva nýtt insidara
vitan og trongu fíggjarligu
støðuna í Roskilde Bank.
Jens Winther og Peter
Müller hava framt grovar
feilir og vanrøkt við sum
nevndarformenn, og áðrenn
tað nevndarlimir í Roskilde
Bank, ikki at hava gripið
inn í ruðulskendu viður
skiftini í Roskilde Bank.
Gegnið hjá Jens Winther
fekk
viðmerkingar
frá
Fíggjareftirlitinum.
Hetta
hendi tvær ferðir. Bæði tá
hann var vanligur nevndar
limur og seinni sum nevndar
formaður.
Niðurstøða
Meldaðu
persónar
hava
gjørt seg sekar í fíggjarsviki,
mandatsviik
ella
aðrari
fíggjarligari brotsgerð, við
at lata serstakliga ótrygg og
ógvuliga stór útlán (tilvildar
ligan kredittpolitik) hava
pumpað roknskapir hjá Ros
kilde Bank upp soleiðis, at
partabrævakursurin
er
hækkaður til ótilsvarandi
hæddir. Hetta hendi yvir
fleiri ár. Partabrøvini eru í
fleiri ár sld undir skeivum
fyritreytum. Niels Valentin
Hansen, Arne Wilhelmsen
og Stig Bo Jensen høvdu
sjálvir stórar partabræva
postar í Roskilde Bank og
høvdu tí stóran áhuga í at
roknskapirnir
og
parta
brævakursir hækaðu.
Privatir handlar eru bland
aðir upp í viðurskiftini í
Roskilde Bank. Insider
handlar við partabrøvum.
Grov brot á lógina um fíggj
arligt virksemi við ikki at
liva upp til góðan bankasið.
Brot á roknskaparlógina
við at geva skeivar upplýs
ingar. Nevndarformenninir
hava ikki livað upp til teirra
ábyrgd eftir galdandi regl
um um nevndararbeiði.
Teir lótu ikki trupulleik
arnar í Roskilde Bank í
1990unum við seg koma.
Hetta er serliga galdandi
fyri Jens Winther . Hansara
gegni var kannað av Fíggjar
eftirlitinum. Víst verður til
samrøðu 6. september 2008
við núverandi forstjóra í
Roskilde Bank.
Mist eina milliard
Rúni Viberg sigur við
Sosialin, at fólk í Roskilde
hava mist eina milliard
krónur, nú Roskilde Bank
kollsigldi.
Eg havi fingið nógvar
viðmerkingar frá fólki, nú
eg havi meldað Roskilde
Bank, sigur Rúni Viberg.
Hann fílist, sum tað eisini
framgongur týðiliga oman
fyri, fyrst og fremst at und
anfarnum nevndarformonn
um, serliga Jens Winther.
Teir hava lænt út 800
milliónir krónur til byggi
vinnuna uttan nakra trygd.
43% av kapitalinum er lænt
út til byggivinnuna, og tað
er óhoyrt. Stórur partur
læntur út uttantrygd, sigur
Rúni Viberg.
Hann væntar kortini ikki,
at hendan stevningin fer at
geva tað stóra av sær.
Hetta verður ein ógvu
liga drúgv prosess. Tagnar
skyldan er galdandi, og tað
merkir at bakmanspolitiið
skal upp í leikin, og tað
merkir eisini, at alt skal fyri
ein dómara, áðrenn nakar
kann úttala seg, sigur Rúni
Viberg.
Ein rúgva av pensjónistum
hevur sett sín sparipening í
partabrøv í Roskilde Bank,
og tann peningurin er allur
mistur.
Nær málið kann koma
fyri, dugir Rúni Viberg ikki
at siga, men tað verður ikki
í bræði.
Rúni Viberg meldar Roskilde Bank
Heystting í Oljutinginum
Oljutingið bjóðar til á Hotel Føroyum. Røðarar á heysttinginum verða Richard
Hardman og Magni Laksáfoss. Richard Hardman er nevndarlimur í Atlantic Petroleum
UK Ltd. og hevur 35 ára royndir í at leita eftir kolvetni í Norðsjónum. Magni Laksáfoss
er búskaparfrøðingur og fyrrverandi landsstýrismaður í fíggjarmálum. Oljuprísurin er
nógv hækkaður tey seinastu árini, og tað hevur verið nógv tosað um, hvat vit kunnu
vænta okkum av oljuprísinum í framtíðini, og hvørjar avleiðingar kunnu vera av einum
høgum oljuprísi. Við støði í teirra fakligu bakgrund og royndum, fara Richard Hardman
og Magni Laksáfoss at gera sínar metingar av, hvat vit kunnu vænta okkum av
oljuprísinum í framtíðini.
Rúni Viberg hevur stevnt trimum av gomlu bankastjórunum í Roskilde Bank, umframt tveir teir
seinastu nevndarformonnunum
Mynd: Eirikur Lindenskov