mánadagur 8. september 2008síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12 tíðindi
Nr. 171 - 8. september 2008
Í gjár var eitt tað
størsta ítróttartiltak
ið, sum nakrantíð
hevur verið í Føroy
um. Fólkaheilsu
renningin 2008 var
í vikuskiftinum. Í
Klaksvík leygardagin
og í Tórshavn sunnu
dagin. Tiltakið í Tórs
havn var á økinum
rundanum SMS
Fólkaheilsa
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Í Klaksvík var renningin
leygardagin. Eini 800 fólk
luttóku,
og
sum
skilst
eydnaðist væl. Stóra tiltakið
var tó í Tórshavn, har eini
1500 fólk høvdu meldað
seg til áðrenn sunnudagin,
men tá renningin skuldi
byrjað var talið nærri 3000.
Tað hevði við sær at ov fáir
vestar og ov fá nummør
vóru til taks. Men fyri
reikararnir vóru glaðir fyri
hendan trupulleikan.
Renningin fór í gongd
umleið klokkan eitt, eftir
upphiting og røður. Tá tustu
øll fólkini avstað til fýra
ymiskar teinar. Tí hóast
tveir teinar vóru í heilsu
renningini,
vóru
eisini
maraton og hálvmaraton
rennararnir við til startin.
Fegin borgarstjóri
Heðin
Mortensen
legði
fram røðu áðrenn fari var til
upphiting. Í røðu síni segði
Heðin Mortensen millum
annað, at renning er vorðin
at nátturligur partur av
gerandislívinum
hjá
alt
fleiri
føroyingum,
sam
stundis sum hann hugleiddi
eitt sindur um Fólkaheilsu
renningina.
Tankin aftanfyri Fólka
heilsurenningina fyri børn
og vaksin er at betra um
fólkaheilsuna hjá føroying
um, og endamálið er eisini
at fáa so nógv fólk við sum
gjørligt, so hesin heilsubati
verður meira sjónligur og
fær størri undirtøku, segði
borgarstjórin í Tórshavnar
kommunu millum annað.
Upphiting og renning
Eftir at Heðin Mortensen
hevði borið fram røðu, varð
skipað fyri upphiting. Øll
3000 stóðu tá og hoppaðu
og
strektu
saman
við
instruktørinum á lítla palli
num. Síðani setti Hans
Pauli Strøm, landsstýris
maður
í
almanna
og
heilsumálum, renningina í
gongd.
Klokkan gott eitt tusti
stóra mannamúgvan oman
eftir
Húsagøtu,
summi
rennandi, summi gangandi
og okkurt barnið lá eisini í
onkrum barnavogni.
Vatn og frukt
Eftir stuttari tíð byrjaðu tey
fyrstu av styttra teinunum
at koma til málið. Tá tey
komu á mál fingu tey ein
posa frá SMS við vatnið og
frukt, sambært andanum
hjá heilsurenningini.
Sum heild vóru fólk heilt
væl nøgd við túrin, og
gleddust
um
stóru
fólkamongdina.
Vónar at fleiri
byrja at renna
Aftaná renningina tosaði
Sosialurin við Bjørk Herup
Olsen, sum er ein av
talentríkastu rennarunum í
landinum.
Eg haldi hetta vera eitt
sera gott tiltak, og eri
ordiliga glað fyri at so nógv
fólk luttaka. Tað sigur eitt
sindur um hvussu stór renn
ing er blivin. Kanska fáa vit
eisini fleiri fólk at renna
meira seriøst og tað hevði
sjálvandi verið stuttligt,
sigur Bjørk Herup Olsen.
3000 runnu fyri heilsuni
Eftir at hava runnið fingu fólk vatn og frukt
Hesin hundurin var væl fyrireikaður at renna í gjár
3000 fólk hitaðu upp uttan fyri SMS áðrenn
Yvirtekur fíggjarstovnar
Amerikanska stjórnin tók í gjár yvir á tveimum stórum fíggjarstovnum í
kreppu, Fannie Mae og Freddie Mac. Hetta hendir fyri at forða fyri einari
versnan av framman undan álvarsligu kreppuni á amrikanska bústaðar og
fíggjarmarknaðunum, sigur amerikanski fíggjarmálaráðharrin, Henry Paulson.
– Fannie Mae og Freddie Mac eru so stór og so samantvinnað við fíggjarligu
skipanina, at tað hevði ført til ógvusligt rumbul á fíggjarligu marknaðinum her
í landinum og í heiminum, sum bert annar av hesum fíggjarstovnum fer av
knóranum, segði fíggjarmálaráðharrin í Washington í gjár.
TDC koyrir 400
Størsta telefyritøka í Danmark, TDC, fer nú at skarva 400 størv burtur. Tað varð
upplýst á einum tíðindafundi í morgun.Minkingin í starvsfólkatalinum verður um
400. – Tað er ongantíð lætt at gjøgnumføra ein niðurskurð í starvsfólkatalinum,
men tað er okkara ábyrgd at reagera skjótt, tá marknaðurin ikki mennir seg sum
væntað, og tað er ein staðfesting, at okkara kostnaðarstøði framvegis er og høgt,
sigur forstjórin í TDC, Jens Alder. Meginparturin av koyrdu starvsfólkunum fara
úr starvi 1. oktober. Samstundis verða 200 ósett størv ikki mannað, skrivar
Jyllands Posten.